Sonni Poulsen um bøn
Eg las eina bók um bøn langt síðani og vakti hon av álvara tankarnar. Rithøvundurin vísti á at vit kundu vera eins virkin sum trúboðin hinumegin klótuna, ja enntá í vissum førum meiri virkin enn trúboðin. Eg fari at geva áðurnevnda rithøvunda rætt í tí at har – á knøunum – er tað at veruligi bardagin fer fram. Eg minnist aftur á ta spennandi tíðina tá dragast skuldi úr neysti í verkinum í Mangseng, tí nú vóru vit so fræg í málinum, at vit skjótt fóru at byrja at læra úr Orðinum. Fleiri brøv vóru send til samkomurnar og einstaklingar við myndum av hvørjum húsarhaldinum í bygdini og grannabygdini Mangseng. Hetta var fyri enn aftur at minna tey heiløgu í Føroyum á at fara á knøini, tí nú var um at røkka ella støkka.
Tey heiløgu heima stóðu saman um okkum trúboðarar og eisini tey – tá – vantrúgvandi í Mangseng. Harrin gjørdi tað Hann hevði lovað, at geva Orði Sínum vitnisburð, og opnaði eygu teirra.
Hvussu stóran part átti bønin í Mangsengverkinum? Í Ápostlasøguni 2:42 lesa vit um teir fýra grundstólparnar samkoman virkar undir:
Læran
Samfelagið
Breyðbrótingin
Bønirnar
Her er bønin síðst nevnd, men når enden er god er alting godt. Vit hava kanska lyndi til at halda at okkara fjarandi ár ikki hava nakað at bjóða Harranum og verki Hansara; men so er ikki. Tí helst eru vit meiri virkin í verkinum enn á okkara yngru árum – bønini at takka.
Tá lærusveinarnir spurdu Harran hvussu teir kundu gera verk Guds, svaraði Hann teimum „Hetta er verk Guds, at tit trúgva á Tann, ið Hann hevur sent.“ Júst so, verk Guds er álit á Harran, antin vit liggja seingjaliggjandi ella eru á fótum.
Eg minnist eina hending eftir eitt frágreiðingarmøti um Mangseng. Hetta var í Ebenezer. Systkini gleddust um ljósmyndirnar av tí Harrin hevði gjørt har úti í Mangseng. Tá fólk fóru av stað aftur var ein bróður sum gav mær eitt so hjartaligt lógvatak, hyggur upp á meg og sigur: “Eg havi biðið dagliga fyri tykkum.” Eg fór so sjálvur á dyr og tankarnir mólu í høvdinum: “nú skilji eg hví henda og handa ómøguliga støðan eydnaðist, hví vit fingu styrki eftir veikleika, o.s.fr.” Tí var tað at tað bleiv til unga har úti, tí fólk bóðu. So ja, tykkara partur liggur ikki eftir har eysturi, og ein dag koma tit at verða saman við teimum tit vóru við til at vinna fyri Harran.
Ein bróður sum ongantíð hevði møtt mær, og lá á ellisheimi, hevði hvønn mánað sent okkum eina peningagávu. Eg hevði avgjørt at eg mátti fara og vitja hann ta einu ferðina vit vóru heima. Vit sótu í uppihaldsstovuni. Hetta elskuliga menniskja sigur so einaferð tá eg skuldi fara: “Kom líka inn á kamarið og eg skal vísa tær hvar eg biði fyri tykkum.” Hann fer so inn á kamarið við mær og vísir mær eitt gólvteppi við tveimum djúpum kullum. Hann sigur so: “Her biði eg fyri tykkum.” Tá var lítið um meg, henda resta trúboðan sum varð borðin fram á av einum Harrans barnið sum kendi veikleika, tó ikki í bønini.
Sama var eftir eitt møtið, eg var boðin til hús. Tá vísir konan í heiminum mær bonkarendan hon legði seg niður yvir tá hon bað fyri mær og mínum.
Kona mín sigur sjálv, tá tað oftani var tungt har úti, og at hon tíðum lá í andvekri; men tá at vita at, hinumegin klótuna, vóru fólk í bøn fyri okkum; og tað gav styrki.
“Ja ikki upp til knýggja” hava vit oftani fyri. Men eg fari at loyva mær at endurgeva hetta á rættan hátt, at tað var júst til knýggja at undurverkið í Mangseng gjørdist veruleiki.
William Carey, slóðbrótarin innan nýggjari trúboðan, umsetti Skriftina og partar av henni til 35 mál. Hann var ein úrmælingur; men hann hevði systur sum var seingjaliggjandi við restandi førleika – og hon bað!
Tey bóðu!
Sonni Poulsen juni 2024