Ungir menn fara á bíbliuskúla hjá NTM – mikukvøldið í Betesda
Heimasíðan hjá Betesda skrivar:
Mikukvøldið kl. 20 verður møti í Betesda við luttøku av fýra ungum monnum, sum seinni í hesum mánaðinum fara til North Cotes í Onglandi á bíbliuskúla hjá NTM. Eftir møtið verður ein drekkamunnur, har høvi verður at heilsa upp á teir.
Teir fýra ungu menninir eru Malvinus í Gong, Teitur Isaken og Silas Jacobsen, sum eru úr Klaksvík, og Remi Rógvason Rasmussen, sum er úr Runavík.
Malvinus byrjaði á bíbliuskúlanum fyri ári síðan, meðan hinir tríggir byrja har nú eftir summarfrítiðina.
Bíbliuskúlin í North Cotes í Onglandi er partur av trúboðanarfelagsskapinum NTM, sum hevur trúboðarar í londum kring um í heiminum, har serligur dentur verður lagdur á at náa fólk og ættarbólkar, sum áður ikki eru náddir fyri Kristus.
Brøðrasamkomurnar í Føroyum hava í áratíggjur havt tætt tilknýti til NTM, sum fleiri av trúboðarunum úr Betesda virka innan.
Hjartaliga vælkomin í Betesda mikukvøldið 14. august kl. 20, har høvi verður bæði at hoyra og heilsa upp á hesar fýra ungu menninar.