Dánjal Poulsen – andlát og jarðarferð
Posted On 27. april 2022
Dánjal Poulsen, ættaður av Vatnsoyrum, búsitandi í Havn, andaðist á Landssjúkrahúsinum týsdagin, 26. apríl, 74 ára gamal.
Kistan kemur heim í Ebenezer leygardagin, 30. apríl kl. 17.30.
Jarðarferðin verður úr Ebenezer sunnudagin, 1. mai kl. 14.
Tey, sum ynskja at minnast Dánjal, kunnu lata eina gávu til Zarepta ella Evangelisku Røddina, kontu í peningastovnunum.
Jarðarferðin verður netvarpað. Leinki verður lagt út í høgra bredda á heimasíðuni hjá Ebenezer kl. 13.50. Eisini kanst tú trýsta á reyða “netvarp” knøttin ovarliga her á heimasíðuni.