Kringvarpssendingar
Finnleif Durhuus:
HUGLEIÐINGAR
Eitt sindur um kristiligar føroyskar sendingar í Útvarpi og Sjónvarpi o.a.
Ingangur
Fyri umleið áttati árum síðani kundi ein á okkara leiðum á fyrsta sinni hoyra andaligan sang
og onkuntíð evangelisk møti gjøgnum loftbornan miðil. Hetta var á hini sokallaðu
fiskabylgjuni. Sjálvt um hetta var gjørt undir sera primitivum umstøðum og við einfaldari
útgerð, vóru tað mong, sum gleddust um at hoyra gleðiboðskapin í sangi og vitnisburði.
Síðani er nógv hent á miðlaøkinum, og eru loftbornu miðlarnir nú helst mest nýtti háttur at
bera gleðiboðskapin kring allan heimin.
Eitt eyðkenni hjá brøðrasamkomuni er, at hon hevur altíð staðið í fremstu røð, tá ið tað
hevur snúð seg um at bera landsmonnum okkara gleðiboðskapin. Talan er ikki bert um
heimligu leiðir okkara, men eisini um grannatjóðir okkara og fjarløgd lond. Hugsað verður eitt
nú um tíðina í 50’unum, tá ið fleiri hundrað føroyingar fóru til Íslands og Grønlands at fiska,
at rógva út ella at arbeiða uppi á land. Borið varð so í bandi, at landsmenn okkara á leið síni
fingu gleðiboðskapin gjøgnum útvarp at hoyra.
Ætlanin við hesi hugleiðing er bert at geva okkara komandi ættarliði eina fatan av, hvussu
byrjað varð at bera gleðiboðskapin gjøgnum loftmiðlar, hvussu gingist hevur, og hvussu
hetta arbeiðið hevur verið skipað. Kanska kann henda hugleiðing vera eitt lítið klípi í okkara
samkomusøgu.
Fiskabylgjan
Í 1930-árunum fóru føroysku skipini at nýta ta sokallaðu fiskabylgjuna at tosa sínámillum.
Hetta var á einum millumbylgjufrekvensi. Fiskabylgjan varð nógv nýtt, og kundi heimafólkið
eisini lurta eftir skipunum. Serliga nógv varð lurtað, tá ið skipini í 50’unum lógu á
sildafeltinum norðan fyri Føroyar. Sjálvur minnist eg, hvussu spennandi tað var at lurta, tá ið
skipararnir tosaðu sínámillum, og serliga, tá ið eg hoyrdi málið á Henry í Toppigarðinum,
skipara á ”W.G. Marshall”, har pápin var við; um hvussu gekst við fiskarínum, líkindi o.a.
Serliga minnist eg, tá ið ódnarveður var, og ikki vóru líkindir at draga, at teir hingu í
trossanum. Við tí í huga, at nøkur skip komu illa fyri á sildafeltinum, var tað mangan við
einum ávísum ótta, at lurtað varð.
Á fiskabylgjuni kundi ein ofta hoyra andaligan sang, og onkuntíð, tá ið møti vórðu hildin
umborð, kundu tey hoyrast á fiskabylgjuni. Ein, ið ofta hoyrdist syngja á fiskabylgjuni, var
kendi skiparin úr Vági, Jóan Petur hjá Mouritsi (1894-1963). Serliga var tað sálmurin eftir
kenda danska sálmaskaldið Jørgen P. Santon (1878-1944): “Kristus, á krossinum fell á teg
heimsins hin stóra neyð,” (NSG 204), ið hann ofta hoyrdist syngja. Sjálvt um hetta varð gjørt
undir primitivum umstøðum, við einfaldari útgerð, var sangurin mongum og einum til stóra
signing.
Royndarútvarp
Tíðliga í 1950-árunum fór eitt royndarútvarp í Tórshavn at senda. Sent varð í nøkur ár. Stig
Rasmussen var ein av fyriskiparunum saman við Poul Joensen, Leif Mohr, o. ø.
Royndarútvarpið varð sent úr einum millumbylgjusendara hjá Telefonverkinum. Sendarin
stóð uppi við Hoyvíkstjørn. Evangeliskir fundir vórðu av og á sendir gjøgnum hetta
royndarútvarp. Seinnu árini hjálptu Páll Skýlindal og Árni C. Joensen eisini til at taka upp
hesi møti. Annars var tað Stig Rasmussen, ið tók møtini upp. Flestu møtini vórðu tikin upp í
Ebenezer.
Íslendska Útvarpið
Fyrrapartin í 1950´unum rakti fíggjarkreppan føroyska vinnulívið meint, har m.a. fleiri trolarar
fóru á húsagang. Føroysku skipini vóru gomul og ótíðarhóskandi, samanborin við skipini í
grannalondum okkara. Hetta hevði m.a. við sær, at mangur fiskimaður fekk sær kjans við
útlendskum skipi, har hann kundu vinna tríggjar til fýra ferðir so nógv sum við føroyskum
skipi. Eitt nú fóru millum 1100 og 1300 menn við íslendskum fiskiskipum. Harafturat fóru fleiri
hundrað fólk, bæði kvinnur og menn, at arbeiða uppi á landi í Íslandi.
Fyrst í 1950´unum fór brøðrasamkoman at senda møti í íslendska útvarpinum (RÚV). Grímur
Eysturoy, sum búði í Reykjavík saman við familju síni, var ein teirra, ið tók stig til at fáa hetta
í lag. Nevnast kann í hesum sambandi, at Grímur og kona hansara Ingibjørg vóru dyggir
stuðlar í brøðrasamkomuni í Reykjavík. Talan er um møti undir heitinum: “Tað Føroyska
Evangeliska Útvarpið”, sum Peturi Háberg og William Sloan tóku stig til og høvdu ábyrgdina
av. Ivasamt er, hvør tók møtini upp; kanska var tað William Sloan. Flestu møtini vórðu tikin
upp í Ebenezer, har Andrew Sloan var tíðum talari. Petur Háberg skipaði fyri. Sangkórið
hevði ein virknan lut í hesi tænastu, eins og Ingálvur av Reyni tíðum sang. Møtini vórðu send
ein sunnudag í hvørjum mánaði í summarhálvuni. Hildið varð á til seinnapartin í 50´unum.
Útvarp Føroya
6. februar 1957 fór Útvarp Føroya undir regluligar sendingar. Hetta var undir skipaðum
viðurskiftum. Byrjað varð í smáum við eini tíðindasending á døgverða og eini á náttverða og
so nakað av tónleiki.
Men útvarpið mentist skjótt; og so at siga øll lurtaðu eftir tí.
Ábyrgdarbrøður í samkomuni í Ebenezer sóu beinanvegin týdningin og møguleikarnar at
bera gleðiboðskapin út gjøgnum loftbornu miðlarnar og søktu tí útvarpsnevndina v/ Djóna í
Geil, form., um loyvi at kunna senda evangelisk møti í útvarpinum. Teir, ið mannaðu
útvarpsnevndina, vóru: Djóni í Geil, form., Knút Wang, Georg L. Samuelsen, Petur Mohr
Dam og Ólavur Michelsen.
Longu á fyrsta fundinum í nevndini, hin 28. februar 1957, var málið um trúarflokkar til
viðgerðar. Í gerðabókini stendur:
“Viðv. trúarflokkum gjørdi nevndin av, at baptistar kunnu koma í útvarpið 2-3 ferðir
hálvárið.”
Sunnudagin 24. mars 1957 varð fyrsta møtið sent úr brøðrasamkomuni í Ebenezer, har A.W.
Sloan talaði.
Fyrsta kirkjuliga gudtænasta varð send 3. mars 1957.
Nevnast kann í hesum viðfangi, at útvarpsnevndin samtykti eisini í fyrsta virkisári, at katólska
kirkjan fekk rætt til at senda gudtænastuna jólaaftan á miðnátt.
Í útvarpsskránni fyri mei, juni, juli og september mánað í 1957 eru avsett tvey møti úr
brøðrasamkomuni. Í hesum tíðarskeiði er eisini í uppskoti, at P.W. Háberg hevur eina
sending um William G. Sloan. Eisini er ætlanin at hava eina sending við sangkórinum í
Ebenezer.
Í august 1957 hevur útvarpsnevndin fingið eitt skriv frá P. W. Háberg, sum hon viðger og
síðani samtykkir við hesari orðing:
“ Nevndin samtykti at senda brøðrasamkomuni avrit av gerðabókini dagf. 28. febr viðv.
trúarflokkum, og – at nevndin hevur avgjørt, at brøðrameinigheitin hevur fingið játtað 3
útvarpingar í komandi hálva ári, og at teir verða boðsendir, hvørja ferð ein útvarpsskrá er
samtykt, har ein av útvarpingunum er sett av til teirra.”
Nevndin hevur saman við Axel Tórgarð, stjóra, og Hjørdis Thomsen, skrivara, undirskrivað
gerðabókina.
6. september 1957 fær A.W. Sloan, trúboðari, skriv frá leiðsluni í Útvarpinum, har hann
“verður biðin um at fyrireika tvær sendingar (møti) í Útvarpinum; sunnudagin 15. september
og sunnudagin 27. oktober. Viðvíkjandi upptøkuni verða tygum biðin um at venda tygum til
skrivstovu útvarpsins.” Útvarpsfólk tóku møtini upp.
Samstundis við hesum skrivi verður sent tygum úrrit úr gerðabók útvarpsnevndarinnar fyri
27. august 1957 viðvíkjandi sendingum í hálvárinum oktober – mars 1958 soljóðandi:
“Nevndin samtykti at senda brøðrasamkomuni úrrit úr gerðabókini 28. februar viðvíkjandi
trúarflokkum, og at nevndin hevur avgjørt, at brøðrasamkoman hevur fingið loyvi til 3
útvarpingar í komandi hálva ári. Hvørja ferð, útvarpsskrá er samtykt, har ein av
útvarpingunum er sett av til teirra, skulu teir fáa at vita av hesum beinanveg.
Seinni fara tygum at fáa boð um, nær næstu sendingarnar fara at verða.”
Eg havi valt at taka hetta samskifti við, ið lýsir relatiónirnar millum samkomuna og Útvarpið í
byrjanini av útvarpstíðini.
Av tí at so at siga alt samskifti millum brøðrasamkomuna og útvarpið gekk gjøgnum A.W.
Sloan, valdu ábyrgdarbrøður í samkomuni Petur W. Háberg, William Sloan og Osvald
Kjærbo at hava ábyrgdina og samskipa sendingarnar.
Nevnast kann í hesum sambandi, at William Sloan andaðist í 1977, 54 ára gamal, meðan
Petur Háberg, av heilsuávum, legði frá sær um somu tíð. Hann andaðist í 1984, 70 ára
gamal.
Fyrsta sunnudag í øðrum hvørjum mánaði
Í 1970-árunum samtykti útvarpsnevndin hjá Útvarpi Føroya, at brøðrasamkoman skuldi hava
rætt til at senda eitt evangeliskt møti fyrsta sunnudag í øðrum hvørjum mánaði, (februar,
apríl, juni, august, oktober og desember), og er henda skipan framvegis galdandi.
Leggjast kann afturat í hesum viðfangi, at Tummas Krogh, sáli, gjørdi í 1980-árunum avtalu
við leiðsluna í Útvarpinum um loyvi at senda sunnukvøldsmøtið á samfelagsmøtunum í Havn
beinleiðis í Útvarpinum, og hevur hetta verið gjørt síðani.
Grønlendska Útvarpið
Seinnapartin í 1950´unum øktist talið av føroyingum ið fóru til Grønlands. Teir flestu fóru til
fiskarí, meðan onnur arbeiddu uppi á landi. í 1958 vóru 62 bátsmanningar, ið róðu út í
Grønlandi. Hetta var tvífalt so nógv sum í 1957. Í 1959 vóru meiri enn 2200 føroyingar í
Grønlandi, sum arbeiddu uppi á landi, róðu út og fiskaðu við skipum.
Í 1958 varð gjørd ein avtala millum Grønlendska Útvarpið KNR og Útvarp Føroya at senda
kristiligar sendingar í KNR hvønn sunnudag í tíðarskeiðinum frá mei mánaði til og við
september mánað. Avtalað varð, at fjórða sunnudag í hvørjum mánaði varð evangeliskt møti
sent úr brøðrasamkomuni. Hinar sunnudagarnar vórðu sendar gudstænastur úr kirkjuni. Av tí
at ikki varð fiskað sunnudag, var hetta eitt gott høvi hjá teimum at lurta eftir gudtænastum
ella møtum. Marius Rein, fyrrv. teknikari í Útvarpinum, stóð fyri upptøkunum av hesum
sendingum og samskipaði tær. Sendingarnar úr brøðrasamkomuni vórðu upptiknar í
Ebenezer, har Andrew Sloan helt tær flestu talurnar. Petur Háberg var frásøgumaður. Á
teim flestu møtunum sang sangkórið eisini saman við Ingálvi av Reyni o.ø.
Sendingarnar hildu á til einaferð í 70’unum, tá ið talið av føroyskum sjófólki í Grønlandi
minkaði.
Evangeliska Røddin
Í november 1966 fór Evangeliska Røddin at senda kristiligar útvarpssendingar frá Trans
World Radio í Monte Carlo. Nógv fólk um stóran part av heiminum lurtaðu eftir sendingunum,
ið vóru til frelsu og signing fyri mong. Hesar sendingar hildu á til 1990.
Teir, ið mannaðu EVR- studio, vóru: Jógvan Hammer, Zacharias Hammer, Jógvan Olsen,
Klæmint Weihe, Dánjal Poulsen; og síðani vóru hjálparmenn í styttri og longri tíð.
Sjónvarp
Í 1967 fóru Árni C. Joensen og Halgir Lindberg at senda við einum royndarsjónvarpi. Byrjað
var leygarkvøldið 2. september við einum tíma senditíð eina ferð um vikuna. Áhugin millum
fólk fyri hesum nýggja sjónvarpinum var stórur. Men hetta vísti seg at vera eitt sera
viðkvæmt tiltak at fara undir, og tóku eisini nógvir trupulleikar seg upp. Hetta skapti eina
ávísa øsing millum nøkur fólk – og ikki minni millum nakrar politikarar. Av tí at ikki allir
formalitetir vóru komnir upp á pláss, steðgaði P. M. Dam løgmaður sendingunum í januar
1968 við tí grundgeving, at tær vóru ólógligar. Ein av grundgevingunum var eisini, at Útvarp
Føroya hevði einkarætt í føroyska loftrúminum til sjónvarps- og útvarpssendingar.
Sjónvarpsfelagið
Í 1968 varð Sjónvarpsfelagið stovnað á privatum grundarlagi og nevnd vald, har Árni gjørdist
kassameistari. Men lítið kom burturúr.
Tað var eisini ein ávísur óstabilitetur í nevndini. Eisini gjørdist alt sjónvarpsmálið ein politisk
kastibløka millum føroyskar politikarar, tvinnað saman við sambandi og loysing, danskt ella
føroykst mál, og um føroyingar í heila tikið toldu at síggja sjónvarp.
Ì 1975 var nýggj nevnd vald í Sjónvarpsfelagið, og søkti nevndin beinavegin Løgtingið um
sendiloyvi.
Teir, ið mannaðu nýggju nevndina, vóru: Karster Højgaard, form., Djóni Ziska, Hjalti
Skaalum, Ole Thorup og Niels Juul Nielsen. Afturat sær høvdu teir Tórbein Rein, teknikara.
Men ikki fyrr enn á heysti í 1978 játtaði Landsstýrið Sjónvarpsfelagnum sendiloyvi.
Hin 6. apríl 1979 varð farið at senda.
Til tess at samskipa tær kristiligu sjónvarpssendingarnar varð nevnd vald. Í henni vóru:
Ronald Poulsen, Svenning av Lofti, Hans Andrias Joensen (Dia), Arne Kallevik og Jóhan
Gaard Joensen. Farið varð at senda kristiligar sendingar sama ár.
Fyri at samskipa sjónvarpssendingarnar hjá brøðrasamkomunum vórðu í 1979
Esmar Fuglø og Conrad Joensen vegna samkomurnar valdir at hava ábyrgdina og
samskipa tær kristiligu sendingarnar.
Tað var EVR-studio, sum fyri brøðrasamkomurnar í Føroyum stóð fyri upptøkum av
útvarpsmøtum, eisini tók upp og veitti serkøna hjálp til upptøkur av sjónvarpsmøtum o.ø.
Í hesum sambandi er helst rætt at nevna, at Zacharias Hammer og Ragnar C. Joensen vóru
pionerar á hesum øki. Teir gjørdu eitt stórt arbeiði, har teir bæði skipaðu upptøkurnar, tóku
upp og vóru við til at skipa sendingar til sjónvarpsmøti saman við Dánjali Poulsen o. ø.
Seinri eru onnur komin við, m.a. Finnur Lómstein, sáli, Ingibjørg Jacobsen, Róðin
Mellemgaard o. o.
Sjónvarp Føroya
1. apríl 1984 varð Sjónvarp Føroya stovnað sum almennur stovnur.
Formaður fyri nevndini í Sjónvarpi Føroya var Georg L. Samuelsen.
Stjóri varð Jógvan Asbjørn Skaale. Finnur Lómstein varð fíggjarleiðari, meðan Ragnar C.
Joensen varð tekniskur leiðari. Nevnast kann eisini, at Zacharias Hammer fekk fast starv í
sjónvarpinum frá 1. august 1984 at rokna.
Fyrsta sendingin var 2. apríl 1984. Teir fyrstu 5 mánaðirnar var royndartíð, men frá 1.
september varð farið undir regluligar sendingar.
Við almenna sjónvarpinum komu nýggir møguleikar og harvið eisini nýggjar avbjóðingar.
Gudstænastur og møti vórðu løgd í fasta legu, ið vórðu send allar sunnu- og halgidagar.
Teir, ið mannaðu EVR-studio, hjálptu eisini til við upptøkum o.ø.
Nevndin
Um Esmar og Conrad, teir fyrstu í nevndini, eru settir í nevndina av samkomuni í Ebenezer ella av
brøðrasamkomunum í Føroyum, veit eg ikki. Helst eru teir valdir á einum brøðrafundi í
Ebenezer; men tað er mín greiða fatan, at samkoman í Ebenezer hevur havt
“føraratroyggjuna” uppiá í hesum málinum frá byrjan.
Mær vitandi eru reglugerðir og leiðreglur ikki gjørdar við atliti at nevndarvali og arbeiðinum í
nevndini, annað enn tað, ið Conrad og Esmar løgdu áherðslu á, tá ið vit báðir Hákun vórðu
valdir, at tað skuldu vera ”andaliga búnir ábyrgdarbrøður í brøðrasamkomuni, ið
myndaðu nevndina.”
Nevndin supplerar seg sjálva.
Fyrireikingarnevndin fyri Kringvarpsmøtum hjá brøðrasamkomunum í Føroyum
Esmar og Conrad, ið sótu í nevndini frá 1979 -1984, vóru komnir væl til árs, tá ið sjónvarpið
varð alment, ávikavist 74 og 77 ára gamlir. Teir høvdu ynski um, at yngri brøður tóku hesa
uppgávu á seg.
Eftir tilráðing frá teimum báðum og við samtykki frá ábyrgdarbrøðrum í Ebenezer vórðu
Hákun Marstein og Finnleif Durhuus vegna brøðrasamkomurnar í Føroyum valdir at taka
sær av hesi uppgávu.
Nevndin skipaði seg soleiðis, at Finnleif tók sær av sjónvarpsmøtum, og Hákun tók sær av
andaktum og útvarpsmøtum.
Av tí at uppgávurnar broyttust nakað, vórðu vit, Hákun og Finnleif, samdir um, at ein
4-manna nevnd hevði verið meiri hóskilig, og valdu vit tí Jógvan Hammer og Jóhan Restorff
afturat okkum í nevndina.
Jóhan samskipaði útvarpsmøtini. Jógvan, ið hevði verið við í arbeiðinum gjøgnum mong ár,
fekk ábyrgdina av upptøkunum til útvarpsmøtini. Hákun tók sær av sjónvarpsandaktum, og
Finnleif helt fram við sjónvarpsmøtunum.
Nevndin hevði sín fyrsta fund heima hjá Finnleifi 14. mai 1984. Á hesum fundi vóru: Hákun
Marstein, Jógvan Hammer, Zacharias Hammer og Finnleif Durhuus. Fundurin snúði seg í
høvuðsheitum um at skipa sendingarnar seinna hálvár 1984. Eisini var semja um at senda
eina áheitan til nýggju sjónvarpsnevndina v/ G.L.Samuelsen, form., við ynski um, at
varðveita somu senditíð og tal av sendingum við somu sømdum sum higartil frá
Sjónvarpsfelagnum. Sendingar við evangeliskum møtum úr brøðrasamkomunum hava ligið
um 9 um árið. Andaktirnar 9-12.
Jóhan Gaard Joensen, sáli, ið hevði ábyrgdina av teim kristiligu upptøkunum vegna Sjónvarp
Føroya, og sum samskipaði allar upptøkur til gudstænastur og møti, hevði eitt gott samstarv
við okkara upptøkufólk, ið hjálptu til við at taka upp; ikki bara okkara møti, men eisini
gudstænastur o. a.
Sjónvarpsmøtini úr brøðrasamkomunum hava seinastu 30 árini ligið um 8 árliga.
Andaktirnar hava ligið um 9 -11, meðan útvarpsmøtini eru 6 um árið.
Sjónvarpsmøti og útvarpsmøti verða lutað millum samkomurnar við atliti at umstøðum,
førleikum o.ø.
Hákuni Marstein biður í skrivi, dagfest 18. januar 1996, um at verða loystur úr nevndini.
Orsøkin var, at hann var ofta uttanlands og metti seg ikki kunna røkja uppgávuna nøktandi.
Hetta varð honum eftirlíkað, og valdu vit Jákup Jacobsen í nevndina fyri hann.
Jákup fekk ábyrgdina av sjónvarpsandaktunum.
Í 2008 valdu vit Ragnar C. Joensen afturat okkum í nevndina. Ragnar hevur verið virkin bæði
í Útvarpinum og Sjónvarpinum í nógv ár. Frammanundan hevði hann ofta verið á fundi
saman við okkum. Vit blivu nú 5 nevndarlimir.
Á fundi í nevndini í januar 2010 bað Jóhan Restorff um loyvi at leggja frá sær fyri aldur (70
ár), og varð Klæmint Weihe valdur í nevndina fyri hann. Klæmint fekk ábyrgdina av at
samskipa útvarpsmøtini. Klæmint hevði eisini frammanundan verið knýttur at hesum arbeiði.
Tað kundi verið ymiskt at tikið fram um nevndararbeiðið gjøgnum árini, men sum heild mugu
vit siga, at vit hava ikki havt stórar trupulleikar at drigist við.
Nevnast kann í hesum sambandi, at í fyrstuni høvdu vit ávísar trupulleikar, har nakrar
samkomur ikki mettu seg at hava førleika at vera við í hesi tænastu. Hetta snúði seg serliga
um upptøkur til sjónvarpsmøti. Ja, enntá høvdu vit trupulleikar í onkrum føri av at taka upp til
útvarpsmøti.
Nevndin tók hetta upp á einum felags brøðrafundi á samfelagsmøtunum í Ebenezer, har vit
greiddu frá arbeiðinum í nevndini. Henda kunning og áheitan vísti seg at hava jaliga ávirkan.
Í sambandi við kristiligar sendingar kom nevndin hjá Kringvarpi Føroya við eini almennari
tilráðing/ áheitan, at so vítt gjørligt ”skuldu gudtænastur, møti og andaktir vera á føroyskum
máli.”
Samkomurnar hava sum heild tikið væl undir við hesi stóru avbjóðing og gleðast eisini um at
kunna vera við í hesi tænastu, landsmonnum okkara, bæði heima og burturi, til frelsu,
endurnýgging og eggjan.
Hetta er helst ein av størstu tænastum, ið samkomurnar kunnu vera við í – at bera
gleðiboðskapin út til okkara landsmenn kring allan heimin, og eiga teir, ið trúliga hava staðið
fyri upptøkunum kring landið, bæði til útvarps- og sjónvarpsmøti, eina hjartans tøkk fyri
trúskap sín og dygdararbeiði, og fer Harrin at løna teim. Uttan teirra avrik var henda tænasta
av ongum.
Hjá okkum í nevndini hevur tað verið ein stórur framíhjárættur at kunnað verið við í hesi
tænastu, og bøn okkara er, at Harrin skal geva okkum vísdóm og andaligt skynsemi at
umsita hesa uppgávu á besta hátt – navni Harrans at frama.
Tøkk
Eg havi roynt at fest hetta á blað eftir minninum og notatum í málinum, ið eg havi gjørt
gjøgnum árini, og við samskifti við nøkur av teimum, ið hava verið knýtt at hesi tænastu.
Havi eisini blaðað í dagbløðunum.
Vit í nevndini (Finnleif Durhuus, Jógvan Hammer, Jákup Jacobsen, Ragnar C. Joensen og
Klæmint Weihe) hava havt eitt sera gott og konstruktivt samstarv við Kringvarpið, og veita vit
Armgarð Arge, samskipara á átrúnaðarliga økinum, eina hjartans tøkk.
Somuleiðis havi eg fingið fleiri upplýsingar og skjøl úr skjalagoymsluni hjá Kringvarpinum, og
takki eg Jóhann Mortensen, útvarpsmanni, fyri hansara beinasemi og hjálp.
Marius Rein, fyrrverandi teknikari í Útvarpinum, eigur eisini eina stóra tøkk fyri gevandi
upplýsingar.
Árni Conradsson, undangongumaður innan føroykst sjónvarp, og Hjalti Skaalum, fyrrverandi
limur í Sjónvarpsfelagnum, eiga eisini eina stóra tøkk fyri beinasemi og upplýsingar.
Vinmanninum Árna av Reyni takki eg fyri rættlestur.
Tórshavn, á kyndilsmessu 2017
Finnleif W. Durhuus