Netvarp

R7 - Savn

Kvartettin í Betesda – Jesus tær býður

Kvartettin í Betesda – Jesus tær býður
Nú á stroymingtænastunum!

Í 1975 gav kvartettin í Betesda eina LP plátu út við heitinum Jesus tær býður. Teir ið mannaðu kvartettina vóru Steinbjørn O. Jacobsen, Árni Jacobsen sáli, Oddmar Marsten og Gerhard Tróndheim. Á plátuni vóru 12 sangir, harav fleiri sum Árni hevði yrkt ella týtt. Zacharias Hammer sáli stóð fyri upptøkuni. Í 2013 var hendan plátan endurútgivin sum fløga, og nú er hon so tøk á Spotify, Apple Music v.m.

Á baksíðuni á plátuútgávuni stendur millum annað soleiðis:
“Í hondum Guds hevur sangur verið eitt týðandi amboð, har orð, saman við tónum, hava funnið vegin til hjørtuni, og mong eru tey, sum ígjøgnum sang eru komin til trúgv.”

Tað er okkum ein gleði at eisini hendan útgávan verður tøk á stroymingtænastunum og okkara bøn er at sangurin um Jesus skal verða til frelsu og signing fyri mong.