Mannamunur móti kristnum í flóttalegum
Open Doors: Hákommiserurin hjá ST fyri flóttafólk metir, at umleið 84 milliónir fólk vórðu tvingsilsflutt í 2021, antin innan egin lond, ella – fyri 26 milliónir – tvørtur um landamørk.
Mong teirra eru kristin, sum flýggja undan forfylging.
Meirilutin verður verandi í egnum umráði, antin sum rikin frá húsi og heimi í egnum landi ella sum flóttafólk í grannalondum.
Meðan tey flýggja, eru tey í vanda fyri penganoyðslu, mannasmuggling ella handtøku.
Eygleiðarar hjá Open Doors siga, at kristin uppliva mismun og fáa sýtt humanitera ella aðra praktiska hjálp í flóttalegum.
Hetta rakar serliga fyrrverandi muslimar.
Harumframt verður eisini hópur av kvinnum og børnum útsett fyri neyðtøku, kynsligum trældómi og øðrum yvirgangi, ikki bert undir rýming, men eisini í sjálvum legunum.
Armóð og ótryggleiki økja teirra sárbæri.
Nøkur verða noydd til skøkjulevnað fyri at yvirliva.
Tí skýggja mong kristin flóttafólk heilt legurnar, sum merkir, at tey verða ikki skrásett og fáa tí ikki matvøruhjálp og sálarfrøðiligan stuðul. Børn teirra fáa onga útbúgving.
Open Doors Føroyar heitir á landstýrið og allar hjálparfelagsskapir, at vísa varsemi og tryggja kristnum fløttum somu neyðhjálp, ið hinir fløttarnir fáa.
Kelda: vp.fo