Páskamøtir við Skálafjørðin 2023
Samkomurnar við Skálafjørðin bjóða til páskamøtir.
Tað er ein gleði at bjóða til páskamøtir. Evnið hesuferð er “Hann pláss mítt tók í dóminum” Kolossebrævið 2,13-15. Vit ynskja at bjóða øllum, yngri sum eldri, hjartaliga vælkomnum til hesi møtir. At nýta høvið til at samlast við samkomunum kring skálafjørðin um boðskapin á páskum.
Skrá:
Skírðishóskvøld 6. apríl:
Kl. 19 Evangeliskt møti í Berøa, Saltangará
Kl. 21:30 Ungdómsmøti í Berøa, Saltangará
Langafríggjadag 7. apríl:
Kl. 15 Uppbyggingarmøti í Berøa, Saltangará
Kl. 19 Evangeliskt møti í høllini á Skála
Kl. 22 Ungdómsmøti í høllini á Skála
Páskaaftan, leygarkvøldið 8. apríl:
Kl. 19 Sangløta í høllini á Skála
Kl. 22 Ungdómsmøti í høllini á Skála
Páskadag 9. apríl:
Kl. 11 Minnismáltíð Harrans í Nerija, Skála
Kl. 16 Uppbyggingarmøti í høllini á Skála
(Nátturði í millum møtini)
Kl.19 Evangeliskt møti í høllini á Skála
“Hann pláss mítt tók í dóminum” er ein linja úr sanginum nr. 405 í NSGF. At Jesus Kristus tók pláss okkara á Golgata. At Hann hevur goldið dómin fyri syndina og býður øllum frelsu ígjøgnum Hansara dýra blóð. Hesa frelsu kunnu vit ogna okkum við trúgv á Hann. At tey sum frelst eru kunnu síggja fram í móti at møta upprisna frelsaranum ein dag. Hetta eru nakrir av sannleikunum vit samlast um á páskum.
Enn einaferð, hjartaliga vælkomin øll somul!
Samkomurnar í Nebo, Berøa, Elim og Nerija