Netvarp

R7 - Savn

Ukraina –

Frásøgn frá Poul Johan Djurhuus um ferð í Eystur Evropa:

Í apríl 1979 vitjaði eg á fyrsta sinni í Eystur-Europa. Hetta var í felagi við svági mínum Símun Fuglø, sum býr í Keypmannahavn, og skotska trúboðaranum, Føroyavininum Fred Kelling, sála. Vit tríggir fóru við bili úr Danmark, og vit vitjaðu fleiri Eystur-Europeisk komunistisk lond: Tjekkoslovakia, Pólland, Ungarn og Eystur-Týskland, har vit eisini vitjaðu Eystur-Berlin. Bilurin var á tremur við klæðum, sum vit býttu út, har vit komu. Eisini høvdu vit fitt av týskum markum við okkum, innsavnað í Føroyum, sum vit eisini býttu út eftir tørvi.

Av tí at UKRAINE er fremst á tíðindabreddanum í dag,
vil eg í hesum sambandi skriva nøkur orð um mína uppliving í UKRAINE:

Á hesi ferðini vóru vit eisini í UKRAINE/Sovjetsamveldið, har vit vitjaðu samkomur/kirkjur í býnum Lviv, sum í dag er vorðin Ambassadubýur, tí sendistovurnar eru fluttar úr høvuðsstaðnum Kiev av ótta fyri russum. UKRAINE var hæddarpunktið á ferðini hjá okkum, tí at vitja í Sovjetsamveldinum hesa tíðina, tá harðkókaði Leonid Brezhnev, komunisman og kalda kríggi var í hæddini, var sera forvitnisligt og ikki sørt spennandi.

Tvey ár frammanundan, í 1977, hevði Richard Wurmbrand vitjað í Føroyum og greitt frá, av egnum royndum, hvussu tey kristnu eru atsøkt í komunistisku londunum, m.a. í Sovjetsamveldinum; og nú hevði eg, sum eisini tulkaði boðskapin hjá Wurmbrand, høvið at síggja og uppliva hetta frá fyrstu parket – “og tað gjørdu vit!”

Vit fingu at vita, at vit ikki kundu tala Guds orð undir fríum umstøðum, men at vit kundu bera fram eina heilsan ella framføra ein sang. Tað var bert í Póllandi, at vit kundu tala Guds orð undir fríum umstøðum.
Tá vit komu inn um landamarkið til Ukraine og vórðu steðgaðir og tjekkaðir av Sovjettiskum/Ukrainskum vaktarmonnum, upplivdu vit á egnum kroppi, strangleikan og avmarkingarnar, sum Sovjettiska komunistiska stýrisskipanin bjóðaði teimum vitjandi og ikki minst teirra borgarum.

Har vit høvdu vitjað í Eystur-Europa varð okkum upplýst, at tá vit komu inn í Ukraine, so fóru vit at verða undir yvirvaking. Hvussu vit ferðaðust, og hvar og hvønn vit vitjaðu, fór at verða skrásett, fingu vit at vita. Tí var tað umráðandi, at vit ikki avdúkaðu hvar og hvønn vit vitjaðu í Ukraine. Tí parkeraðu vit aldri bilin tætt við heimið ella samkomuna/kirkjuna, har vit vitjaðu, men parkeraðu soleiðis, at vit fóru til gongu eitt ávíst strekki. Eisini bóru vit so í bandi, at vit ikki gingu í beinari linju á staðið; alt hetta til tess, at møgulig yvirvaking ikki fekk sporað okkara vitjunnarmynstur – “alt hetta gjørdi sterkt inntrykk á mína sál, sum bert kendi til frælsi í eini demokratiskari stýrisskipan!”

Í Lviv vitjaðu vit familjur og samkomur. Sunnudagin vóru vit á møti. Hetta var ein serlig uppliving. Salurin hevði umleið 400 sitipláss, men tað varð sagt okkum, at uml. 800 fólk vóru á møti, har helvtin varð standandi, meðan møti var. Møti var í tveir tímar. Vit fingu at vita, at fólk/njósnarar frá KGB vóru til staðar, og tí kundu vit ikki prædika, men vóru vælkomnir at bera fram eina heilsan ella ein sang, sum vit eisini gjørdu. Tá møti var liðugt, stóðu fleiri hundrað fólk uttanfyri og bíðaðu eftir at koma inn til næsta møti.

Vit vitjaðu eina familju, har pápin í húsinum var samkomuleiðari. Fleiri komu at heilsa upp á okkum, eisini ung fólk, tí tað var so sjálvdan, at vitjandi úr Vesturheiminum vóru á vitjan. Tey upplivdu okkara vitjan sum eina fríska staðfesting av, at vit í frælsa heiminum ikki høvdu gloymt tey, men at vit høvdu tey í hjørtum okkara.

“ÓSJÓNLIGA” SKÁPIÐ
Vit komu at tosa um bíbliur. Fingu at vita, at í Ukraine er tað bert 1 av 20, sum eigur eina bíbliu. Ein ung trúgvandi kvinna kom at heilsa upp á okkum, sum segði, at hon hevði aldri átt eina bíbliu. Maðurin í húsinum vísti okkum eitt skáp, sum var felt inn í veggin í stovuni soleiðis, at skápið sást ikki. Skápshurðin gekk fullkomiliga í eitt við veggin, og sást ikki uttan tú fekk at vita hvar hon var.

Húsfaðirin segði okkum, at hann átti nógvar andaligar bøkur, sum vóru dýrabarir skattir, tá hann skuldi granska í bíbliuni. Hann segði okkum, at bøkurnar vóru allar í skápinum, tí hann hevði ikki loyvi at hava atgongd til slíkar bøkur, og løgreglan/KGB kundi altíð ófráboðað banka á dyrnar.

Tey bóðu okkum so innarliga um at hava andaligar bøkur við okkum, tá vit komu næstu ferð. Tey søgdu okkum, at bæði bíbliur og andaligar bøkur verða avritaðar við hondskrift til tess, at enn fleiri fáa atgongd til bíbliuna og kristnan lesna. Vit sóu fleiri av hesum heimagjørdu bókunum.

NÝGGJAR TÍÐIR
Tá Ukraine fekk nýggja stýrisskipan í nítiárunum, bleiv alt hetta søga, sum eg havi greitt frá her. Síðani tá hava Ukrainubúgvar, kristin sum ikki-kristin, kunna liva í politiskum og borgarligum frælsi bæði tímiliga og andaliga, har tað ikki longur var neyðugt at hava loynilig skápir av ótta fyri lokalu løgregluni. Men hvat er tað, ið Putin ætlar í Ukraine?! Vil hann fáa fólkið aftur í tað Sovjettisku spennitroyggjuna?!

Ein áheitan til alt Føroyafólk, sum eru von at biðja, og kirkjur og frísamkomur: Lat okkum standa saman í forbøn fyri støðuni í Ukraine, og ikki gloyma bíbliuorðið, sum sigur: “Hjarta kongsins er sum løkir í hond Harrans. Hann leiðir tað, hagar sum Hann vil……………biðið fyri teimum, sum høgt eru sett, til tess, at fólkið kann liva eitt stilt og friðarligt lív í øllum Gudsótta og siðprýði!” Orðtøkini 21,1v. og Fyrra Tim.br.2,1-2v.

Tað er gott, at kirkjurnar hava opið,
so fólk kann leita inn til eina stilla bønarløtu
fyri støðuni millum Rusland og Ukraine!

Poul Jóhan Djurhuus