Netvarp

R7 - Savn

Herluf Arnason (1902-1975)


Herluf Arnason varð føddur 2. juni 1902 í Havn. Foreldur hansara vóru Geirlaugur Sveinn Arnesen úr Íslandi og Maria Justinussen úr Havn.
   Húsini, har hann varð føddur, eru fyri mongum árum síðani tikin niður. Tey stóðu ímillum Kristnastovu og gamla H.N. Jacobsens bókhandil.
    Pápin sigldi fyri tað mesta við donskum skipum og doyði á ungum árum í Ålborg, tá ið skipið, ið hann var við varð ásiglt, meðan teir lógu við bryggju. Kamarshurðin, har hann lá og svav, fór í baklás, og hann fór til botns við skipinum.
    Tey sótu nú illa í tí, men Jóhan Restorrf, ið var bakari í Havn, beyð Herlufi arbeiði at bera breyð út í býin eftir skúlatíð. Fyri hetta arbeiði fekk hann 10 krónur um árið, 1 rugbreyð og 1 fransbreyð hvørt leygarkvøld og so døgurða hvønn dag. Hetta hjálpti væl.  
   Eisini plagdi Herluf av vera urgupumpari hjá Waagstein í Havnar kirkju.
    Hini systkini hjá Herlufi vóru: Otto, Arni, Stendor og Anna. Otto arbeiddi í mong ár á skipasmiðjuni í Havn, Arni gjørdist bókbindari, men doyði í ungum árum, meðan Stendor og Anna fluttu til Danmarkar. Anna var bókbindari og Stendor arbeiddi í byggivinnuni. Ein av eftirkomarum Stendors gjørdist kendur fótboltsleikari, Frank Arnesen at navni.
   Eftir fermingaraldur fór Herluf til sjós, og sum ungur maður varð hann umvendur. Hann plagdi at siga: “Í skúlanum fekk eg trúgvandi lærarindu, Mariu hjá Konradi (1874-1960). Hon byrjaði altíð tíman við bøn, og tá birtist ein neisti í mær at læra Harran av álvara at kenna”.
    Herluf varð doyptur í Ebenezer í Havn, og har gjørdist hansara andaliga heim.
    Í Ebenezer hitti hann Masu, sum var komin til trúgv á Tvøroyri. Tey giftust í 1934. Bæði Herluf og Masa vóru virkin í Ebenezer. Hvørki Masa ella Herluf skammaðust  at bera eitt orð fram.
    Masa var sjúkrasystir og hevði sostatt góðan møguleika at koma á tal við fólk.
    Herluf var mildur av lyndi og nýtti góðu sangrødd sína at bera boðskapin fram. Tey flestu virdu hann fyri hetta, serliga tá ið hann á sjúkrastovum og á møtum sang sálmin: ” Á Jesus, lambið Guds eg sá..” Henda sangin plagdi hann ofta at nevna sín serliga sang.
   Herluf ferðaðist ofta kring oyggjarnar at halda møti saman við øðrum brøðrum. Eisini var hann nakrar ferðir í Grønlandi og helt møtir. Her hitti hann kenda grønlendska listamannin, Alibak (1922-2007), og teir gjørdist góðir vinmenn. Alibak var eisini í Føroyum og vitjaði Herluf.
   Herluf lærdi seg bókbinding hjá bróðrinum Arna, og serliga legði hann seg eftir handgylling. Eisini róði hann út, og at vera á floti dámdi honum væl. Hann var góður miðamaður.
   Herluf og Masa tóku sær Judith, systirdóttir Masu til fosturs, og tá ið Judith seinni giftist Edmundi Jacobsen úr Fuglafirði, keyptu Edmund og Herluf húsini á horninum Tórsgøtu – Sverrisgøru frá Linu Restorrf og fluttu tey inn hiðar í 1941.
   Í kjallaranum hevði Herluf bókahandil og Judith hevði bókabinding í einum útbygningi móti Mariu Poulsen.
   Nú er parkeringsøki har húsini hjá Herlufi vóru.
   Herluf Arnason andaðist á sumri 1975.
Frásøgn: Heri Jacobsen

Í 1968 gjørdi Johan Vang eina smalfilmsupptøku av Herlufi Arnason í Ebenezer í Havn,
har Herluf sang nr. 687 í SONGBÓK GUDS FÓLKS, “Á Jesus, Lambið Guds eg sá”.
Herluf sigur eisini nøkur orð.

Øssur Berghamar hevði fylgispælið.
Jógvan Hammer gjørdi ljóðupptøkuna, og Zacharias Hammer hevur sett saman myndina og ljóðið.