Netvarp

R7 - Savn

Er ring samvitska av tí ringa?

Sum smádrongur varð eg lærdur, bæði heima og í sunnudagsskúlanum í Betesda, hvussu nógv tað er vert at varðveita eina vakta og virkna samvitsku ígjøgnum lívið, tí uttan hana verður tú líkasælur um synd í dagliga lívinum.

Eg minnist enn, hvussu hugtikin eg var, tá ið eg sum smádrongur varð lærdur, at samvitskan er at sammeta við ein fýrakant, sum er inni í okkum. Gera vit okkurt skeivt, so byrjar fýrakanturin at mala, og vit fáa ilt av tí. Men biðja vit um fyrigeving og gevast at gera tað skeiva, so gevst fýrakanturin at  mala, og vit fáa tað gott aftur.

Um vit hinvegin ikki gevast við tí skeiva, men halda fram, so heldur fýrakanturin fram at mala, soleðis at kantarnir byrja at blíva avrundaðir, og vit  fáa ikki so ilt longur, um vit gera nakað skeivt. Og heldur hetta lívið fram, so verður fýrakanturin at enda trillrundur, og vit merkja púrt einki inni í okkum, tá ið vit gera nakað skeivt – vit gerast líkasæl um syndina í okkara lívi!

Kumpassin má rættast – tað sama má samvitskan
Álvarsemið í hesum barnalærdómi hevur fylgt mær alt lívið. Ikki tí at eg eri so rættur og góður, tvørturímóti, men samvitskan hevur verið mær sum ein kumpass, ið hevur hjálpt mær at seta kós, at taka avgerðir í lívsins mongu spurningum og eisini til at biðja um fyrigeving, tá ið eg havi gjørt onkrum órætt.

Eg minnist eisini, at sunnudagsskúlalærarin lærdi okkum, at samvitskan er sum ein kumpass á einum skipi. Hon vísir skiparanum, hvønn veg hann siglir. Men eisini kumpassin kann við tíðini gerast skeiv, so hon ikki vísir heilt beint, og so er vandi á ferð. Tí er tað, at skip viðhvørt leggja stilt fyri at rætta kumpass, so hon aftur verður røtt og álítandi.

Soleiðis er eisini við samvitskuni. Hon má  eisini rættast, og tað gera vit við at lesa í Orði Guds, sum lærir okkum, hvat er beint, og hvat er skeivt. Gera vit tað javnan, verður samvitskan alla tíðina hildin bein og vakin.

Spurningurin um samvitskuna er eitt stórt og áhugavert evni, sum er skjótt at villast í. Men hvat lærir Orð Guds um hesi viðurskifti?

Rættvísgering okkara hendi einaferð og er tí ikki treytað av samvitskuni!
Hebrearabrævið 10:22 sigur: “so latið okkum stíga fram við sonnum hjarta, í fullari trúarvissu, við hjørtum, ið reinsað eru frá ringari samvitsku, og likamum, ið tváað eru við reinum vatni!” Her tosar Orð Guds um “okkum”, sum hava tikið ímóti Harranum Jesusi Kristusi, at vit  yvir fyri Gudi hava reina “samvitsku”, tí “við einum ofri hevur Hann við alla gjørt [okkum] fullkomin” (v. 14).

Hetta er tað sama, sum stendur í Rómbrævinum 4:5, at “tann, ið ikki virkar, men trýr á Hann, sum ger hin ógudliga rættvísan – honum verður trúgv hansara roknað til rættvísi”.

Hesi versini snúgva seg um frelsu okkara frá deyða og dómi, altso rættvísgeringina. Hon hendi tann dagin, tá ið vit sóu fortaptu støðu okkara og kallaðu á HARRAN um frelsu. Í tí spurninginum hava vit altíð góða samvitsku yvir fyri Gudi, tí rættvísgeringin hendi einferð. Tann dagin blivu vit fødd av nýggjum “ikki av blóði, heldur ikki av holds vilja, heldur ikki av mans vilja, men av Gudi” (Jóhs. 1:13).

Ein  onnur staðfesting  av hesum  er í Hebrearabrævinum 7:25, har tað stendur, at “Tí kann Hann eisini fullkomiliga frelsa tey, sum koma til Gud við Honum”. Altso tað er HARRIN, sum hevur frelst teg og føtt teg av nýggjum – ikki tú. Er tað ikki vælsignað?

Rómbrævið 6:6 staðfestir hetta sama við at siga, at “at gamla menniskja okkara varð krossfest við Honum, fyri at syndalikamið skuldi verða til einkis”. Tvs. tað gamla menniskja títt, varð krossfest við KRISTUSI – tað er burtur, tí tú ert fjald/ur í Honum – Gud sær teg einans í Honum.

Sostatt er rættarstøða okkara fyri Gudi trygg og greið: Samvitskan er rein og góð vegna blóð KRISTUSAR, og gamla menniskja okkara er krossfest og “burtur” – hetta er rættvísgeringin.

Heilaggering okkara hendir dagliga og er tí nógv treytað av samvitskuni!
Men hóast Gud nú einans sær okkum í Kristusi, so eru vit framvegis í “hesum likami deyðans” (Rómbrævið 7:24). Holdið er tí ikki “burtur”, og samvitskan er ikki úti av spælinum, tí í dagliga lívi okkara hava vit enn holdið og hitt gamla menniskjað at dragast við.

Hetta kemur m.a. til sjóndar í Efesusbrævinum, kapittul 4, har hann tosar við samkomuna um at tey í dagliga lívinum skulu “leggja av hitt gamla menniskja, sum verður spilt við dárandi lystum”, og so sigur hann í v. 30: “gerið ikki Heilaga Anda Guds sorg, Honum, sum tit eru innsiglað við til endurloysingardagin!” – tvs. at hóast Gud sær okkum í Kristusi, so er hann als ikki líkasælur um synd í okkara lívi.

Her tosa vit ikki um rættvísgeringina (frelsuna revsing syndarinnar, sum er fortaping), men um tað dagliga lívið og samvitsku okkara yvir fyri bæði Gudi og menniskjum, har HARRIN ynskir at frelsa okkum frá valdi syndarinnar í lívinum, so vit ístaðin bera honum Andans ávøkstur.

Hetta verður í Orði Guds nevnt heilaggering, at vit gerast meir heiløg, meir sett til síðis, frá synd og til HARRAN. Tað er í hesum andaliga bardaga okkara við heimin og holdið at okkum tørvar at varðveita eina følsama og reina samvitsku.

Um samvitskan ikki er virkin og livandi í okkum sum trúgvandi, so vita vit ikki, nær vit volda Heilaga Andanum sorg og nær ikki. Samvitskan er ein undurfullur vegleiðari, ið Gud hevur givið okkum. Paulus sigur, sum ein og hvør trúgvandi eisini eigur at siga: “Tí leggi eg mær eisini eina við, altíð at hava óskadda samvitsku fyri Gudi og menniskjum” (Áp. 24:16).

Hættisligt at lata eyguni aftur fyri samvitsku okkara
Tað er hættisligt at lata eyguni aftur fyri samvitsku okkara og hvat hon sigur okkum. Samvitskan sló Dávid, tá ið hann hevði syndað (2. Sám. 24:10). Tað var gott, at Dávid fekk ringa samvitsku, tí hon gjørdi, at hann  vendi um, frá sínum skeiva lívi og aftur til HARRAN. So hóast orsøkin til ringu samvitskuna var ring, so var tað gott fyri hann, at hann hevði eina samvitsku, sum ávarði hann.

Tað sama kunnu vit siga um Pætur, tá ið hann tríggjar ferðir hevði avnoktað HARRAN í høvuðsprestagarðinum (Matteus 26). Var Pætur frelstur fyri tað? Ja tað var hann, tí hann hevði játtað: “Tú ert Kristus, Sonur hins livandi Guds!” (Matteus 16:16). Men hevði hann góða samvitsku hesa løtuna? Nei, sanniliga ikki, tí hann fór jú út og græt beiskliga um sína synd. Men var tað neyðugt, at Pætur fekk ringa samvitsku? Ja, tað var, tí júst henda ringa samvitskan var lykilin til at koma aftur í sambandi við HARRAN JESUS, sum frammanundan visti, at hetta fór at henda. HARRIN hevði sagt við Pætur: “táið tú einaferð vendir við, styrk tá brøður tínar!” (Lukas 22:32). Pætur var ikki vrakaður av HARRANUM, men hann mátti venda við, fyri aftur at kunna virka fyri HARRAN.

Vit kunnu siga, at bæði Dávid og Pætur av sínari samvitsku fingu sorg um sína synd, og tað gjørdi, at teir vendu um. Hetta er júst tað, sum Paulus í 2. Korintbrævi 7:8-11 skrivar til samkomuna í Korint, altso til tey trúgvandi:

“Tí um eg so voldi tykkum sorg við brævinum, angri eg tað ikki. Nei, um eg so havi angrað tað – eg síggi jú, at brævið voldi tykkum sorg, um tað so bert var eina stund – so gleðist eg nú, ikki um, at tit fingu sorg, men um tað, at tit fingu sorg til umvending; tit fingu sorg eftir sinnalagi Guds, fyri at tit í ongum skuldu líða skaða av okkum. Tí sorgin, ið er eftir sinnalagi Guds, virkar umvending til frelsu, sum eingin angrar; men sorg heimsins virkar deyða. Hyggið, júst hetta, at tit fingu sorg eftir sinnalagi Guds, hvussu stóran íðinskap virkaði tað ikki hjá tykkum, ja, verju, ja, harm, ja, ótta, ja, longsil, ja, álvara, ja, straff! Í øllum vístu tit, at tit vóru reinir í hesi søk”.

– – –

Sostatt er ein ring samvitska ikki av tí ringa – tí hon minnir okkum á synd í lívinum og fær okkum at venda okkum frá syndini og aftur til HARRAN.

John Færø