Netvarp

R7 - Savn

Góð tíðindi – nýggj blaðútgáva

Í vikuni var forvitnissligt blað í postkassanum. Tað er John í Skemmuni ið stendur aftanfyri nýggja blaðið “Góð tíðindi”. Blaðið er tó ikki nýtt. Inni í blaðnum undir “Um blaðið” skrivar John soleiðis:

Fyri júst 70 árum síðan, í novembur 1952, sá tíðarritið GÓÐ TÍÐINDI fyri fyrstu ferð dagsins ljós, og var tað Andrew W. Sloan, sum tók stig til tað. Tað varð sent ókeypis í hvørt hús í landinum fram til 1972, árið fyri, sum hann andaðist. Í 1986 tók Poul Færø táttin uppaftur, og gav blaðið út fram til 1995.

Ætlanin er, nú blaðið verður givið út aftur, at tað skal vera á sama grundarlagi sum upprunaliga, og er tað bøn okkara, at tað skal verða til signing fyri alt Føroya fólk.

Leggjast kann afturat at fyri umleið einum ári síðani gav John í Skemmuni eisini bókina “Andrew W. Sloan – Lív og læra”. Ein bók har fyrilestrar eftir Andrew kunnu least og lív hansara og læran úr Gudi orði verða lýst.