Tíðindi frá Atlantic mission
Síðan 2011 hevur evangeliski felagsskapurin, Atlantic mission, skipað fyri ferðum til grannalond okkara og í Føroyum.
Ferð til Randers frá 22. mars til 7 apríl
Aftur í ár varð ein ferð gjørd – og hesa ferð til Danmarkar, har Atlantic Mission ikki fyrr hevur verið á ferð. Ferðin var gjørd til Randers, har vit boðaðu evangeliið frá 22. mars til 7. apríl. Vit vóru 28 í tali á ferðini – teirra millum 13 ungfólk.
Trúboðanarskipið, Juvel II, var eisini við á ferðini og lá heilt innast í Randersfirði – har tað bert vóru 5 minuttir at ganga til gongugøtuna. Høli vórðu leigað mitt í býnum, so bæði báturin og hesi høli vórðu nýtt til ymis evangelisk tiltøk hesar dagarnar. Evangeliið varð boðað við gøtuevangelisering, við samtalu í kaféini, sum var í teimum leigaðu hølunum og við evangeliskum tiltøkum av ymsum slag bæði umborð og í landi. Evangeliið varð borið til fólk í hundraðtali, og vit takka Gudi fyri, at nøkur vóru, sum játtaðu trúgv á Jesus.
Ferð til Bømlo í Noregi í heystfrítíðini
Ætlanin er nú at gera eina ferð til Bømlo í Noregi í heystfrítíðini – frá 11. til 18. oktober.
Atlantic Mission var evangeliseringsferð á Bømlo í 2017 – tá við Juvel II. Hesa ferð verður ferðin loftvegis.
Møti verða í trimum støðum á oynni. Harafturat verða útimøti, vitjan á eldraheimi og eini kafe. Eisini verður gingið í húsini við kristiligum lesnaði og innbjóðingum.
Hjúnini, Sólvá – sum er úr Fuglafirði – og maður hennara Pól Rasmussen úr Søldarfirði búgva á Bømlo. Í samráð við tey er skráin løgd til rættis. Um onkur vil vita meir um ferðina, kunnu tit seta tykkum í samband við Ruth Gaardlykke, tlf 519090, t-post: atlanticmission@mail.fo