M. C. Restorff og Nikodemussangbólkurin nú á talgildu tónleikatænastunum
Í eina tíð hevur verið arbeitt við at talgilda eldru útgávurnar hjá M. C. Restorff og Nikodemussangbólkinum fyri síðani at leggja tær atkomiligar á talgildu tónleikatænastunum á alnótnini. Nú er loksins komið á mál. Nýggjaru útgávurnar, frá 1991 og fram, hava verið tøkar á netinum í nøkur ár.
M. C. Restorff hevur í meir enn 50 ár verið virkin á andaliga tónleikapallinum í Føroyum. Nikodemussangbólkurin hevði sín uppruna í ungdómsarbeiðnum í Ebenezer. Orsøkin til navnið “Nikodemus” er at finna í Jóhannesar evangelium kapitul 3, har ein ráðharri við navninum Nikodemus, leitaði sær til Jesus á nátt. Hann ynski at spyrja um hitt æviga lívið. Tað er frá tí samrøðuni at Jesus sigur tey kendu orðini í Jóh. 3.16: “Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann , skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.” Haðani kom navnið, tí ungdómsarbeiði ofta strekkir seg langt út á kvøldið og partvís næturnar.
Talan er um týddar sangir, yrkingar har løg eru sett til. Eisini eru onkrir sangir við kendum løgum, men har føroyskur andaligur tekstur er gjørdur til. Og so er eisini talan um upprunaligar yrkingar og løg.
Útgávurnar hjá M. C. og Nikodemussangbólkinum eru:
- 1971 – Meistarans hond
- 1975 – Lív
- 1977 – Hann legði í munn mín nýggjan song
- 1980 – Barnaminnir
- 1984 – Konsert við Nikodemussangbólkinum (í Norðurlandahúsinum)
- 1986 – Hildin – Nikodemus og vinfólk 15 ár
- 1988 – Ymiskt á leiðini
- 1991 – Ein glotti fyri framman – M. C. Restorff og Regin Guttesen
- 1994 – Nýtt og gott gamalt
- 1998 – Sálmar og sangir í nýggjum búna
- 2012 – Sanganna veingir
Í 1991 tók M. C. ein ungan spýra undir sítt veingjabreiði, tað var Regin Guttesen. Teir vóru saman um útgávuna “Ein glotti fyri framman”. Síðani tá hevur Regin, sum saman við konuni Heidi og teirra børnum, er trúboðari í Italia, eisini latið út hondum væl av tónleiki, m.a. útgávuna “Fjakkari”.
Tað er Bárður Norðberg frá Evangelisku Røddini sum hevur samskipa arbeiði. Finnur Hansen, Edvard Nyholm Debes og Eirikur Norðberg hava hjálpt til við talgilding og Óli Poulsen hevur fínpussa og re-mastra. Tað hevur verið drúgt arbeiði at finna fram tey bestu masterbondini, so góðskan kundi blíva so góð sum møguligt. Og í tí sambandi skal eisini ein tøkk ljóða til savnið í Kringvarpi Føroya.
Leggjast kann afturat at nú eru næstan allar útgávurnar hjá Evangelisku Røddini atkomuligar á talgildu tónleikatænastunum. Arbeitt verður víðari við at fáa tær seinastu út.
Vón og bøn okkara er at hesi orð og tónar skulu vera til frelsu, signing og uppbygging.
————————-
Evangeliska Røddin 31. oktobur 2024
Plátuhúsin til ”Meistarans hond” frá 1971. Frá vinstru standa Kári av Reyni, Kári Svensson, M. C. Restorff, Hans Joensen og Jógvan Norðbúð.
Plátuhúsin til “Lív” frá 1975. Ovast situr Gunnleyg Norðberg, tá Dam. Í miðjuni Ólavur á Váli og Kári Svensson. Niðast situr M. C Restorff, Mariann Restorff, Oddvør á Lakjuni, tá Gunnarsson, og Jógvan á Lakjuni.
Mynd frá upptøku til “Lív” frá 1977. Her verður tikið upp aftanfyri gallaríið í Ebenezer.
Plátuhúsin til “Hann legði í munn mín nýggjan song” frá 1977.
Mynd frá upptøku til “Hann legði í munn mín nýggjan song” frá 1977. Frá vinstru standa Kári Svensson, Jógvan á Lakjuni, M. C. Restorff og Ólavur á Váli.
Plátuhúsin til “Barnaminnir” frá 1980. Á myndini sæst M. C. Restorff saman við døtrunum Rósu Maria og Duritu.
Húsin til útgávuna “Konsert við Nikodemussangbólkinum” frá 1984. Konsertin var í Norðurlandahúsinum og bleiv upptikin og síðani givin út. Hetta var árið eftir at Norðurlandahúsið varð tikið í nýtslu.
Mynd frá “Konsert við Nikodemussangbólkinum”. Her síggjast frá vinstru Kári Svensson, Anna D. Háberg, Brita á Váli Smith og M.C. Restorff.
Mynd frá “Konsert við Nikodemussangbólkinum”. Her er ein pallmynd.
Húsin til útgávuna “Hildin – Nikodemus og vinfólk 15 ár.” frá 1986.
Hetta vóru tey sum vóru við at syngja inn til útgávuna Hildin – ”Nikodemus og vinfólk 15 ár” í 1986. Myndin er tikin í Norðurlandahúsinum.
Plátuhúsin til “Ymiskt á leiðini” frá 1988. Hesari útgávuni bleiv serliga nógv gjørt burturúr.
Strúkarar úr kongiliga kapellinum spældu á “Ymiskt á leiðini” útgávuni.
Løtumynd í upptøkuhølinum til “Ymiskt á leiðini”. Her síggjast Eli Smith, Árni av Reyni, Olaf Sloan og Ólavur á Váli.
Til sangin “So ymisk og tó” luttóku fólk úr ymsum samkomum.
Løtumynd úr kontrolrúminum í upptøkuhøli til “Ymiskt á leiðini”. Óli Poulsen sæst fremst á myndini. Hann stóð fyri framleiðsluni, sum var serliga umfatandi á hesi útgávuni. Óli hevur havt ein tíðandi leiklut í fleiri av útgávunum sum M. C. Restorff hevur staðið fyri.
————————-
Bárður Norðberg, +45 30661948
Eirikur Norðberg, +298 225202