Netvarp

R7 - Savn

Evangelisk møtirøð í Betesda

Evangelisk møtirøð verður í Betesda í Klaksvík til sunnukvøldið 26. september.

Petur á Roykheyggi, Áron á Roykheyggi, Jens Bech og aðrir koma at hava orðið.

Møtini verða hesi:
Hóskvøldið 23/9 kl. 20: Ungdómsmøti
Fríggjakvøldið 24/9 kl. 20: Evangeliskt møti
Leygarkvøldið 25/9 kl. 20: Evangeliskt møti
Sunnukvøldið 26/9 kl. 18: Evangeliskt møti

Á møtunum um vikuskiftið fara ymsar sangkreftir at luttaka. Eitt nú fer Jógvan Mortensen við bólki at syngja fríggjakvøldið, og tripletrioin í Ebenezer fer at syngja sunnukvøldið.

Øll eru hjartaliga vælkomin