Netvarp

R7 - Savn

Krossurin – ein frelsa uttan halgisiðir!

Er tað nøkur hending, sum so dyggiliga vísir okkum, at frelsa okkara ikki er treytað av góðum verkum og heldur ikki av halgisiðum, so sum dópi, so er tað frelsa hins krossfesta ránsmans við lið Jesusar.

Hann hongur har, játtandi syndir sínar, sum hann sigur við hin spottandi ránsmannin:

„Óttast heldur ikki tú Gud, tú, sum ert undir sama dómi? – Og vit av røttum; tí vit fáa aftur tað, ið gerðir okkara hava uppiborið; men hesin hevur einki skeivt gjørt.“ (Luk. 23:40-41)

– Hetta er fyrsta stigið, ið menniskjan má taka, fyri at verða frelst – at síggja syndir sínar og at játta tær!

Men tað er ikki nóg mikið!

– Tað eru mong menniskju, sum aftur og aftur játta syndir sínar, men sum tó ikki koma longri.

– Tey er eins og druknandi maðurin á havinum, sum sær sína støðu, men sum ikki tekur ímóti bjargingarkransinum, ið verður kastaður til hansara.

Hesin játtandi ránsmaðurin á krossinum sær sína bjarging!

– Honum verður opinberað, at doyggjandi maðurin við lið Hansara er sjálvur hin heilagi og reini

Sonur Guds, hin ævigi Kongurin og Frelsari heimsins.

Síðan tekur hann frelsandi stigið – hann ákallar Jesus og sigur:

„Harri, minst til mín, táið Tú kemur í ríki Tínum!“ (Luk. 23:42)

Og Jesus svarar honum aftur í somu løtu, uttan at leggja nakrar treytir við um verk ella halgisiðir:

„Sanniliga sigi Eg tær: Í dag skalt tú vera við Mær í Paradísi!“ (Luk. 23:43)

Orð Guds sigur: „Tí „hvør tann, ið kallar á navn Harrans, skal verða frelstur.““ (Róm. 10:13)

Tú og eg verða frelst á sama hátt sum hesin ránsmaður – við at játta okkara hjálparloysi og kalla á Jesus persónliga!

– Gera vit ikki sum hann, verða vit als ikki frelst!

Kunngera vit, ið tala orð Guds, frelsu við halgisiðum, verða vit sekir í álvarsamari reingjan av evangeliinum. Tá verða vit orsøk til, at menniskju kunnu fara fortapt!

– Ei undur í, at Jákup sigur:

„Brøður mínir! Ikki mangir av tykkum verði lærarar! Tit vita, at vit skulu fáa tess strangari dóm.“ (Jákup 3:1)

Men lovaður verið Gud fyri, at frelsan er bert við trúgv á Jesus.

– Um tað ikki var, so hevði eingin vón verið fyri ránsmanninum á krossinum – og heldur ikki fyri nøkrum okkara.

Kostnaðin av frelsu okkara galt Jesus á Golgata, sum vit minnast nú á páskum.

– Frelsa okkara er, øll sum hon er, verk Guds! – Í 2. Kor. 5:18 lesa vit: „Og alt er tað frá Gudi, sum við Kristusi samdi okkum við Seg sjálvan …“

Á krossinum fyrigav Gud „okkum øll misbrot okkara og útstrikaði skuldarbrævið móti okkum, sum við boðum sínum gekk okkum ímóti; Hann tók tað burt við at negla tað á krossin.“ (Kol. 2:13-14)

Tá ið Jesus segði: „Tað er fullgjørt!“ og andaðist, opnaði Hann ein nýggjan veg inn til ein heilagan Gud!

– Eingin annar vegur er, tí Jesus segði sjálvur í Jóhannes 14:6:

„Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.“ (Jóh. 14:6)

Tøkk fái Gud fyri hendan Vegin, sum hvørt einasta menniskja kann koma inn til Gud eftir, og sum als ikki er treytaður av verkum ella halgisiðum, barnadópi ella vaksnamannadópi – men einans treytaður av stigunum, sum neyðars seki, deyðadømdi og krossfesti ránsmaðurin tók.

Hann hevði ongan møguleika at gera nakað gott ella at verða doyptur.

– Men hann sá sína synd, hann sá Frelsaran, og hann kallaði á Frelsaran í trúgv og fekk hesi vælsignaðu orð: „Í dag skalt tú vera við Mær í Paradísi!“

Kæri lesari – skulu vit ikki gleðast og takka Gudi fyri hesa treytaleysu og dýrabaru frelsu, sum Jesus útvegaði okkum á Golgata krossi?!

Harrin gevi tær einar gleðiligar páskir!

John í Skemmuni