Sang.fo – heildarsavn av føroyska sang- og sálmaskattinum
Seinastu árini hevur Óli Nicodemussen arbeitt við einari nótabók til Nýggju Sangbók Guds fólks frá 2015. Hetta arbeiði er við at koma undir land nú, og væntandi verður seinasta bindið av trimum við nótunum til sangirnar 1001-1504 liðugt áðrenn páskir.
Óli ætlar at halda fram við nótaarbeiðinum og sigur: ”Tó ætli eg mær hvørki at “lata akkir falla” ella “lata hendur falla” nú, men eg havi eina nýggja verkætlan klára, sum byrjar nú á nýttárinum 2024.”
Óli heldur fram og sigur: ”Eg fari nú undir eitt heildarsavn á allnótini av føroyska sang- og sálmaskattinum við tilhoyrandi løgum – eina heimasíðu, SANG.FO – ið ætlandi skal innihalda allar borðbærar føroyskar sangir og sálmar, sum lógliga fæst hendur á – tekstir, nótar og ljóðfílur (MIDI/MP3) – tekstirnar avskrivi og rættlesi eg, nótarnar skrivi eg niður og ljóðfílurnar spæli eg inn.”
Samanumtikið er SANG.FO:
- Eitt heildarsavn av øllum tí føroyska sang- og sálmaskattinum
- Innspælingar av flestu løgunum, sum Óli ger sjálvur
(ikki nakað mekaniskt, sum eitt nótaprogramm ger) - Nótar til flestu sangirnar, sum verða í fleiri útgávum:
a. Standard (vanliga harmoniseringin) – til mest sum allar
b. Einfald (vanliga harmoniseringin, ið er foreinklað so nógv, sum er forsvarligt) – til nógvar
c. Útbygd (vanliga harmoniseringin, ið er útbygd í nøkulunda sama stíli) – til onkrar
d. Alternativ (’Ólsk’ harmonisering, orgulpunkt o.a. kreativar variatiónir) – har, ið tað er spennandi
– Allir nótarnir verða í besifring/talmerkingum t.v.s. melodistemman + akkordir omanfyri, og harumframt verður teksturin til fyrsta ørindi niðanfyri.
Óli heldur fram og sigur:
”Viðvíkjanid upphavsrætti, so skal eg bara fyrihalda meg til rithøvundin av tekstinum ella lagnum – við tað, at eg niðurskrivi nótarnar og innspæli løgini sjálvur, so skal eg ikki hugsa um “útgávur” av produktinum – í útgangsstøðinum rokni eg tað fyri givið, at slíkt sum er í almennari umferð, er tað við samtykki rithøvundans, men eg vil sjálvandi spyrja í ivamálum – og sletta, um eg fái boð frá rættindahavara um tað.
Arbeiðið verður gjørt – byrjandi nú í januar 2024 og áhaldandi komandi árini
- sum ólønt ítriv, ella
- sum høvuðsstarv, ella
- sum okkurt harímillum
– væntandi verður økonomiin í hesum ikki statiskt, men rættiliga varierandi yvir komandi nógvu árini, soleiðis at eg í tíðarskeiðum kann arbeiða nógv við hesum og aðrar tíðir millum lítið og einki.
Tó so – arbeiðið verður gjørt áhaldandi og leypandi ta tíð, sum eg fái sett av til hetta, so leingi eg havi lív og heilsu – og eg byrji nú í januar 2024! – Eg byrji við at gera tilfar, nótar o.a., klárt til SANG.FO
Fyrstu pengarnir verða brúktir uppá at fyrireika heimasíðu, sum nøktar tørvin hjá SANG.FO fyrstu nógvu árini.
Hava samkomur, einstaklingar ella fyritøkur hug at stuðla arbeiðinum hendingaferð ella regluliga,
so er kontunummarið til SANG.FO í Betri Banka (egin konto): 9181 0005736546
Føroyski sangskatturin er eitt stórverk, men ikki óendaliga stórt kortini – umleið 5.000 sangir og sálmar eru útgivnir í sangbókum seinastu 100 árini, og tá kendastu 3.000 av teimum eru savnaðir sum tekstir og løg við vanligari harmonisering, so er savnið nóg stórt og umfatandi til at kallast eitt heildarsavn – tað arbeiðið er tó ikki meiri enn 10 ársverk – men savnið verður ongantíð liðugt sum so, tí nýggir sangir koma afturat, gamlir kunnu finnast fram, og løg kunnu skrivast í nótar og innspælast sum ljóð í alternativum harmoniseringum. Havi eg lív og heilsu og góðar arbeiðsumstøður, so fái eg arbeitt miðvíst við hesum í nógv ár fram.Tíðin vil vísa, hvat ið stendur eftur, táið eg leggi frá mær fyri aldur – men eg havi hug og evni til hetta.”
—-
Óli Nicodemussen, Argir januar 2024