NÝGGJA BERØA ALMENT TIKIÐ Í BRÚK
Í sambandi við at nýggi salurin hjá Brøðrasamkomuni í Runavík, BERØA, verður tikin í brúk, bjóðar samkoman til almenna móttøku í nýggja salinum leygardagin 02. apríl.
Móttøkan byrjar kl.12:00 við einum tiltaki fyri børn, har børnini eisini fáa bjóðað eina barnamenu.
Kl.14: heldur skráin fram við góðum felagssangi, stuttum boðskapi og solosangi.
Síðan heldur skráin fram allan dagin, har røður og sangur eru á skránni við ymiskum gestasangarum.
Kl.16:00 vitjar borgarstjórin Tórbjørn Jacobsen og heldur røðu, har Magnus Rasmussen eisini kemur at luttaka.
Kl.18:00 kemur trúboðin Poul Jóhan Djurhuus at greiða frá samkomusøguni.
Skráin endar kl.20:00 við gestasangarum úr Nebo, og trúboðin Petur á Roykheyggi endar móttøkuna við einum boðskapi.
Í kjallaranum verður Café opin allan dagin, har øll eru vælkomin.