Samfelagsstevnan 2024
Vit eru Harranum takksom fyri, at vit aftur í ár kunnu bjóða tykkum til samfelagsstevnu í
Ebenezer.
Um Gud vil, verður byrjað við bønamøti mikukvøldið 6. november kl. 20, og møtini halda so
fram til sunnukvøldið 10. november.
Heitið á samfelagsstevnuni í ár er:
”Kristus í mær”
Eg eri krossfestur við Kristusi, og nú er tað ikki longur eg, sum livi; nei, Kristus livir í mær, og
lívið, sum eg nú livi í holdinum, livi eg í trúnni á Son Guds, sum elskaði meg og gav Seg
sjálvan fyri meg. Gal. 2.20.
Møtini fríggjakvøldið, leygardagin, sunnudagin seinnapart og sunnukvøldið, umframt
sunnudagsskúlin sunnudagin kl. 12, verða í Ítróttarhøllini á Hálsi. “Opið hús” fríggjakvøldið og
leygarkvøldið verður eisini í Ítróttarhøllini. Hini møtini, íroknað morgunmøtið sunnudagin kl.
11.00, verða í Ebenezer. Nærri kunning um møtini verður lýst á heimasíðuni www.ebenezer.fo.
Havið í huga, at á møtunum hósdag og fríggjadag fyrrapart og seinnapart er høvi frítt at bera
ein boðskap fram úr Orði Guds.
Árligi kunningarfundurin verður í Ebenezer leygardagin kl. 10–12.
Innsavningin sunnumorgun fer í ár til trúboðarar. Fyri at geva so mongum sum gjørligt høvi at
stuðla, er eisini møguligt at flyta pening á kt. nr. 9181-495.323.3.
Borðreitt verður við smurdum breyði í Ítróttarhøllini millum møtini sunnudagin seinnapart.
Bøn og ynski okkara er, at Harrin vitjar okkum hesar dagar við Orði og Anda sínum, soleiðis at
vit verða styrkt og uppbygd í trúnni á Harra og Frelsara okkara Jesus Kristus.
Latið okkum biðja, at menniskju koma at kenna Jesus Kristus sum Frelsara og Harra bæði
gjøgnum Orðið, sum kunngjørt verður og gjøgnum samfelag og samtalu.
Vit ynskja eisini at hava samfelag við tykkum í heimum okkara. So verið vælkomin at vitja
okkum heima við hús.
Samkoman í Ebenezer