Kelduvaðið sunnukvøldið 13. mars
Við KELDUVAÐIÐ sunnukvøldið 13 mars kl. 21.00 á Radio.fo – Fm. 102,1 og 107,1 –
Møti úr Betesda frá 2018 –
Talur: Levi Joensen sáli og Árni Skaale – Sangir í sendingini eru:
Nr. 884 – “Hvussu long tíð er tað, síðan tú lást á knæ, fyri Jesusi opnaði hjarta.” Kvartettin í Betesda syngur. Orð: Mosie Lister og týtt Øssur Berghamar.
Nr. 1143 – “Ein longsil djúpt í hvørjum brósti liggur, hvør sál í tráan eftir friði hyggur.” Orð: Alberta Eltholts og týtt Victor Danielsen. ( Bøn: Jógvan Høj )
Nr. 1316 – “Á, tey kæru sum mær bíða, oman fyri sorg og strið.”
Nr. 140 – “Á, signaði lívssæli dagur, hann livir hann livir enn nú! Hann livir og deyðin ei ræður,á, sál mín, hví syrgdi tá tú.” Orð: Johan Halmrast og týtt Victor Danielsen.
Nr. 690 – “Gud ger meg til eitt líti ljós, um lívsins stutta skeið.” Orð: Matthias Jocumsson. Mikkjal á Ryggi týddi.
Nr. 715 – “Ver tú hjá mær, nú náttin kemur á, og dagur dimmist, Harri, statt mær hjá. Betesdakórið syngur.
Kelduvaðið verður endursent hóskvøld Kl. 21.00.