Netvarp

R7 - Savn

við Kelduvaðið sunnukvøldið

Sunnukvøldið 17. januar kl. 21.00 á radio.fo – FM102 og FM107,1

Gunnleyg Kallsberg lesur Orðið fyri dagin: “Bønarlív okkara”.

John Færø talar um evnið “Hvussu brúka vit lív okkara?”.

Og so hava vit eisini góðar sangir í sendingini:
Alex Bærendsen: “Mangan í stillastu skýmingarstundum,” – nr. (1179).
Betesdakórið: “Gud vís okkum náði,” – upptøka tá ið kórið vitjaði í Sweits.
VITIN: “Krossins træ er bjartur viti,” – (nr. 1169).
VITIN: “So fremmand tey mær tyktust, tey góðu gleðiboð,” – (nr. 493).
VITIN: “Tikin til staðin har gøtan er gull,”
Alex Bærendsen: “Mangir bústaðir í Faðirs húsi eru,” – (nr. 1333).
Sangbrøður: “Vit siga tær takk, góði Gud, fyri títt trúfesti,” – (nr. 292).

Síðani vakrir horntónar av sanginum “Ver tú hjá mær, nú náttin kemur á,” – (nr. 715)
Kelduvaðið verður endursent hóskvøld kl. 21.00.