Netvarp

R7 - Savn

Poul Jóhan Djurhuus hugleiðir um sína fyrstu uttanlandsferð

FYRSTA UTTANLANDSFERÐ

– hugleiðing 60 ár í baksýnið

Leygardagin 22. juni helt eg mín 74 ára føðingardag. Hesin dagurin fyri 60 árum síðani, 22. juni 1964, var ein serligur dagur fyri meg – eg bleiv 14 ára gamal, og sama dag fór eg við mammu míni til Íslands. Vit fóru við ferðamannaskipinum hjá DFDS Dronning Alexandrine.

Eg minnist, at fólk í hópatali høvdu leita sær oman á Eystaru bryggju at síggja ferðafólk og siga farvæl. Dronningin var ikki so høg sum Norrøna, og tí bar til at standa á bryggjuni og tosa við tey, sum stóðu á dekkinum, og enntá bar til at taka í hondina eftir at endarnir vóru loystir. Tað var vanligt tá, at Havnafólk fylktist oman á Eystaru bryggju at síggja ferðamannaskipini koma og fara – tað mundi vera forvitnisligt at síggja hvør kom og fór.

Mamma ynskti at vitja eitt systkinabarn á Hafnafjørðinum. Hon vildi at eg kom við, tí so var hetta eisini ein føðingardagsgáva á mínum 14 ára degi. Eg minnist væl, at pápi stóð við opnu bilhurðina og veitraði, tá vit fóru frá bryggju. Tá feldi eg tár, tí tað kendist so tungt at skula skiljast frá pápa.

Hetta var ein sera spennandi dagur og ein spennandi ferð, tí hetta var mín fyrsta uttanlandsferð, og eg var serdeilis spentur at skula síggja eitt annað land enn Føroyar. Eg hevði ein barndómskammerat, hvørs pápi sigldi sum skipari við danska handilsflotanum. Hann hevði siglt úti við pápa sínum fleiri ferðir, og hevði longu verið í fleiri londum, tá vit vóru smádreingir. Tá hann tosaði um støðini hann hevði sæð, minnist eg, at eg mangan hugsaði, “at eg fari nokk ongantíð at síggja eitt annað land!”  

EITT KLASSISKT SKIP

Sjálvtøkubúffé var ikki umborð um tað mundi, men tað varð boðað manuelt til morgunmat, døgurða og nátturða við eini ringibjøllu. Tað var ein serligur hugni, tá tað varð ringt til máltíðirnar. Máltíðirnar vóru íroknaðar ferðaseðilin, so pening nýttist einum ikki at hugsa um. Vit ferðaðust á fyrsta klassa. Dronningin, sum hon varð kallað mannamillum, var eitt hugnaligt klassiskt ferðamannaskip við stíli. Borðreitt var á einum langum borði, har skiparin í uniformi sæt við annan endan, og við hin borðendan sæt maskinstjórin, eisini í uniformi – tað var ein stílur við respekt og aura yvir máltíðunum, har tænarar tæntu við borðini!

Siglt varð beinleiðis til Reykjavíkar. Tað fyrsta, sum eg sá av Íslandi var vulkanska oyggin Surtsey, sum var komin undan kavi í einum eldgosi árið fyri í 1963. Eg var so spentur at síggja, at eg fór ikki til songar, og hon  goysti framvegis, tá vit sigldu framvið. 

ÍSLENDSKAN VINMANN

Vit hildu til á Hafnafjørðinum, har systkinabarnið hjá mammu, Sonja, sum kom úr Húsavík, búði saman við manni sínum, sum var íslendingur og skipari á íslendskum trolara. Eg fekk ein góðan vinmann, sum kallaðist Stefan. Vit vóru nógv saman. Hann hevði summarferiuarbeiði, sum íslendarar kalla Í SKREYTINI. Hetta er turrfiskur, sum verður hongdur upp á turkiløg, ið fevna yvir fleiri 100 metrar. Fiskurin varð seinni útfluttur til Svertingarnar, sum íslendarar søgdu. Ígøgnum vinmannin fekk eg arbeiði í Skreytini. Hetta dámdi mær væl, og eg kom á lønarlistan, sum kom væl við.

Vit sóu nógv av Íslandi, tá systkinabarnið og maðurin vóru sera blíð og koyrdu við okkum til mong forvitnislig støð, har ímillum Tingvallir, Gullfoss, Hveraðgerði/Geysir, og eisini vitjaðu vit á matstaðnum á ovastu hædd á Hotel Saga í Reykjavík, sum tá var nýtt og fínasta hotel í Íslandi, sum sagt var okkum.

Pápi kom  til Íslands beint eftir kríggi í 1945, har hann arbeiddi í trý ar. Hann kom regluliga í eina samkomu í Reykjavík, sum lá í Bræðaborgarstígur. Eg og mamma fóru at vitja samkomuna og samkomuleiðaran Jón Betuelson við eini persónligari heilsan frá pápa. Hetta var eisini ein góður og gevandi dagur.

TOGAÐI SKEIVA VEGIN

Meðan eg var í Íslandi merkti eg á fyrsta sinni, at tað fór at toga skeiva vegin. Eg kendi tær øndu kreftirnar lokkaðu og freistaðu, men alla tíðina var tað áminningini, sum ein hevði fingið í uppvøkstrinum, sum gav afturljóð í innaru oyrunum: “Hvussu skal hin ungi halda veg sín reinan? Við at halda seg til Orð Guds!” “Tá syndin lokkar sig tá nei!” Minnist at eg hesa tíðina í Íslandi læs meiri í bíbliuni enn vanligt var, hetta tí eg kendi, at eg gjørdist sterkari við Orði Guds – við Guds hjálp kom eg sigrandi ígjøgnum, og hálvtannað ár seinni lat eg meg doypa og gav mítt unga lív yvir til Harran!

JÓGVAN PURKHÚS

Hugsaði ikki um tað tá, men seinni og til dagin í dag havi eg mangan hugsa um tað. Tað sum seinni gjørdi ferðina við Dronning Alexandrine til nakað heilt serskilt fyri meg var, at Trúboðarin Jógvan Purkhús var við á ferðini til Íslands hendan túrin við Dronning Alexandrine, tá eg og mamma fóru til Íslands 22. juni í 1964.

Eg var bert 14 ára gamal og hevði ikki møtt Jógvani áður, men hevði hoyrt hann tala á møtum, og hevði eisini hoyrt og lisið um hann í blaðnum LÍV og LÆRA, sum Petur Háberg skrivaði og gav út. Eg minnist tá mamma, umborð á Dronningini, peikaði mær á Jógvan og segði: “Hatta er Jógvan Purkhús…..hann fer til Íslands at arbeiða sum missionerur!”  Hetta gjørdi stórt árin á mítt unga sinni, og hvørja ferð eg sá Jógvan umborð hugsaði eg um hetta. Kann ikki minnast um eg prátaði við hann umborð, men Jógvan hevur seinni sagt, at hann og mamma prátaðu saman, og at hann eisini heilsaði upp á meg tá.

Í 1967, trý ár eftir ferðina við Dronningini, skrivaði eg bræv til Jógvan, sum eg framvegis goymi, har eg bjóðaði meg fram at hjálpa til á Ástjørn. Jógvan skrivaði aftur og bjóðaði mær at vera hjartaliga vælkomin. Síðani tá hava Jógvan og eg verið hjartans vinmenn – “tað er ikki vist, at um eg ikki hevði møtt Jógvani umborð á Dronningini 22. juni 1964, at eg hevði hugsa um at farið til Ástjørn at hjálpa til! tí Jógvan gjørdi inntrykk á meg, tá mamma segði mær, at hann fer til Íslands at arbeiða sum missionerur!”

Øll míni ungdómsár var Jógvan Purkhús ein av mínum stóru fyrimyndum!

Poul Jóhan og Jógvan Purkhús í Bethel í Vági í 2010. Aftanfyri til høgru síggjast Anna G. og Hans Djurhuus og John í Skemmuni sitandi við orglið.

Í 2022 vóru 60 ár liðin síðani 19 ára gamli Klaksvíksingurin úr Betesda, Jógvan Purkhús, fór til Íslands á fyrsta sinni at kanna landið, tí hann kendi eitt kall fyri Íslandi.

Í 2023 vóru 60 ár liðin síðani hann á fyrsta sinni fór á Ástjørn. Tað var tá hann møtti Rósu, sum hann seinni giftist við.

22. juni 2024 vóru 60 ár liðin síðani Jógvan Purkhús flutti endaliga til Íslands at virka sum trúboðari. 

Tað merkir, at í hesum døgum eru tað seksti ár síðani Jógvan Purkhús byrjaði í føstum starvi sum trúboðari í Íslandi. Jógvan var pionerur og skrivaði samkomusøgu, tí hann var fyrsti føroyingur, sum fór frá brøðrasamkomuni í Føroyum til útlandi at virka sum trúboðari – hann er har enn! lat okkum framvegis biðja fyri honum og Rósu!

_________________________________

Skrivað:
Poul Jóhan Djurhuus, Glyvrar
gjaranes@gmail.com – tlf.: +298228314