Teenstreet í ár
Corona royndi at órógva, men kortini sluppu yvir 500 tannáringar á TeenStreet í ár, tó ikki til Týsklands, sum vanligt hevur verið, men í Føroyum.
Fyrst í hesum mánaðinum skipaðu samkomur um allar Føroyar fyri TeenStreet í Føroyum. Vanliga fara hundraðtals føroyingar til Týsklands hvørt summar, men í ár vildi corona tað øðrvísi. Í Føroyum skipaðu samkomurnar ístaðin fyri 10 ymiskum legum. Vanliga hava vit sent um 400 fólk til Týsklands, tannáringar og vaksin, men í ár vóru yvir 900 fólk við í TeenStreet Føroyum, stórt 500 tannáringar og 400 hjálparfólk.
Sum vanligt á TeenStreet, varð nógvur dentur lagdur á bíbliuundirvísing, lovsang og samveru við Gud og hvønn annan. Umframt at samkomurnar skipaðu fyri egnum fyrilestrum og aktivitetum fyri tey ungu, vóru bíbliutímar og lovsangsmøti á stórskíggja.
Alt tað, vit kenna frá TeenStreet var sjálvandi eisini við, so sum Throne Room, ssh-løtur, InterAct og ikki minst stuðulsrenningar.
Nýggja koronaútbrotið royndi at leggja ein myrkan skugga yvir onkrar av legunum og nakrar teirra máttu eisini enda fyri tíðina. Men hóast hetta, so líta vit á, at Gud enn á trónuni er. Vit trúgva, at tað orðið, sum er sáað í hesi ungu teir dagarnar, tey vóru saman, fer at vaksa og bera ávøkst. Tí Harrin er ikki bundin av korona og gevst ikki at virka í teimum ungu fyri tað.
Tíðindaskriv: Dánjal av Rana 23.08.2020