Tvær útgávur úr Fuglafirði nú á stroymingtænastunum
Tvær útgávur hjá teimum í Siloa i Fuglafirði eru nú komnar á talgildu tónleika stroymingstænasturnar.
Bólkurin Bros úr Fuglafirði gav í 1986 út bandið Heima. Á bandinum vóru 14 sangir, harímillum kunnu nevnast “Gakk tú tryggur”, “Nú er summartíðin gylta”, “Tú sum uppkveikti milliónir av stjørnum” og “Breið verndarveingir Tínar”. Sangurin “Tú sum uppkveikti milliónir av stjørnum” er við í Nýggju sangbók Guds fólks, og er nummar 351. Hann verður nú ofta sungin til møtini, bæði við lagnum hjá Jógvani á Lakjuni og við danska uppruna lagnum. Tað var eisini á hesi útgávuni hjá Bros, at sangurin hjá Hans Andriasi Djurhuus, við lagnum hjá Jógvani á Lakjuni, fyrstu ferð kom út. Og sigast má at lagið hjá Jógvani gjørdi hesa yrkingina til føroyska fólkaogn. Næsta vers ljóðar soleiðis:
Hýs í hjarta tínum bert tí góða,
gloym tað ónda, ið vil sára teg,
tá so fagrir sangir skulu ljóða
fyri tær á øllum tínum veg.
Í 2002 gav Siloakórið út fløguna, Nú ljósur er mín vegur, við 12 sangum. Eitt serligt eyðkenni við følguni er vakri, og neyvt harmoniseraði kórsangurin. Einkla uppsetingin av útgávuni ger hana rættiliga tíðarleysa. Heiti á fløguni er úr sangi nr. 462 í Nýggju Sangbók Guds Fólks, sum Victor Danielsen yrkti, Í deyðaskuggans landi, har triðja vers ljóðar soleiðis:
Nú ljósur er mín vegur,
eg ferðist trygt avstað,
tí eyga mítt, tað hevur
Guds stóru frelsu sæð.
Hvør svari fyri seg,
hvør veit, hvat hann man meina
mær tørvaði hitt eina,
at finna, Jesus, teg.
Hesar báðar útgávurnar eru nú tøkar á stroymingtænastunum og okkara bøn og vón er at tær verða til signing fyri tey sum lurta, og at onkur sum lurtar skal “finna Jesus teg”.