Netvarp

R7 - Savn

Væleydnað drotningavitjan í Zarepta

Jákup N. Olsen, leiðari fyri Zarepta heldur røðu fyri drotningini.

Poul Jóhan Djurhuus skrivar:

Hennara Hátign fegin um Kristiligt virksemi

Leygardagin 17. juli 2021 koyrdi fylgið og Hennara Hátign, Drotning Margretha, niðan í Zarepta í Vatnsoyrum, sum eisini var við í Royalu skránni hjá Kongshúsinum.
Hetta er fyrstu ferð, at ein slík vitjan er í Zarepta. Dagliga leiðslan skrivaði í brævi til samkomurnar:
“Fyri okkum í Zarepta er hetta ein stórur framíhjárættur, at Hennara Hátign Drotning Margretha ynskir at vitja í Zarepta. Vit síggja hetta sum eitt høvi at røkka enn longur við endamálinum við Zarepta!”
Tann reyði gonguteigurin var rullaður út og ein stólur av tí fínara slagnum var settur fram á nýspulaða túninum. Nógv høvdu leitað sær í Vatnsoyrar henda dagin, og tá ið bilafylgið við drotningini, løgmanni, ríkisumboðnum, borgarstjóra og øðrum í fylgi, kom koyrandi niðan í Zarepta eftir gomlu niðankoyringini, stóð nógv fólk og tók ímóti; har ímillum Betesdakórið, sum framførdi kórsang fyri Drotningini, eisini á donskum. Kórið varð stjórnað av Torkili Mørkøre. Tað fyrsta, sum var sungið, tá ið fylgið var komið úr bilunum, var “Lat gleðiboðskap frá Zarepta blaktra út!”

BLÓMUTYSSI
Tá ið Hennara Hátign var komin at sita, fór 6-ára gamla Kiara av Rana, langabbadóttir stovnaran av Zarepta, Brynleif Hansen, heldur smæðin, at handa Drotninigni eitt blómutyssi, sum mamman, Elsa, hevði sett saman úr føroysku náttúruni. Drotningin møtti tveimum fittum smágentum henda dagin uttanfyri Zarepta, tí at dóttir borgarstjóran hevði eisini eitt blómutyssi til Drotningina. Tær bukkaðu eisini so perfekt fyri Drotningini.

Kiara, langabbadóttir Brynleif Hansen, sum stovnaði Zarepta, handaði drotningini blómutyssi. Kira er her saman við mammu sínari, Elsu.

JÁKUP, ELSE OG DROTNINGINI
Tá ið Betesdakórið hevði sungið var tað Jákup N. Olsen, sum í løtuni er virkandi fyristøðumaður í Zarepta, ið helt røðu fyri Drotningini. Jákup greiddi frá, at talan er um eitt kristiligt legupláss fyri børn, ungdómar og barnafamiljur, har dentur verður lagdur á at kunngera gleðiboðskapin í evangeliinum og at læra úr bíbliuni.

Betesdakórið sang fyri drotningini. Torkil Mørkøre stjórnar kórinum.

Tá ið uttanduraskráin var lokin, varð farið inn í matarhøllina, har borðreitt var fyri innbodnum við einum drekkamunni. Dorrit Olsen, kona Jákup N. Olsen, heilsaði Drotningini og greiddi í stuttum frá tí aktiva virkseminum bæði í matarhøllini og í køkinum, tá matgerast skal til 250 lívligar ungdómar. Síðan gav Dorrit orðið til Elsu Djurhuus, sum greiddi Drotningi frá hvussu arbeiðið byrjaði fyri meira enn 50 árum síðan. Elsa var gift við stovnaranum Brynleifi Hansen, sum doyði í flogvanlukkuni í Mykinesi í 1970. Drotningin fekk at vita, at Elsa var úr Keypmannahavn og at tað var á barnalegum í Keypmannahavn, har hon og Brynleif luttóku í nøkur ár, at fyrsta frækornið til Zarepta varð sáðað.

Her eru nøkur brot úr taluni hjá Elsu: “Deres Majestæt, Dronning Margrethe, hjertelig velkommen her i Zarepta, det er en stor glæde og ære at få besøg af Dem………………… De kongelige havde et stort plads i mit barndomshjem, og min far bad Gud om at velsigne kongen og dronningen, og de 3 små prinsesser………….Så det føltes, som at jeg altid har kendt de kongelige på nært hold………Da der i vores kirke i København kom mange færinger, fik vi et tæt forhold til Færøerne………..Da jeg mødte Brynleif Hansen, som var færing, følte vi at vore hjerter brændte for børne- og ungdomsarbejde. Ønsket om at kunne begynde en sommerlejr på Færøerne voksede sig stærkere og stærkere. Vi bad meget for dette og tog et skridt i tro på at Gud ville give evnene og midlerne så det kunne lykkes…………………..Sommeren 1967 blev der arbejdet dag og nat, og glæden var stor da første bygning stod klar og sommerlejrerne kunne begynde. Gud har velsignet dette arbejde frem til denne dag………………………….”

Eftir tað góðu og hugnaligu løtuna í matarhøllini leiddu vertsfólkini, Dorrit og Jákup N. Olsen, Drotningina og fylgi gjøgnum millumgongina inn í nýggja bygningin “Niðaralon.” Har greiddi Jákup frá grønu íløguni í Zarepta, tá ið egið vatnverk varð knýtt til húsið, sum hitar allar tríggjar bygningarnar og nýggja stóra svimjihylin, sum hevur minkað munandi um oljunýtsluna í húsinum. Áðrenn Drotningin og fylgi fór aftur í bilafylgið, fekk hon høvið at síggja bæði svimjihylin, ítrivsrúmið og nýggju stóru spælihøllina og enntá við aktivum børnum.

Úr Zarepta gekk leiðin beinleiðis til gamla hotellið í Miðvági, har borðreitt var við døgurða, har umboð fyri Zarepta vóru boðin við.

KONGSHÚSIÐ VEIT UM ZAREPTA
Ein kann freistast at spyrja, nær og hvussu hevur kongshúsið og drotningin hoyrt um Zarepta?! Eitt er heilt vist, at frá nú av veit danska kongshúsið um kristiligt leguvirksemi í Zarepta og sjálvsagt eisini um virksemið í Nesvík. Vit velja at trúgva, at Drotningin hevur tikið til sín, tað sum hon upplivdi og hoyrdi í Vágum, og at hon hevur tikið tað við sær til familjuna. Hvør veit um ikki onkur danskur prinsur og donsk prinsessa ynskir at sleppa á summarlegu í Føroyum eftir at hoyra ommu sína greiða frá síni vitjan í Zarepta?! Kanska er tað eisini upp á tíðina, at Føroyar levera eina krúnprinsessu til danska kongshúsið – hví ikki?!

EITT HERÐAKLAPP
Man hevur aldri væntað eina tílíka vitjan, tá tað kristiliga mangan sýnist ikki at verða prioriterað. Men hetta er sera hugaligt og av sonnum eitt kveikjandi herðaklapp til alt kristiligt summarleguvirksemi, bæði í Nesvík og í Zarepta. Danska kongshúsið, ríkisumboðið og landsstýrið skulu eiga stóra tøkk fyri hetta.

KORONA
Korona er framvegis ein veruleiki, og tað kom til sjóndar undir vitjanini í Zarepta. Ætlanin var, at húsið skuldi vera fult við leguluttakarum og starvsfólkum, tí tað lá á ljóði, at Drotningin fegin vildi uppliva húsið í fullum virksemi. Men so varð ikki. Orsaka Koronu, varð júst henda legan avlýst. Men har vóru kortini foreldur og børn í góðum hýri, sum spældu uttanfyri, róptu, vóru í svimjihylinum, og nøkur í ítrivsrúminum, og tí kundi Drotningin og fylgi kortini fáa eina fatan av hvussu ein legudagur er í Zarepta.

TRYGDIN
Væl áðrenn Drotningin kom í Zarepta, høvdu hundar hjá donsku løgregluni snoddað undir hvørjum borði og bonki uttan tó at finna nakað ivasamt. Onkur helt, at løgreglumenninir vóru kaffitystir, og bjóðaði teimum kaffi inni í køkinum. Hetta tóku teir sera væl ímóti og takkaðu fyri allan blíðskap. Eisini teir vístu stóran áhuga í húsinum og fingu nógv at vita um søguna og endamáli við húsinum. Onkur teirra helt, at hetta var ein skúli.

Ein hendingaríkur dagur í Zarepta saman við Hennara Hátign Drotning Margrethu, sum vit altið koma at minnast við hávirðing!

“Gud bevare Danmark og Færøerne!”

Kristiliga Tíðindatænastan
v/poul jóhan djurhuus, Glyvrar
Tlf: +298 228314
gjaranes@gmail.com
Sí facebookvanga
Skrivað: pjd, Glyvrar 01.08.2021