Netvarp

R7 - Savn

Kelduvaðið sunnukvøldið

Kelduvaðið sunnukvøldið 6. mars kl. 21.00 á radio.fo –

Tala: Høgni Johannesen. – Evni: “Hví doyði Jesus.”

Orðið: “Vakna tú ið svevur, og rís upp frá hinum deyðu” – Gunnleyg Kallsberg lesur.

Úr Bankabók Trúarinnar: Jóhan við Neyst lesur.

SANGIR í sendingini:

Nr. 981 – “Kasta lívbeltið í brúsandi hav, sálirnar dýrt keyptar søkka í kav.” Orð: Edwin Ufford og týtt V.Danielsen. – Upptøka úr Ebenezer har Helgi Hansen hevur solo røddina meðan øll syngja niðurlagið.”

Nr. 1316 – “Á, tey kæru, sum mær bíða oman fyri sorg og stríð.” Orð: Fanny Crosby og týtt Z.Zachariassen.

Nr. 1261 – “Gestur eri eg, á ferð eg eri,”
Av fløguni “Zions sangir.”
Orð: Mary Schindler og týtt V.Danielsen.
Betesdakórið syngur – og solo røddina hevur Jógvan við Keldu. –

Nr – 821 – “Um tú nívdur ert av byrðum, og um hjartað sorgir ber.
Orð: Gloria og Bill Gaither og týtt Árni Jacobsen.

Kelduvaðið verður endursent hóskvøld kl. 21.00.