Frásøgn Bømlo 2024
Atlantic mission á Bømlo í Norra
– oktober 2024
Aftur einaferð hevur Atlantic mission verið á ferð, og leiðin gekk aftur til Bømlo í Norra. Farið var úr Føroyum fríggjadagin 11. oktober, og vitjanin endaði fríggjakvøldið 18. oktober.
Hesuferð varð ikki farið við Juvél 2, sum vanligt hevur verið, men fóru úr Føroyum við Norska flogfelagnum Videroe og beinleiðis til Bergen. Hetta er eitt propelflogfar, sum tekur millum 50 og 60 ferðafólk. Vit vóru 10 fólk í hópinum, sum fóru til Bømlo á evangeliseringsferð.
Vertsfólkini á Bømlo eru Sólvá og Pól Rasmussen, sum hava búð á Bømlo í mong ár. Pól er úr Søldafirði og Sólvá er úr Fuglafirði. Pól er maskinmaður við norskum nótaskipi. Hetta er ikki fyrstu ferð, at tey taka ímóti okkum, tí vitjað varð á Bømlo í 2017. Tá sigldu vit úr Føroyum við missiónsskipinum Juvél 2 og lógu í trimum havnum meðan tað varð evangeliserað út frá skipinum, og tey vóru tá, eins og nú, ein týðandi liður í tí, sum skal gerast áðrenn ein slík vitjan fer av bakkastokki.
Við í ferðalagnum eru: Páll á Lakjuni, leiðari – Svenning av lofti – Jógvan Páll Sevdal – Ruth og Thorvald Gaardlykke – Poul Jóhan Djurhuus – Karolina og Ólavur Thomsen – Eyðun Jacobsen og Dia Hvannastein.
Hetta er eitt væl samansett toymi við tónleikarum, fyriskiparum og teimum, sum hildu orðið fram. Áðrenn farið var úr Føroyum vóru innbjóðingar, traktatir og plakatir prentaðar í Føroyum. Tað varð gingið í húsini við innbjóðingum og traktatum. (Ein traktat er eitt lítið blað við einum evangeliskum boðskapi.) Eyðun, Dia og Páll tóku sær av tónleikinum. Eyðun hevur drúgvar konsertroyndir í Norra, og tí er navnið Eyðun Jacobsen væl kent innan tónleik í hesum partinum av Norra.
BEDEHUS
Samkomur og møtisalar í Noregi verða vanliga rópt BEDEHUS. Tað eru mong bedehus á Bømlo, har fólk savnast regluliga til møtir/Gudstænastur. Tað vóru nøkur av hesum Bedehúsunum, har vit vórðu boðin vælkomin at syngja, vitna og tala Guds orð. Um tað ikki var fullsett á øllum støðunum, so vóru møtini møtt við áhuga og væl vitjaði, og vit kendu, at tað var ein góð móttøka millum fólkið, har nøkur vóru, sum ynsktu forbøn.
Fyrsta punkt á skránni var útimøti, sum bleiv til eitt “inni-útimøti.” Hetta tí, at tað fór at oysregna, og tí varð farið inn í handilscentrið, sum lá beint við. Vit settu upp hátalarar á innandura torginum meðan nøkur góvu traktatir og innbjóðingar til tey, sum gingu framvið. Tað má viðmerkjast, at longu hesa fyrstu løtuna undir Bømlo-vitjanini, møttu vit stórun áhuga frá Bømlofólki, tí tað var ikki so fámentur hópur, sum steðgaði á og gav sær stundir at hoyra bæði sang og talu. Har vóru fleiri, sum mintust vitjanina í 2017, og sum ynsktu at heilsa okkum.
Hóast tað oysreganði fyrsta dagin, so var sólskin og góðveður allar dagarnar, meðan vit vóru í oynni. Hetta kom væl við, tá vit gingu við traktatum og innbjóðingum. Eitt má sannast, at náttúran á Bømlo er framúr vøkur, við sínum størri og smærri oyggjum tilvildarliga spjaddar um í firðum og sundum.
Vitjað vórðu trý Bedehus í trimum bygdum: Klippen í Bremnes, Langevåg-Bedehus og Gilje-Bedehus. Eisini vórðu røktarheim og pensjonistatilhald vitjaði. Orð Guds er sátt ígjøgnum vitnisburð, talu, sang og lesna hesa seinastu vikuna á oynni Bømlo, og n+u er bara eftir at lata Harran avrika ávøkstin, sum vit ikki kunnu gera meiri við enn at vatna.
NORRA 1000 ÁR SÍÐANI
Tað var á oynni Bømlo, at tann kristna Gudstrúgvin, kristna læran og kristnu virðini gjørdi sína fyrstu veruligu innrás í Norra. Hetta var fyri 1000 árum síðani, í 1024, tá Ólavur Haraldson kongur á tingstaðnum Mostra undirskrivaði tær fyrstu kristnu lógirnar, sum gjørdist ein verulig avbjóðing hjá heidnu avgudadýrkanini og siðalæruni, og sum umskapti grundhugsanina hjá norsku tjóðini. Fyrr í ár var stórt hátíðarhald í Mostra, har fólk í túsundatali var til staðar, at minnast Ólav Haraldson í hesum sambandi.
Hesin Olav Haraldson er sami maður/kongur, sum fá ár seinni doyði í bardaga á Stiklastøðum, og sum bæði norðmenn og føroyingar kalla ÓLAVUR hin HEILAGI, hvørs deyðsdagur verður hildin 29. juli á hvørjum ári bæði í Norra og í Føroyum. Vit blanda mangan nøvnini Olav Trúgvason og Olav Haraldson; men tað var Olav Haraldson, sum doyði á Stiklastøðum og sum vit í Føroyum minnast á Ólavsøku.
ÁVEGIS HEIM
Sita veðurføst tvær nætur í Bergen, tá líkindini ikki vóru at lenda í Vágunum í gjár. Koma vónandi heim í morgin.
—
Kristiliga Tíðindatænastan
v/Poul Jóhan Djurhuus, Glyvrar
Tlf: +298 228314
gjaranes@gmail.com
Skrivað: pjd, Scandic Hotel, Bergen 18.10.2024