Brynleif Hansen – páskasangur
Tey flestu kenna navnið Brynleif Hansen. Hann var ein íðin evangelistur, sum brendi fyri at leiða menniskju til Jesus. Hann byrjaði leguarbeiðið í Zarepta í Vatnsoyrum, sum hevur verið til signing fyri so mong.
Áðrenn Brynleif og konan, Else, fluttu til Føroya, búðu tey í Keypmannahavn – og føroyskir útisetar lógu teimum nógv á hjarta.
Brynleif var eisini skald. Hann skrivaði og umsetti fleiri sangir, sum regluliga verða sungnir millum okkara í dag – eisini í Kristnastovu. Teirra millum er sangurin ”Á, hvør er hasin maður?”, hvørs innihald talar um hin líðandi Messias, sum vit lesa um í Esaias 53. Men sangurin peikar eisini fram móti Kristusi, soleiðis sum Hann er umrøddur í Opinbering Jóhannesar, tá Jesus er leyvan av Juda og rótskot Dávids. Hvussu kundi Hann, sum hevði alla makt, boyggja seg so lágt okkara vegna?
Á, hvør er hasin maður, ið krossin bera má?
Vanvirdur, niðurboygdur, má líða spott og háð!
Jú, hatta er guds sonur, við tornum krýndur fer
við sigri inn í deyðan og mínar syndir ber.
Ja, fyri mínar misgerðir soraður tú varð,
og fyri míni lógbrot ta hvøssu krúnu bar.
Tín máttur upp nú tornar, tín tunga loðar føst,
sum vaks títt hjarta bráðnar – tú pínur mínar tókst.
Tú, Leyvan, rótskot Dávids, tú hevði alla makt,
sum lamb tú bart tað stillur og toldi alt forakt.
Tú kærleiksfulli maður til krossin negldur varð,
ja, mína straff tú toldi og mínar sjúkur bar.
Sangurin varð funnin millum skrivliga tilfarið hjá Brynleif, eftir at hann hevði latið lív í flogvanlukkuni í Mykinesi í 1970, bert 33 ára gamal.
Øssur Berghamar 30. mars 2013