Ingálvur av Reyni (1920-2005)
Ingálvur av Reyni varð føddur 18. desember 1920 og varð heimkallaður til Harran, tann 26. november 2005, 84 ára gamal.
Afturat yrki sínum sum listamaður var Ingálvur virkin á øðrum økjum. Hann var sunnudagsskúlalærari í Ebenezer í okkurt um tríati ár, har hann segði frá bíbliusøgum, skipaði fyri sanginum og stundum leikti á urgu.
Harafturat var Ingálvur virkin sangari. Hann sang við í Sangkórinum í Ebenezer, frá tí at tað varð stovnað í 1937 við ymsum støðgum til seint í 1980-árunum.
Fyrstu grammofonpláturnar við Ingálvi vórðu gjørdar av Jógvani Gerðalíð í o.u. 1949. Jógvan Gerðalíð hevði útvegað sær upptøkutól úr Danmark, men neyvan var ætlanin at geva upptøkurnar út alment.
Eftir at Útvarp Føroya varð sett á stovn í 1957, heitti Niels Juel Arge, útvarpsstjóri á Ingálv um at syngja nakrar sálmar og sangir til útvarpsins nýtslu.
Fyrsta plátuupptøka Ingálvs við útgávu í huga varð gjørd av Radio-El við Williami Sloan á odda. Hetta var í 1958, og talan var um eina ep-plátu, har Ingálvur sang tveir sangir saman við Sunnuvu Háberg, og har tey sungu hvør sín einsong.
Í 1960-árunum gav Radio-El út tvær plátur við Ingálvi, har hann m.a. syngur “Mær leingist at síggja staðin”, “Ver tú hjá mær” og “Stór er tín trúfesti”. Sangurin “Gangi eg um heiðar, fjøll og dalar”, sungin saman við Sangkórinum í Ebenezer, varð tikin upp um hetta mundið, men varð ikki útgivin.
Mangar upptøkur vórðu gjørdar í seksti- og sjeyti-árunum í sambandi við virksemið hjá Evangelisku Røddini, sum tá skipaði fyri sendigum við tilknýti at radiostøðini Trans World Radio í Monte Carlo.
Í 1966 tók Útvarp Føroya upp fýra íslendskar fosturlandssangir, sungnir á íslendskum. Ólavur Hátún hevði klaverfylgispælið. Útvarpið skipaði tá fyri sending, har Hans Thomsen, rithøvundur, las søgubrot við tilknýti at songunum.
Kendi fosturlandssangurin “Vaknaður vársins songur” varð tikin upp um somu tíð.
Í 1967 var Sangkórið í Ebenezer á vitjan í Íslandi. Tá tók Íslendska Útvarpið upp nakrar sangir, eitt nú “Gestur eri eg” og “Dýrur er fyri hans hjarta”.
Nakrar av seinastu upptøkum sínum gjørdi Ingálvur saman við Dupultkvartettini í Ebenezer tíðliga í níti-árunum, eitt nú “Tú lítli staður Betlehem” og “Við krossin tín, á Jesus”.
Seinastu ferð ið upptøka varð gjørd, var í 2000 tá ið Ingálvur sang “Eg rósu upp sá næla” til fløguna “Kristmessa”.
Hoyr brot úr sanginum “Mær leingist at síggja staðin”. Ingávur av Reyni syngur:
http://www.youtube.com/watch?v=T4C0xtzb5FE