Kvinnur við vón – bønaráheitanir
Posted On 28. juni 2021
twrwomenofhope.org2021
juli 2021
–Hjúnabond, Familja, Støk foreldur
1. Góði Harri Jesus, kravd skúlafrálæra á netinum við teldu er ein avbjóðing hjá børnum og foreldrum um allan heim. Gev hvørjari einstakari familju náði, tol og stuðul, sum teimum tørvar til at læra rætt,samstundissum tey framhaldandi eru í tøttum sambandi. (2. Korintbræv 12:9)
2. Faðir í Himli, vit biðja fyri rumenskum mammum, sum menninir eru farnir frá. Gev teimum vísdóm, vón í Tær, tol til at ala børn síni upp, fíggjarligar vánir og stuðul frá einum kristnum samfelag. (Sálmur 57:2) (ensk útg. 57:1)
3. Harri, verj ungar kvinnur í Kambodia frá óndsinnaðum fólkum, sum vilja føra tær uttanlands til Kina ella Malaysia at gifta seg við monnum, sum tær ikki vilja hava. (2. Tessalonikubræv 3:3)
4. Nógv, sum eru offur fyri húsaófriði og harðskapi í Kroatia, eru hótt og í vanda av sínum misnýtarum undir hesum koronastongsli. Harri, verj tær, leið tær til eitt stað, har tær kunnu vera tryggar og kunnu menna seg aftur (Esaias 41: 10-12)
5. Máttu familjur í Tanzania verið andaliga styrktar av at lesa Guds Orð og biðja saman. Lat foreldur og børn vísa hvørjum øðrum virðing, kærleika og takksemi. (Rómbrævið 10:17)
6. Gud, vit biðja at Tú má hjálpa vietnamesiskum familjum, har fleiri ættarlið eru saman í húsi, at tey mugu skilja hvønn annan og velja at liva í sátt og semju. (Sálmur 112:2)
7. Faðir, vit biðja at Tú letur upp móðurlívið hjá teimum mongu kvinnum, sum búgva í Norður Kaukasus, og sum ikki kunnu gerast við barn. Barnloysi skapar trupulleikar millum mong hjún í hesum økinum. (Fyrra Pætursbræv 3:7)
8. Av tí at hjúnaskilnaður millum muslimsk pør í Indonesia økist undir heimsfarsóttini, eru nógv støk foreldur við børnum, sum stríðast fyri at finna arbeiði. Biðið at hesar familjur verða forsyrgdar, so at tey ikki fara at tvinga sínar ungu døtur at gifta seg av fíggjarligum ávum. (Matteus 18:10)
9. Vit prísa Tær, Gud, fyri at Kvinnur við vónsendingarnar bera portugisiskum familjum, sum eru í trupulleikumí hesum heimsfarsóttartíðum, vón og styrki. Nýt hesar sendingar til at fáa í lag semju og frið í lívi teirra. (Markus 10:6-9)
10. Faðir í Himli, vit takka Tær, at okkara toymi í Etiopia lærir kvinnur og menn, at tey eru skapt í Guds mynd. Hesin samleiki, sum hevur verið skaddur av synd, er endurnýggjaðurgjøgnum frelsuna í Jesusi Kristi. (Fyrsta Mósebók 1:27)
11. Harri, vit biðja um gudiligan angur, broytt lív, fyrigeving og sameining fyri teimum hjúnum í Suðurafrika, sum eru skild, tí at ein maki hevur verið ótrúgvur. (Efesusbrævið 5:33)
12. Himmalski Faðir, vit biðja fyri kvinnum í Suðurkorea, sum giftast og gerast mammur í ungum aldri, og sum ikki hava foreldur nær hjá til at vegleiða tær. Mátti Kvinnur við vónradiosendingarnar verið ein kelda við gudgivnum vísdómi og kunnleika. (Sálmur 32:8)
13. Harri, hjálp einligum mammum í Bonaire fyrst at hava umsorgan fyri sínum likami, sinni og anda. Tá gerast tær førar fyri at hava umsorgan fyri øðrum og at vera tannsamkennandi stuðul, sum børnum teirra tørvar. (Esaias 40:31)
14. Faðir í himli, vit biðja fyri heilum familjum í Paraguay, sum hava tikið ímóti frelsuni í Jesusi. Styrk tey í trúnnigjøgnum Títt Orð, og lat tey kenna Tín kærleika og Tína fyrigeving. (Sálmur 119:105)
15. Gud, gev hjúnum í Liberia at søkja Teg fyri at blása endurnýggjandi lív inn í teirra hjúnalag. Vís teimum, hvussu tey kunnu vísa hvør øðrum kærleika og verða sameind í Tær. (Fyrra Pætursbræv 4:8)
16. Faðir, hjálp finskum hjúnum at virðismeta hjúnalagið og skilja, at hesin felagsskapur er líkur tí, sum er millum Kristus og samkomuna –hann má vera grundaður á kærleika, fyrigeving og miskunn. Vitandi um, at kenna Teg er tað besta grundarlagiðsum eitt hjúnalag og ein familja kann hava. (Efesusbrævið 5:21-23)
17. Sum tað at vera einlig foreldur økist í Japan, so biðja vit, Harri, fyri stuðul og uppihald fyri tær mongu mammurnar, sum liva í fátækadømi, og sum ofta ikki hava ráð at lata børnini hjá sær ganga í skúla. (Seinna Korintbræv 9:8)
18. Gud, gev, at familjur og hjún í Spania finna grøðing til teirra syndraða samlív ígjøgnum Teg. Veit teimum endurnýggjan, sameining og frið, og lær tey at fyrigeva hvør øðrum. (Fyrsta Jóhannesarbræv 4:16)
19. Harri, vit biðja, at útsendingin av polsku radiosendingini Tú ert dýrabør má eydnast væl,sendingin viðger vanligar trupulleikar í hjúnabondum, familjum og einligum uppihaldarum (Orðtøkini 16:3)
20. Faðir, gev hjúnum í India at vera trúføst móti Tær og móti hvørjum øðrum. Gev teimum náði til at vera eyðmjúk, mild og tolin hvør móti øðrum og finna einleikagjøgnum Tín kærleika. (Sálmur 133:1)
21. Himmalski Faðir, hjálp giftum konum í Filipsoyggjunum, sum hava trupulleikar í sambandinum við verforeldrini . Vit biðja um frið, samanhald og skynsemiyvirhesi viðurskiftini. (Fyrra Pætursbræv 5:6)
22. Gud, vit biðja fyri støkummammum, sum stríðast við at forsyrgja sínum familjum. Av heimsfarsótttini hava nógv mist arbeiðið og eru stúrin, tyngd, svong og enntá heimleys. (Matteus 6:26)
23. Harri, vit biðja Teg inniliga at hjálpa mammum í Miðeuropa at seta tað rætta fremst í sínum familjulívi, velja rætt og søkja Teg til at vita, hvussu tær skulu finna javnvág millum karrieru og umsorgan fyri sínum børnum. (Esaias 30:21)
24. Harri, vit biðja fyri hjúnabondum í Danmark, sum eru millum einstaklingar úr ólíkum mentanum. Tey møta serligum avbjóðingum, har ímillum ikki at verða góðtikin av sínum familjum og stríðum, hvønn týdning teirra mentanarliga bakgrundskal hava. (Filippibrævið 2:2)
25. Faðir í Himli, verj og vegleið tey, sum sigla til fjarlagdar bygdir í Grønlandi til at hava bíbliutímar. Umskapa heilar familjur við evangeliska boðskapinum, við at geva vón, gleði og nýtt lív í Kristusi. (Seinna Korintbræv 5:17)
26. Himmalski Faðir, styrk andaliga lívið hjá kvinnum og familjum teirra í Kina. Gev teimum at søkja Títt Orð og Tín Anda í sínum avgerðum, og at tær seta Teg sum miðdepilin í sínum lívi. (Seinna Pætursbræv 1:3)
27. Vit biðja fyri familjum í Kanada, sum hava trupulleikar av at hava verið saman í ov langa tíð, meðan alt hevur verið stongt og avlýst av Korona.Góði Faðir, veit semju aftur í hesum hjúnabondum og hesum familjum. (Efesusbrævið 4:31-32)
28. Vit biðja fyri familjum við børnum, sum hava serstakan tørv.Viðhvørt er tørvurin størri ennumsorganargevarin megnar at veita.Harri, send teimum stuðul og vissa tey dagliga um, at Tú ert hjá teimum. (Onnur Mósebók 33:14-15)
29. Himmalski Faðir, gev at okkara heim eru trygg støð, fylt av kærleika. Hjálp trúgvandi, sum eru tyngd av strongd ella arbeiðisloysi, at bera Tær sínar byrðar og venda sær til Tín sum sín uppihaldara heldur enn at skapa klandur og stríðella illstøðu í familjuni.(Matteus 5:9)
30. Gud, vit leggja fram fyri Teg,familjur, sum syrgja, tí tey hava mist ein kæran. Hjálp teimum gjøgnum sorgartíðina. Ugga tey við Tínum óbroytiligakærleika og trúfesti og gev teimum styrki til at søkja Teg. (Seinna Korintbræv 1:3-4)
31. Harri, Tú ert Faðir at faðirleysum. Mátti Tín kærleiki og nærvera fylt hjørtu og sinni hjá børnum hjá støkum foreldrum og veitt teimum alt, sum tørvur er á. (Sálmur 68:6) (ensk 68:5)
”Høvuðsstuðulin undir øllum kristiligum arbeiði er bøn” (Eeva Vӓhӓsarja)
Peggy skrivar:
“Er nú nøkur áminning í Kristusi, er nøkur troyst kærleikans, er nakað samfelag Andans, er nøkur hjartans góðska og miskunn, so geri gleði mína fullkomna –at tit semjast tykkara millum, hava sama kærleika, somu sál og somu tráan,” Filippibrævið 2:1-2
Lívið er fløkt, viðurskiftieru fløkt. Strævnar tíðir kunnu ovbyrja felagsviðurskiftini, og vit enda við at særa hvønn annan og gera enda á sameiningini, sum vit hava stríðst fyri at fáa. Tað er so nógv, sum hendir rundan um okkum, sum forkemursameiningini: Støðan í heiminum ørkymlar okkum, annaðhvørt gjøgnum sosialar miðlar, sjónvarp ella størri hóttanir sosum heimsfarsóttin. Ætlanirnar hjá fíggindanum skapa split í samkomuni. Ynskium viðurskiftiog avvístar væntanir føra split inn í okkara hjúnabond og vinaløg.
Latið okkum hesar báðar komandi mánaðirnar biðja og arbeiða saman fyri at liva í friði í sátt og semju. Lat okkara bønir siga Gudi, at vitleggja okkum eftir at vera kærleiksfull, tolin og vinalig móti hvørjum øðrum. Lat okkum liva á ein hátt, sum dregur onnur inn í hetta nýggja lívið, tá tey síggja okkum tæna hvørjum øðrum í okkara samfeløgum og samkomum og kirkjum.
Paulus áminnir Guds fólk Í Filippium, at tey kundu gleða hann við at vera samsint, hava sama kærleika og liva saman í sátt og semju. Hvat forðar tær í at liva á ein hátt, sum førir sátt og semju inn í títt heim, tína familju ella títt arbeiðspláss? Finnur tú okkurt, sum tú kann gera í dag at fyrigeva, at vera góð við, at lurta eftir og soleiðis liva í friði og samljóði? Gud gevur okkum førleikan við Heilaga Andanum at vera tolin, vinalig og kærleiksfullvið okkara gerðum og orðum. Tað eru nógv skriftstøð í Bíbliuni, sum minna okkum á okkara ábyrgd av at liva í einleika í sátt og semju (Rómbrævið 14:19; Efesusbrævið 4:11-13; Kolossebrævið 3:13-14; Sálmur 133:1).
Máttu okkara hjørtu sameint seg til at bera vón í Jesusi til kvinnur um allan heimin og tvørtur um ættarlið. Máttu vit vent okkum frá øllum, sum heldur okkum burtur frá at vera sátt við Gud og hvønn annan.
Í greinini ”Leita eftir vón í dag” í august er meir um hetta evnið.Í Honum gleðist hjarta okkara
Peggy Banks // Heimsumfatandi trúboðanar fyrisiting// TWR Kvinnur við vón
Áheimasíðuni hjá Evangelisku Røddini evr.fo er hesin bønarkalendarin at finna undir TWR
Fíggjarstuðul:
Gjøgnum Evr ber til at stuðla arbeiðinum hjá TWR at boða evangeliið gjøgnum loftmiðlar og aðrar tænastur.
EvR hevur stovnað nýggja konto í Betri Banka nr. 9181 000 533 7145 til at flyta pening tilskilað til TWR. –
Allur stuðul, sum kemur inn á hesa konto fer óskerdur til arbeiðið hjá TWR.–
TWR PO Box 12, 82002 Bratislava 22 –Slovakia ––twre@twr.org
211. Harri, vit biðja um gudiligan angur, broytt lív, fyrigeving og sameining fyri teimum hjúnum í Suðurafrika, sum eru skild, tí at ein maki hevur verið ótrúgvur. (Efesusbrævið 5:33)12. Himmalski Faðir, vit biðja fyri kvinnum í Suðurkorea, sum giftast og gerast mammur í ungum aldri, og sum ikki hava foreldur nær hjá til at vegleiða tær. Mátti Kvinnur við vónradiosendingarnar verið ein kelda við gudgivnum vísdómi og kunnleika. (Sálmur 32:8)13. Harri, hjálp einligum mammum í Bonaire fyrst at hava umsorgan fyri sínum likami, sinni og anda. Tá gerast tær førar fyri at hava umsorgan fyri øðrum og at vera tannsamkennandi stuðul, sum børnum teirra tørvar. (Esaias 40:31)14. Faðir í himli, vit biðja fyri heilum familjum í Paraguay, sum hava tikið ímóti frelsuni í Jesusi. Styrk tey í trúnnigjøgnum Títt Orð, og lat tey kenna Tín kærleika og Tína fyrigeving. (Sálmur 119:105)15. Gud, gev hjúnum í Liberia at søkja Teg fyri at blása endurnýggjandi lív inn í teirra hjúnalag. Vís teimum, hvussu tey kunnu vísa hvør øðrum kærleika og verða sameind í Tær. (Fyrra Pætursbræv 4:8)16. Faðir, hjálp finskum hjúnum at virðismeta hjúnalagið og skilja, at hesin felagsskapur er líkur tí, sum er millum Kristus og samkomuna –hann má vera grundaður á kærleika, fyrigeving og miskunn. Vitandi um, at kenna Teg er tað besta grundarlagiðsum eitt hjúnalag og ein familja kann hava. (Efesusbrævið 5:21-23)17. Sum tað at vera einlig foreldur økist í Japan, so biðja vit, Harri, fyri stuðul og uppihald fyri tær mongu mammurnar, sum liva í fátækadømi, og sum ofta ikki hava ráð at lata børnini hjá sær ganga í skúla. (Seinna Korintbræv 9:8)18. Gud, gev, at familjur og hjún í Spania finna grøðing til teirra syndraða samlív ígjøgnum Teg. Veit teimum endurnýggjan, sameining og frið, og lær tey at fyrigeva hvør øðrum. (Fyrsta Jóhannesarbræv 4:16)19. Harri, vit biðja, at útsendingin av polsku radiosendingini Tú ert dýrabør má eydnast væl,sendingin viðger vanligar trupulleikar í hjúnabondum, familjum og einligum uppihaldarum (Orðtøkini 16:3)20. Faðir, gev hjúnum í India at vera trúføst móti Tær og móti hvørjum øðrum. Gev teimum náði til at vera eyðmjúk, mild og tolin hvør móti øðrum og finna einleikagjøgnum Tín kærleika. (Sálmur 133:1)21. Himmalski Faðir, hjálp giftum konum í Filipsoyggjunum, sum hava trupulleikar í sambandinum við verforeldrini . Vit biðja um frið, samanhald og skynsemiyvirhesi viðurskiftini. (Fyrra Pætursbræv 5:6)22. Gud, vit biðja fyri støkummammum, sum stríðast við at forsyrgja sínum familjum. Av heimsfarsótttini hava nógv mist arbeiðið og eru stúrin, tyngd, svong og enntá heimleys. (Matteus 6:26)23. Harri, vit biðja Teg inniliga at hjálpa mammum í Miðeuropa at seta tað rætta fremst í sínum familjulívi, velja rætt og søkja Teg til at vita, hvussu tær skulu finna javnvág millum karrieru og umsorgan fyri sínum børnum. (Esaias 30:21)24. Harri, vit biðja fyri hjúnabondum í Danmark, sum eru millum einstaklingar úr ólíkum mentanum. Tey møta serligum avbjóðingum, har ímillum ikki at verða góðtikin av sínum familjum og stríðum, hvønn týdning teirra mentanarliga bakgrundskal hava. (Filippibrævið 2:2)325. Faðir í Himli, verj og vegleið tey, sum sigla til fjarlagdar bygdir í Grønlandi til at hava bíbliutímar. Umskapa heilar familjur við evangeliska boðskapinum, við at geva vón, gleði og nýtt lív í Kristusi. (Seinna Korintbræv 5:17)26. Himmalski Faðir, styrk andaliga lívið hjá kvinnum og familjum teirra í Kina. Gev teimum at søkja Títt Orð og Tín Anda í sínum avgerðum, og at tær seta Teg sum miðdepilin í sínum lívi. (Seinna Pætursbræv 1:3)27. Vit biðja fyri familjum í Kanada, sum hava trupulleikar av at hava verið saman í ov langa tíð, meðan alt hevur verið stongt og avlýst av Korona.Góði Faðir, veit semju aftur í hesum hjúnabondum og hesum familjum. (Efesusbrævið 4:31-32)28. Vit biðja fyri familjum við børnum, sum hava serstakan tørv.Viðhvørt er tørvurin størri ennumsorganargevarin megnar at veita.Harri, send teimum stuðul og vissa tey dagliga um, at Tú ert hjá teimum. (Onnur Mósebók 33:14-15)29. Himmalski Faðir, gev at okkara heim eru trygg støð, fylt av kærleika. Hjálp trúgvandi, sum eru tyngd av strongd ella arbeiðisloysi, at bera Tær sínar byrðar og venda sær til Tín sum sín uppihaldara heldur enn at skapa klandur og stríðella illstøðu í familjuni.(Matteus 5:9)30. Gud, vit leggja fram fyri Teg,familjur, sum syrgja, tí tey hava mist ein kæran. Hjálp teimum gjøgnum sorgartíðina. Ugga tey við Tínum óbroytiligakærleika og trúfesti og gev teimum styrki til at søkja Teg. (Seinna Korintbræv 1:3-4)31. Harri, Tú ert Faðir at faðirleysum. Mátti Tín kærleiki og nærvera fylt hjørtu og sinni hjá børnum hjá støkum foreldrum og veitt teimum alt, sum tørvur er á. (Sálmur 68:6) (ensk 68:5)”Høvuðsstuðulin undir øllum kristiligum arbeiði er bøn” (Eeva Vӓhӓsarja)Peggy skrivar:“Er nú nøkur áminning í Kristusi, er nøkur troyst kærleikans, er nakað samfelag Andans, er nøkur hjartans góðska og miskunn, so geri gleði mína fullkomna –at tit semjast tykkara millum, hava sama kærleika, somu sál og somu tráan,” Filippibrævið 2:1-2Lívið er fløkt, viðurskiftieru fløkt. Strævnar tíðir kunnu ovbyrja felagsviðurskiftini, og vit enda við at særa hvønn annan og gera enda á sameiningini, sum vit hava stríðst fyri at fáa. Tað er so nógv, sum hendir rundan um okkum, sum forkemursameiningini: Støðan í heiminum ørkymlar okkum, annaðhvørt gjøgnum sosialar miðlar, sjónvarp ella størri hóttanir sosum heimsfarsóttin. Ætlanirnar hjá fíggindanum skapa split í samkomuni. Ynskium viðurskiftiog avvístar væntanir føra split inn í okkara hjúnabond og vinaløg.Latið okkum hesar báðar komandi mánaðirnar biðja og arbeiða saman fyri at liva í friði í sátt og semju. Lat okkara bønir siga Gudi, at vitleggja okkum eftir at vera kærleiksfull, tolin og vinalig móti hvørjum øðrum. Lat okkum liva á ein hátt, sum dregur onnur inn í hetta nýggja lívið, tá tey síggja okkum tæna hvørjum øðrum í okkara samfeløgum og samkomum og kirkjum.4Paulus áminnir Guds fólk Í Filippium, at tey kundu gleða hann við at vera samsint, hava sama kærleika og liva saman í sátt og semju. Hvat forðar tær í at liva á ein hátt, sum førir sátt og semju inn í títt heim, tína familju ella títt arbeiðspláss? Finnur tú okkurt, sum tú kann gera í dag at fyrigeva, at vera góð við, at lurta eftir og soleiðis liva í friði og samljóði? Gud gevur okkum førleikan við Heilaga Andanum at vera tolin, vinalig og kærleiksfullvið okkara gerðum og orðum. Tað eru nógv skriftstøð í Bíbliuni, sum minna okkum á okkara ábyrgd av at liva í einleika í sátt og semju (Rómbrævið 14:19; Efesusbrævið 4:11-13; Kolossebrævið 3:13-14; Sálmur 133:1). Máttu okkara hjørtu sameint seg til at bera vón í Jesusi til kvinnur um allan heimin og tvørtur um ættarlið. Máttu vit vent okkum frá øllum, sum heldur okkum burtur frá at vera sátt við Gud og hvønn annan.Í greinini ”Leita eftir vón í dag” í august er meir um hetta evnið.Í Honum gleðist hjarta okkaraPeggy Banks // Heimsumfatandi trúboðanar fyrisiting// TWR Kvinnur við vónÁheimasíðuni hjá Evangelisku Røddini Evr.foer hesin bønarkalendarin at finna undir TWRFíggjarstuðul: Gjøgnum Evr ber til at stuðla arbeiðinum hjá TWR at boða evangeliið gjøgnum loftmiðlar og aðrar tænastur. EvR hevur stovnað nýggja konto í Betri Banka nr. 9181 000 533 7145til at flyta pening tilskilað til TWR. –Allur stuðul, sum kemur inn á hesa konto fer óskerdur til arbeiðið hjá TWR.–TWR PO Box 12, 82002 Bratislava 22 –Slovakia ––twre@twr.org