Kelduvaðið Pálmasunnudag
VIÐ KELDUVAÐIÐ Pálmasunnudag kl. 21.00 á Radio.fo Fm.102,1 og Fm. 107,1
“Sending og frágreiðing við nógvum sangi og sálmum.”
Um Ísraelstúr frá Oktober 2008 – tá ið 45 føringar vóru í ferðalagi í lovaða landinum Ísrael.”
Vitjað var í Jerúsalem – Galilea -við Genezaretsvatnið – Kapernaum – Huludalinum – Kesarea Filippi – Betlehem – Golanheyggjarnar – Við Grøv Jesusar, bert fyri at nevna nakrar.
Ein undurfullur túrur við brennandi sólarhita hvønn dag. Eisini vitjaðu vit Samkomur, sum greitt verður frá í sendingini.
Skrivað “Dagbókina” hevur Kári Kjelnæs – sum greiðir frá túrinum saman við Jóhan við Neyst.
Allar sendingar okkara, frá Pálmasunnudegi og um Páskirnar, vera lýstar á Evr.fo – Evangeliska Røddin – Tórshavn/ Klaksvík.
Vinarliga og Gleðiligar Páskir.