BÓKAUMMÆLI – Skakandi hending!
Fyri umleið tveimum mánaðum síðani kom út bók, ið nevnist “Skuggi hins Alvalda.” Tað er amerikanska kvinnan, Elisabeth Elliot, sum hevur skrivað bókina. Meta av Fløtum hevur týtt til føroyskt.
Høvundurin, Elisabeth Elliot, er einkjan eftir Jim Elliot, ið var ein av teim fimm amerikonsku trúboðarunum, sum – 28 ára gamal – lat lív í royndini at náa ein av ónáddu ættarbólkunum í frumskóginum í Suðuamerikanska landinum Ekvador 8. januar 1956 við gleðiboðskapinum.
Bókin er ein bergtakandi lýsing av hesum manni frá barnaárum til hann lat lív sum blóðvitni. Bókin lýsir ein sera dugnaligan mann á snøgt sagt øllum økjum. Í bókini eru brot úr teim mongu brøvum, ið hann skrivaði frá ungdómsdøgum sínum til lívslok.
Hesi brøv bera okkum boð um ein mann, sum
– fyri tað fyrsta hevði sett sær fyri, at bera teim ónáddu gleðiboðskapin um Jesus.
– fyri tað annað sett sær fyri, at gera seg so dugnaligan, hann kundi til hetta verk.
– fyri tað triðja ikki at lata nakað forða sær at náa hesum máli.
– fyri tað fjórða at venja likam sítt til sera krevjandi avbjóðingarnar í frumskógini.
– fyri tað fimta at liva nær hjá Gudi í bøn og lesnaði av Bíbliuni og liva samsvarandi.
Týðingin av bókini er eitt bragd, sum á allan hátt er dygdargott út í æsir. Forlagið Leirkerið hevur givið bókina út, sum er tætt í 400 síður. Í bókini eru myndir, sum lýsa hesar 5 trúboðarar í tilgongdini, sum leiddi til blóðvitnisdeyðan.
Jim Elliot er kendur fyri at hava skrivað hesi orð, ið eru eins og ein eldskrift yvir lívi hansara: “Hann er eingin dári, ið gevur tað, hann ikki kann varðveita, til tess at vinna tað, hann ikki kann missa!”
Í tíðindaskrivi verður heitt á fólk at ogna sær bókina, sum er á tremur av spenningi og stimbrandi lívsvísdómi. Bókin fæst í bókhandlunum ella við at venda sær til Forlagið Leirkerið.
Tíðindaskriv: Svenning av Lofti, juli 2020