Daniel J. Danielsen (Dollin)
25. juni 2021 vóru 150 ár liðin síðan føroyski Kongotrúboðarin Daniel J. Danielsen (1766-1916), vanliga róptur Dollin, varð borin í heim. Hann doyði í árinum 1916 bert 45 ára gamal, og liggur grivin í gamla kirkjugarði á Svínaryggi í Havn.
Dollin er í familju við tey kendu tónleikafólkini í Havn, sum vanliga verða rópt “Tey á Kamarinum”, og tey minnast øll, at tá ið Dollin varð umtalaður í teirra barnaheimi í Grím Kambansgøtu, varð hann altið nevndur “Onkul Dánjal“ og tað verður hann róptur enn dagin í dag millum systkini “Á Kamarinum”.
Mamma Dollan kallaðist Sigga og vaks upp úti á Reyni í Havn. Hon var systir sýslumannin í Søldarfirði, sum var pápi tann navnframa Victor Danielsen. Victor og Dollin vóru sostatt systkinabørn.
Sigga fór til Keypmannhavnar sum 24 ára gomul at tæna hjá eini ríkari familju. Hon kemur saman við einum danskara, sum kallast Ludvig Jørgensen. Sigga verður við barn, og tann 25. juni 1871 átti hon ein son, sum verður doyptur í Dómkirkjuni í Keypmannahavn: Ludvig Daniel Jacob Danielsen.
Sigga velur at koma aftur til Føroya stutt eftir, og tá ið drongurin er trý ára gamal, í 1874, verður mamman gift við Jákup Jacobsen á Kamarinum. Hesin Jákup kom at vera sum ein pápi fyri lítla dreingin hjá Siggu. Sigga og Jákup fingu fimm børn, men bert eitt teirra kom undan, sum var tann navnframi byggimeistarin Magnus á Kamrinum. Magnus á Kamarinum og Dollin vóru sostatt hálvbeiggjar.
RADIKAL UMVENDING
Dollin varð konfirmeraður í Havnar Kirkju í 1886, og sum 18 ára gamal fer hann til Skotlands at lesa til maskinmeistrara. Hann var ein lívsnjótari við rúsdrekka og gudleysari lívsførslu. Tá ið hann er 27 ára gamal renir hann seg í eitt kristiligt útimøti í Glasgow, sum óivað hevur mint hann á útimøtini, sum William Gibson Sloan (Gamli Sloan) hevði í Havnagøtum, tá ið Dollin vaks upp í Havn.
Evangeliski boðskapurin á hesum útimøti virkaði so sterkt á Dollan, at hann á staðnum játtaði Jesus sum Harra og Frelsara, og gav seg fullkomuliga yvir til Harran. Dollin gjørdist ein broyttur maður, og tað var skjótt, at hann ynskti at brúka sína tíð og evnir í Harrans tænastu.
Hann fór á bíbliuskúla í London at búgva seg út til trúboðaravirki. Hann kendi eitt kall at fara til Congo, og í apríl í 1901, tá ið hann er 30 ára gamal, fer hann avstað til Congo, har hann kom at virka, bæði sum maskinmaður, skipari og evangelistur á einum missiónsbáti, sum sigldi á stóru Congoánni, har ein stórur partur av fólkinum í Congo búði. Dollin lærdi skjótt at tala málið hjá teimum innføddu.
Tað, sum ger Dollan og hansara prædikutænastu framvið áarbakkanum á stóru Congoánni til nakað heilt serskilt, er, at hann við egnum eygum upplivdi ræðuleikarnar, sum fólkið livdi í undir ræðustýrinum hjá Belgiska konginum Leopold II, og at hann gjørdi nakað við tað.
Óli Jacobsen, rithøvundur, hevur skrivað áhugaverda bók um avrikini í hesum sambandi hjá Dollanum í Congo. Bókin eitur: Dollin, Havnamaðurin, sum broytti heimssøguna.
DOLLIN GJØRDI MUN
Dollin lá ikki á boðunum, men tá hann kom aftur til Onglands í 1903, greiddi hann bretsku stjórnini og Missiónini, sum hann umboðaði, frá ræðuleikunum framvið Congoánni. Hann hevði sítt fyrsta stórmøti í Edenburgh, og hann fór eisini til ymisk støð bæði í Onglandi og Skotlandi, har hann við orðum og myndum, sum hann sjálvur hevði tikið, greiddi frá ræðuleikunum, sum Leopold Annar kongur stóð fyri í Kongo. Fólk í túsundavís møttu til hesar fundirnar hjá Dollanum, og ræðuligu tíðindini úr Congo breiddu seg skjótt í Stóra Bretlandi, sum eitt úrslit av innsatsini hjá føroyska trúboðaðaranum Daniel J. Danielsen.
Dollin meinti, at myndugleikarnir og hansara egna missión arbeiddi ov seint í hesum sambandi, og tí fór hann við tað sama sjálvur til verka at kunna bretska fólki um aktuellu støðuna í Congo.
Við hesum upplýsingarfundum var Dollin við til at seta gongd á altjóða áhugan fyri støðuni í Congo, og sostatt var hann við til at undirgrava valdi hjá harðrenda og valdshungrandi einaræðisharranum Leopold Annar. Føroyski trúboðin, Daniel J. Danielsen, Dollin, var tátíðarinnar Whistle-Blower, sum gjørdi stóran mun, tí hann gjørdi vart við tað hann sá – og tað broytti lívi hjá fólkinum í Kongo!
MINNAST FØROYSKU HETJUNA
Tí er tað, at vit minnast í dag 150 ára føðingardagin hjá hesum merkismanni, sum hevur sett spor eftir seg í heimssøguni. Tá Dollin er komin aftur til Skotlands úr Congo í 1903, møtir hann føroysku gentuni Linu, sum var fødd og uppvaksin í Leith av føroyskum foreldrum, sum fluttu til Leith úr Føroyum í sínum yngri døgum. Dollin og Lina giftast í Glasgow 20. mai í 1904. Tey fluttu bæði til Føroyar í oktober í 1904. Dollin kom at virka innan brøðrasamkomuna í Føroyum tey næstu 12 árini, har kona hansara, Lina, royndist honum ein dyggur stuðul til hann doyði í 1916 bert 45 ára gamal.
Saman við William Gibson Sloan (Gamli Sloan) og øðrum varð hann ein av oddamonnunum innan brøðrsamkomuna, og var við til at stovna fleiri samkomur, sum enn í dag eru virkandi samkomur.
Minningarhaldið byrjaði á grøvini hjá Dollanum í gamla Kirkjugarði í Havn, har Heðin Mortensen, borgarstjóri, legði krans við gravsteinin hjá Dollanum. Síðani bar Poul Jóhan Djurhuus eina heilsan fram í navninum hjá ommu síni Innan Glyvur, Poulina Djurhuus, vanliga rópt Poulina á Hvítanesi, sum í yngri døgum var vinkona við hjúnini Lina og Dollin, og hevði tætt samskifti við tey, ikki minst tá Dollin lá sjúkur á Finsen í Keypmannahavn. Á kransbandinum standa hesi orðini: “Takk Gud fyri tað, sum Dollin og Lina vóru fyri ommu mína!” Løtan í kirkjugarðinum endaði við bøn.
Úr kirkjugarðinum varð farið niðan í Auluna í gamla kommunuskúla, sum í dag eitur Finsen. Har var stórt minningarhald skipað við tónleiki frá familjuni á Kamarinum. Ein fullsett Aula. Borgarstjórin hevði áhugaverda hugleiðing um virksemi hjá Dollanum bæði í Congo og tey 12 árini hann fekk at virka sum prædikumaður innan Brøðrasamkomuna í Føroyum.
Søgufrøðingurin, Oddur á Lakjuni, sum er skyldmaður Dollans, hevði eina bergtakandi framførslu um ræðuligu umstøðurnar hjá fólkinum í Congo meðan Leopold Annar ráddi fyri borgum og Dollin virkaði sum trúboðari har.
Síðani hevði Óli Jacobsen, rithøvundur, fyrilestur um Dollan, har Óli lýsti henda merkismann frá vøggu til grøv.
At avrikini í Congo hjá føroyska trúboðaranum Dániel J. Danielsen hava gjørt mun, er ikki eitt loyndarmál í dag, men ein væl dokumenteraður søguligur veruleiki, sum hevur fingið altjóða viðurkenning á høgum akademiskum stigi, og søgan um Dollan (Missionær Danielsen) er í dag ein náttúrligur partur, tá granska verður í søguni hjá fólkinum í Kongo – “tann ókenda hetjan er í dag ein kend hetja!”
Heilsanin, sum Poul Jóhan Djurhuus hevði í kirkjugarðinum, verður endurgivin á næstu facebooksíðu.
Pjd, Glyvrar 03.07.2021 / MAPPA: Tíðindagreinar / DOK.TITLE: Dollin 150 / MEDIA: Facebook – evr.fo
Kristiliga Tíðindatænastan
v/poul jóhan djurhuus, Glyvrar
Tlf: +298 228314
gjaranes@gmail.com
Sí facebookvanga
Skrivað: pjd, Glyvrar 03.07.2021