Netvarp

R7 - Savn

Ebenezer – bønarmøti fyri Ukreina

Mikukvøldið, 2. mars 2022 kl. 20 er serligt bønarmøti í Ebenezer fyri Ukreina.

Biðið verður fyri støðuni í Ukreina og ræðuligu avleiðingunum, sum kríggið hevur við sær.

Kunnað verður eisini um tað arbeiði, sum samkomur í grannalondum gera, fyri at hjálpa teimum neyðstøddu.

Aftan á møtið verður ein drekkamunnur.

Øll eru hjartaliga vælkomin.