ZAREPTA 40 ár
ZAREPTA 40 ÁR
Eftir Z. Zachariassen
Fyrsta barnalega av sínum slag byrjaði í Zarepta í Vatnsoyrum fyri 40 árum síðani. Eldsálin aftanfyri tiltakið var Brynleif Hansen, sáli, úr Fuglafirði, sum longu tvey ár framman undan, saman við øðrum, hevði skipað fyri væleydnaðum barnalegum í ALV-húsinum við Áir. Við tað at hetta húsið ikki fekst til leigu aftur, varð farið undir at byggja nýtt hús í Vatnsoyrum.
Hetta týdningarmikla barna- og ungdómsarbeiði í Zarepta hevur hildið fram uttan steðg øll hesi 40 árini til mikla andaliga signing fyri ein stóran part av øllum Føroya børnum og føroyska samfelagnum til almikið gagn.
Forsøgan
Brynleif og kona hansara, Elsa, búðu í Danmark í fýra ár, áðrenn tey fluttu til Føroya. Har niðri komu tey í samband við felagskapin Evangelisk Børnemission og vóru við á barnalegum teirra. Barnaarbeiði var fyri tey eitt hjartamál og tey arbeiddu millum børn á Nørrebrúgv, har tey búðu. Um hesa tíðina fekk Brynleif hugskotið og íblásturin at fara undir barnalegur í Føroyum.
Í 1965 komu tey so til Føroya og byrjaðu fyrstu legurnar við Áir tað summarið. ALV-húsið varð leigað fyri tvey ár. Tiltakið varð væl fagnað, og menn og kvinnur um alt landið tóku sera væl undir við arbeiðnum og stuðlaðu tí dyggiliga og fjølment bæði handaliga og andaliga við at geva og koma at hjálpa til.
Fyrsta árið vóru tilsamans 50 børn í 10 – 14 ára aldri hvørja viku í fýra vikur, og árið eftir nærum tvífaldaðist talið, so at húsið gjørdist ov trongt.
Grundstykki verður keypt í Vatnsoyrum
Brynleif skilti beinan vegin, hann kom til Føroya, at eitt hús mátti byggjast. John Poulsen, skraddarin, fór tí til nakrar eigarar í Miðvági, at vita um teir vildu selja eitt stykki, sum teir áttu, norðan fyri Vatnsoyrar. Teir flestu játtaðu, og tilsamans gjørdist grundøkið nóg stórt til eini hús, ið egnaðu seg til barnalegur. Samkomurnar kring landið vórðu kunnaðar um verkætlanina og gávur byrjaðu at koma inn.
“So skuldi tú ikki havt sagt ja…”
Grundstykkið varð fingið til vega, og eitt sindur av peningi var tøkur, men ov lítið til eina so stóra verkætlan. Brynleif, sum var bønar- og trúarmaður, heitti á Dánjal Nielsen í Vatnsoyrum um at standa fyri arbeiðnum at byggja Zarepta, og hann játtaði.
Dora, kona Dánjal greiðir soleiðis frá: “Eg minnist, at Dánjal segði við Brynleif, at hann sá tað nokk so torført at fara undir verkið, tí hann mátti biðja arbeiðsfólk, sum skuldu hava løn hvønn fríggjadag, og tilfar skuldi keypast. Brynleif svaraði: “Ja, men so skuldi tú ikki havt sagt ja, um tú ikki torir at byrja, fyrrenn peningurin er tøkur!”” Tá ið Brynleif var farin, segði Dora við Dánjal: “Eg haldi tað var rætt, sum Brynleif segði! Vit leggja tað fram fyri Harran!””
Farið verður undir at byggja
So varð farið til verka! Spakin varð settur í 6. oktober 1965, men tá ið tað í 1966 gjørdist greitt, at ALV-húsið ikki fekst aftur í 1967, varð rættilig ferð sett á byggingina í Vatnsoyrum, og longu í juli 1967 varð húsið so frægt liðugt, at tað kundi nýtast til barnalegurnar. Brynleif og Elsa búðu um hesa tíðina í Vestmanna, men fluttu síðani til Sørvágs.
Dánjal gjørdi avtalu við timburhandlarnar í Sørvági og fekk tilfarið rentufrítt, um tað varð goldið innan eitt ár og 5%, um tað varð goldið innan tríggjar mánaðir. Tað mesta varð goldið innan tríggjar mánaðir. Dora hevði bókhaldið ta fyrstu tíðina. Peningur kom altíð til tíðina og arbeiðsmenninir fingu sína løn hvønn fríggjadag. Arbeiðið varð grundað á sjálvbodna hjálp, meðan fakmenninir fingu løn fyri arbeiði sítt.
Legurnar byrja í Zarepta
Tað var ein stórur dagur fyri okkum øll – 2. juli 1967 – tá ið húsið varð tikið í nýtslu og fyrstu børnini komu vestur. Húsið varð upprunaliga ætlað til at rúma 70 børn, men skjótt vaks talið á børnum so nógv, at næstu árini var trupult at hýsa børnum, leiðarum og starvsfólki. Hvør krókur varð brúktur, enntá ovastaloftið. Húsið var 30 x 10 metrar til støddar í trimum hæddum.
Brynleif elskaði børnini og tey hann. Hann hevði serstøk evni at fanga áhuga teirra og dugdi so væl at seta gleðiboðskapin einfalt fram fyri tey og læra tey orð Guds. Nógv varð sungið og gleðin var ómetaliga stór millum øll.
Hjálpandi hendur og stórur offurvilji
Tørvur var bæði á monnum og kvinnum at hjálpa til, ikki minst, tá ið hugsað verður um matgerðina í køkinum til hundraðtals børn hvørja viku. Brøður og systrar úr øllum landinum settu bæði eina og fleiri vikur av hvørt summar til tess at vera við í verkinum.
Samferðslan millum oyggjarnar og bygdirnar var vánalig við ringum vegum, trongum ferðaskipum, fáum tunlum og ongum undirsjóvartunlum. Unga fólkið í dag dugir illa at seta seg inn í umstøðurnar, sum tá valdaðu.
Gávur og matur vórðu send vestur frá kendum sum ókendum, eins og í dag. Frá byrjan vórðu mong børn frelst og halgaðu lív sítt til Harran. Í dag eru mong av hesum børnum sjálv bæði pápar og mammur, abbar og ommur, sum prísa seg lukkulig fyri hetta tiltak.
Brynleif fekk fýra ár í Zarepta
Men so hendi flogvanlukkan í Mykinesi, og Harrin tók Brynleif heim til sín. Tað var eitt hart slag, fyrst og fremst fyri familjuna, men eisini fyri okkum, sum starvaðust saman við honum. Men Harrin mistekur seg ongantíð, og har vóru við tað sama bæði hendur og herðar, sum vóru til reiðar at føra verkið víðari.
Hetta hendi í september í 1970. Eftir hetta átók Páll Poulsen sær leiðsluna av barnalegunum, sum øktust ár undan ári.
Nýggj hús, ymisk ábyrgdarfólk og betraðar umstøður
Í 1972 var so trongt í húsinum, at tríggjar smáttur máttu byggjast á økinum til starvsfólk og leiðarar. Í 1977 varð nýtt hús bygt í einari hædd, 42 x 13,20 metrar í stødd, og í 1978 varð ein hædd sett omaná. Nú vóru fleiri sovipláss. Nýggjur salur varð gjørdur í ovaru hædd í nýggja bygninginum, sum rúmar úti við 300 fólkum, og í niðaru hædd nýggjur køkur og nýggj matarhøll, sum tekur um leið 300 fólk.
Talið á børnum og ungdómi var nú komið upp móti 1200, onkuntíð um 1500.
Í 1976 komu Poul Færø og Símun Pætur á Torkilsheyggi í leiðsluna, við tað at Páll Poulsen fór til Grønlands eitt skifti. Í 1988 kom John í Skemmuni við í leiðsluna. Hann var fyrst saman við Poul Færø og síðan nøkur ár saman við Símun Pætur á Torkilsheyggi – fram til ár 2000. Eitt skifti var John einsamallur í leiðsluni, men seinastu árini hevur Kirstin Samuelsen verið saman við honum.
Umstøðurnar eru so við og við vorðnar frábera góðar við innandura svimjihyli, graslíkisvølli og spæliútgerð, eins og kano- og róðrarbátum at rógva við hjá børnunum og teimum ungu á vatninum og í ánni.
Arbeiðið víðkar við øðrum legum og stevnum
Umframt barnalegurnar hava ungdómslegur og bíbliuskeið verið hildin á hvørjum ári, síðani byrjað varð. Sum árini eru farin, er arbeiðið víðkað við legum fyri brekað, familjulegum, hjúnalegum, legum fyri einlig, eins og og kvinnu- og mansstevnum, o.fr.. Sostatt hava allir aldursbólkar – frá børnum undir skúlaaldri til tey elligomlu – átt heima í Zarepta.
Soleiðis hevur arbeiðið hildið fram øll árini og talið á luttakarum og starvsfólkum í summarhálvuni hvørt ár, er nú komið upp á 3000 – 4000 fólk.
Um vetrarhálvuna hava samkomurnar vikuskiftislegur nærum hvørt vikuskifti, so húsið verður so at siga nýtt til eitthvørt tiltak alt árið ígjøgnum.
Sjálvboðin hjálp
Eingin í Zarepta arbeiðir fyri løn! Alt er grundað á sjálvboðið arbeiði. Børnini gjalda sjálvandi legugjald, sum eisini umfatar ferðagjaldið aftur og fram.
Hvørja viku verða matvørur sjálvboðið savnaðar saman í samkomunum kring landið, og bussur koyrir runt at heinta tær. Tá ið bussurin so kemur vestur og øll rúgvan verður savnað saman í “krukkuni”, stillar starvsfólkið seg rundan um rúgvuna, meðan onkur takkar Gudi fyri gávurnar. Tað er ein grípandi sjón! Nógvar søgur eru um bønarsvar og hvussu Harrin hevur útvegað tað, ið tørvur var á – í tøkum tíma!
Endamálið við legunum:
Fyrsta og fremsta endamál við legunum er:
At vinna børn og ung fyri Kristus
At styrkja børn og ung í trúnni á Kristus
síðani:
At fremja gott samanhald millum allar luttakarar á leguni
Spæl og likamsvenjing
At leggja støði undir ymiskar dagligar lívsmeginreglur:
a) – vera ásettum reglum lýðin
b) – fremja siðiliga atferð
c) – virða náttúru-, mentanar- og tjóðskaparvirði.
Eitt 40-ára undur!
At hetta arbeiði hevur latið seg gjørt øll hesi árini, er eitt satt Guds undur, og tað er Harrin, og ikki vit, ið eiga æruna fyri tað!
Zarepta hevur knýtt tey trúgvandi og samkomurnar saman sum einki annað og hevur havt stóran týdning fyri land og fólk okkara. Har eru mong lív bjargað, umbroytt og endurreist og mong heim signað. Mangir av trúboðarum okkara, sum nú starvast í fjarskotnum londum, kendu eisini fyrstu ferð kallið til tænastu fyri Harran – í Zarepta!