Netvarp

R7 - Savn

Leirkerið

Forlagið Leirkerið
Kráargøta 36
FO-700 Klaksvík
Tel. (+298) 71 81 91
Teldupostur: leirkerid@leirkerid.fo
Heimasíða: www.leirkerid.fo



Leirkerið var heiti á bókaforlagi, sum Zacharias Zachariassen stovnaði og hevði saman við beiggja sínum Flóvini Tyril. Eftir at Zacharias andaðist í 2017, hildu sonur hansara Jógvan Zachariassen, Bogi Simonsen og Kristian Martin Rasmussen fram við bókaforlagnum. Hildið verður á við útgávum av andaligum lesnaði, sum røkkur bæði børnum, ungum og vaksnum.

Endamál forlagsins er at útgeva skrivaða og talaða Orð Guds á góðum føroyskum máli umframt annað virksemi í hesum sambandi.

Tíðindaritið Leirkerið kemur ikki út aftur á tann hátt, sum Zacharias og Flóvin greiddu tað úr hondum. Men arbeitt verður við at geva út eitt regluligt tíðindarit við greinum, samrøðum og tíðindum.

Mál og mið

Forlagið Leirkerið hevur hesi mál og mið:

  • at arbeiða við visjónum og leggja ætlanir um, hvussu arbeiðið skal skipast
  • at heita á sjálvboðin fólk, sum vilja hjálpa við at skriva, umseta, rættlesa og gera annað praktiskt arbeiði
  • at kunna meira um Leirkerið kring landið
  • at vera sjónligt á Facebook og á hesi heimasíðu
  • at fáa fleiri fólk at gerast limir í bókaringinum
  • regluliga at geva bøkur út – í minsta lagi tríggjar árliga – soleiðis at endamál okkara verður rokkið

Vit vóna, at Leirkerið kann framvegis vera við til at geva út skrivaða og talaða Orð Guds á góðum føroyskum máli og á hendan hátt vera við til at knýta samkomurnar og trúgvandi í Føroyum saman. Vit heita á tykkum um at biðja fyri Leirkerinum og at standa saman við okkum í arbeiðinum á tann hátt, tit orka og kunnu.