Lívdin bjóðar øllum á gátt
Nýggi samkomubygningurin við Vegin Langa verður vístur fram komandi dagarnar
TÍÐINDASKRIV
Samkoman Lívdin er flutt í egnan, nýggjan samkomubygning í Hoyvík og bjóðar í hesum sambandi øllum at verða hjartaliga vælkomin á gátt.
Hósdagin til sunnudagin verður opið hús við fleiri ymiskum tiltøkum fyri børn, ung og vaksin. 26. august, hósdagin, er samstundis dagurin, tá Lívdin kann hátíðarhalda sín 20 ára stovningardag.
Fyri gott 20 árum síðani byrjaði virksemi í samkomuni við at fólk savnaðust heima við hús til húsbólkakvøld við sangi, andaktum og bønarløtum. Sunnudagin 26. august 2001 hevði Lívdin so fyrsta almenna møti sítt í leigaðum hølum í Virkishúsinum Virkni. Eftir nøkur ár har flutti samkoman virksemi sítt í Hoyvíkar Skúla í nøkur ár, og síðstu áleið 10 árini hava møti og sunnudagsskúli verið hildin í Skúlanum við Løgmannabreyt.
Nú er alt virksemið hjá Lívdini flutt í egnan samkomubygning við Vegin Langa í Hoyvík, har áleið 200-300 fólk savnast regluliga. Samkoman hevur skipað virksemið í nógvar ymiskar tænastur frá sunnudagsskúla, møtifyrireiking til forbønartænastu. Framyvir verða nógv betri karmar og umstøður at røkja hesar tænastur, nú nýggi samkomubygningurin verður tikin í nýtslu.
Samkoman ynskir, at allir hoyvíkingar, ja allir føroyingar, skulu kenna seg vælkomnar í Lívdina.
Nýggi bygningurin
Samkoman Lívdin yvirtók grundøkið sjálvt fyri 20 árum síðani, sum gáva frá Ebenezer. Bygningurin, sum nú stendur liðugt bygdur, er 1852 fermetrar í tveimum hæddum. Bygningurin, ið hevur ein stóran sal við sera góðum ljóðviðurskiftum til bæði talur, sang og tónleik, kann sessa upp til 850 fólk.
Selmar Nielsen, arkitektur, hevur teknað nýggja bygningin, sum samkoman av álvara fór undir at byggja fyri átta árum síðani. Umframt nakrar arbeiðstøkur hjá dugnaligum byggifyritøkum, hava limir í samkomuni gjørt eitt stórt sjálvboðið arbeiði. Av tí at stórur partur av arbeiðnum er sjálvboði, er ilt at siga hvat kostnaðurin av byggingini í roynd og veru hevur verið.
Arbeiðstøkurnar og tilfar er alt fíggjað við gávum og lántøku.
Almenna móttøkan
Hetta vikuskiftið verður boðið øllum á gátt til opið hús við nógvum ymiskum tiltøkum.
Á heimasíðuni hjá Lívdini sæst skráin fyri vikuskiftið. Úr rúgvuni kann nevnast, at hósdag og fríggjadag millum klokkan 14-16 er opið fyri almenninginum við rundvísing og drekkamunni. Fríggjakvøldið verður almenna hátíðarhaldið í samband við innflytingina. Á skránni fyri kvøldið er nógvur tónleikur, samrøður og hugleiðingar. Aftan á hátíðarhaldið verður drekkamuður.