Gerhard Hansen – borin í heim fyri 80 árum síðani
Í dag, hósdagin 28. November 2024, vildi Gerhard Hansen, fyrrv. prestur, kunna hildið sín 80 ára føðinagardag um honum varð lív lagað.
Gerhard varð føddur undir øðrum heimsbardaga, 28. november í 1944. Pápi hansara var ein av teim mongu bretsku hermonnunum, sum gjørdu krígstænastu í Føroyum. Hann kallaðist Josiah Frederick Simpson, vanliga róptur Joe. Pápin doyði 65 ára gamal í 1977.
Mamman var ættað úr Vestmanna og kallaðist Frida Hansen. Hon giftist Frida Larsen í Klaksvík. Hon doyði 74 ára gomul í 1997.
GERHARD SAKNAR PÁPAN
Gerhard kom at vaksa upp í Vestmanna hjá abbasystir síni, sum kallaðist Jetta í Sornhúsinum. Gerhard hevði tað gott hjá abbasystrini, men Gerhard bar upp á tað tungu lagnu øll síni barna- og ungdómsár og væl upp í árini, at hann ikki visti hvør pápin var. Mamman hevði ikki samband við pápan eftir at hann var føddur. Hann visti tó, at pápin var bretskur soldátur, sum gjørdi hertænastu í Føroyum.
Øll hansara barnaár saknaði hann at eiga ein pápa, sum allir skúlafelagar hansara áttu. Hann sigur sjálvur, at hann sum smádrongur, tá hann visti at bretskir trolarar lógu á Vestmanna, mangan fór umborð at spyrja fiskimenninar um pápa sín, men eingin teirra kundi geva honum nøktandi svar. Ein dagin sendi Gerhard ein fløskupost við einum brævi til pápan. Eisini sigur Gerhard, at tá hann spurdi tey vaksnu um pápa sín, so upplivdi hann eina skríggjandi kvirru.
Ikki fyrrenn Gerhard var 68 ára gamal fekk hann veruliga og endaliga at vita hvør pápi hansara var, væl dokumenterað av einum bretskum familjugranskara, sum gjørdi sær ómak at vitja Gerhard persónliga, tá hann kundi handa Gerhardi eitt ringbind við øllum dokumentum um pápa hansara. Gerhard segði: “at við hesum dokumentum eri eg komin til eitt endaligt úrslit, og punktum er sett við mína leitan eftir pápanum. Hetta hevur stóran týdning fyri meg!”
GERHARD MØTIR JESUSI
Sum barn vaks Gerhard ikki upp við bíbliu. Hann kom ikki regluliga í kirkju ella til kristilig møtir, men tá tað varð lýst til barnamøtir í salinum Gideon í Vestmanna, tá plagdi hann at vera á barnamøti. Tað var á einum av hesum barnamøtum, tá hann var 9 ára gamal, at Robert á Lakjuni úr Fuglafirði læs og talaði út frá Jóhannes 3. 16v:
“Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, sum trýr á Hann,
skal ikki fortapast, men hava ævigt lív!”
Gerhard sigur í sínum vitnisburði: “Hetta var fyrstu ferð, eg hoyrdi evangeliið og orði um krossin, so tað nam við mína sál, so eg bleiv frelstur!”
Gerhard ynskti so fegin at eiga eina bíbliu, og tá hann var í Klaksvík og vitjaði mammu sína, kundi hann standa uttanfyri gluggan í Thule bókhandli og undrast yvir tær fínu bíbliurnar, men hann hevði ikki ráð at keypa eina bíbliu.
Gerhard vitnaði fyrstu ferð alment um sína frelsu á eini missiónsviku í Missiónshúsinum í Vestmanna. Tá var hann 15 ára gamal. Frá tí hann var ungur, hevði hann eitt brennandi ynski at gerast eitt vitni fyri Harran. Gerhard kom at hava sítt andaliga heim og ástøði í føroysku Heimamissiónini og í Fólkakirkjuni, bæði í Føroyum, Danmark og í Týsklandi, og har fekk hann nógvar góðar vinir. Millum hansara góðu vinfólk og stuðlar vóru hjúnini Jóhan Hans og Nicolina Højgaard Simonsen, sum stovnaði Føroya Barnaheim. Gerhard skrivaði bók um Nicolinu og Barnaheimi, sum kom út í 2014.
GERHARD – ANDALIGA TÆNASTAN
Í 1963 giftist Gerhard við Nólsoyargentuni Jacobina Joensen. Tey fingu børnini: Ann 1964 – Oyvind 1969 og Rúni 1971.
Gerhard og Jacobina fara á bíbliuskúla í Danmark í 1966, og í tíðarskeiðinum 1966 – 1974 arbeiða tey fulla tíð innan Heimamissiónina bæði í Danmark og í Føroyum. Gerhard náddi mong menniskju við sínum bókum, prædikum, greinum og fyrilestrum, og eg havi hoyrt fólk siga, at fólk eru komin til trúgv á Jesus ígjøgnum hansara tænastu í Orðinum. Hann var eisini ein dúgligur barnaevangelistur í sínum yngri døgum, tá hann saman við konu síni Jacobinu, hevði kristiligar barnalegur í Føroyum m.a. í skúlanum í Hvalba. Gerhard var eisini at hoyra í morgunandaktini í KVF.
Gerhard ynskti at koma longur á tí akademisku leiðini, og fór at lesa Gudfrøði – verður prestvígdur – fær fast prestastarv – verður doktari í Gudfrøði og seinni fær hann førleika sum Professari – skrivar fleiri bøkur m.a. sína doktararitgerð. Alt hetta náddi hann í tíðarskeiðinum 1975 – 1987.
Gerhard kendi seg stundum sum tað svarta fári millum sínar egnu, tí sum prestur talaði hann mangan Roma beint ímóti. Hann talaði ímóti, tá fleiri av hansara starvsfeløgum vóru fyri fríari fosturtøku og fyri vígslu av samkyndum. Eisini talaði hann ímóti, tá hann sá, at kirkjan veik frá grundleggjandi sannleikum í skriftini.
GERHARD Á BOTN OG UPPAFTUR
Í hesum dýrdarkenda teologiska intellektuella akademiska umhvørvinum, sum annars skuldi verið eitt ljóst og lovandi umhvørvi, upplivdi Gerhard sálarfíggindans myrku kreftir at gera sína innrás í hansara lívi – og hesar kreftir sigraðu! Gerhard sigur sjálvur í sínum vitnisburði: “At eg dreiv longur og longur burtur frá samfelagnum við Frelsara mín!” Um hetta mundi skrivar hann umbøn at verða loystur úr starvi sum fólkakirkjuprestur.
Tað var eisini um hetta mundi, at hann og Jacobina valdu at fara hvør til sítt. Gerhard sigur, at hann skilti væl, at Jacobina ikki orkaði meir, men sum hann eisini hevur sagt, at hann og Jacobina skiltust ikki sum óvinir.
Gerhard búði í Keypmannahavn um hetta mundi, og sum hann sjálvur hevur greitt frá, so var hann komin heilt niður á botn í sínum lívi og visti ikki síni livandi ráð, men so ein dagin fekk hann ein lítlan bókling í hondina, sum hevði heiti: “Ein leið er heimaftur til Gud!” Gerhard sigur, at tað sum hann læs í hesum bóklingi fekk stóran týdning fyri hansara umvending aftur til Harran.
Eina náttina um aldarskiftið, tá hann ikki fekk sovið orsaka ófrið og ótta, tá opinberaði Harrin seg fyri honum á ein óvæntaðan hátt. Lítla teldan (I-paddurin) lá á køksborðinum, og Gerhard sigur sjálvur: “Uttan at vita hví læt eg hann upp og hugdi niður á skýggjan, har hesi orðini stóðu: “Eg eri deyður fyri allar syndir heimsins – eisini tínar!” Gerhard sigur, at hann visti, at hann hevði ikki skrivað hetta. Hann leitaði kortini inni á leðvísaranum og kannaði allan I-paddin ígjøgnum, men tá hann einki skjal fann við hesum tekstinum, tók hann hetta sum eina opinbering frá Harranum.
Gerhard sigur sjálvur: “Hesa løtuna fór eg í bøn til Harran. Fyri fyrstu ferð í mong ár boygdi eg míni knø og gav meg í hendur hansara , sum læt sítt blóð renna á Golgata fyri meg!” Gerhard sigur víðari: “Frá hesi løtu byrjaði Harrin at lekja mítt særda likam og mína sundurknústu sál, og lovsangurin kom aftur í mína sál. Eg fekk ein nýggjan hungur at lesa og granska Guds orð!”
GERHARD – EYÐMJÚKUR VINUR
Hóast Gerhard var teologiskur akademikari og intellektuellur á fremstu røð, so merkti ein ikki, tá ein samskifti við mannin, at hann var stoltur ella skrásikkur. Tú merkti heldur ein eyðmjúkan mann, sum ikki helt tað nógva um seg sjálvan. Hann dugdi at lurta eftir hvat hini søgdu og at virða sín næsta og hansara sjónarmið – men hann var ein maður fullur við vitan.
Í ár 2000 giftist Gerhard við týsk/donsku Kirstin Deckert. Tey fluttu til lítla og hugnaliga býin Strib á Fyn í 2002, har tey fingu 21 góð ár saman, har eg og kona mín Elsa mangan sótu gott í góðum felagsskapi við tey bæði.
Gerhard fekk, heilsumessiga, nakrar góðar vikur og mánar, áðrenn hann andaðist, har hann kendi seg raskari enn vanligt, og setti seg tí aftur við skrivaraborði, tí hann vildi so fegin skriva sína lívssøgu. Hann megnaði at skriva umleið 100 síður, men so komu heimboðini. Kirsrin hevur redigerað hesar 100 síðurnar og fingið tað prentað sum eitt spiralbind, men einans ætla familju, vinum og kenningum. Teksturin er á donskum.
Í januar í 2023 kom eitt hefti út á føroyskum, sum er vitnisburðurin hjá Gerhardi, har hann greiðir frá sínum persónliga vitnisburði, og grundgevur fyri, hví hann læt seg doypa. Heftið er 32 síður við nógvum viðkomandi myndum og myndateksti. Hefti er framvegis á goymslu og er ókeypis.
Gerhard skrivaði og gav út í alt 14 bøkur.
Gerhard andaðist 78 ára gamal sunnudagin 24. september í 2023. Jarðarferðin var fríggjadagin 29. september frá fólkakirkjuni Strib Kirke á Fyn. Kirkjan var fullsett og veðrið av tí besta. Ervið varð hildið í Teglgaardskirken í Middelfart. Har vórðu nógvar heilsanir bornar fram, har minni eftir Gerhard varð heiðrað. Ein av hansara gomlu starvsfeløgum, pensjoneraður fólkakirkjuprestur, hevði vøkur orð at siga um Gerhard.
Við hesum orðum vil eg einaferð enn vísa mítt takksemi fyri tað samskifti, mær untist at hava við
Gerhard Hansen.
Æra veri minni eftir Gerhard!
—
Kristiliga Tíðindatænastan
v/ Poul J. Djurhuus, Glyvrar
Tlf: +298 228314
gjaranes@gmail.com
Skrivað: P.J.D Glyvrar 28.11.2024