Netvarp

R7 - Savn

Bøn fyri Ukraina og Russlandi

Kæru tit
Vit hava fingið hesa áheitan frá altjóða samskiparanum hjá TWR Kvinnur við vón Miia da Silva um at biðja fyri Ukraina og Russlandi og fólkinum har.
Hesa áheitan hevur hon frá altjóða leiðaranum í TWR Dirk Müller um at biðja fyri støðuni í Ukraina og Russlandi. Hon heitir inniliga á okkum, sum hon nevnir bønarherfólk, at biðja fyri hesi støðuni og senda hesa áheitan víðari á netinum. Vit senda tí hesa áheitanina víðari til tykkara við hesum orðum:
“Eg áminni nú fyrst av øllum um, at bønir, ákallanir, forbønir, takkargerðir verða hildnar fyri øllum menniskjum, fyri kongum og øllum, ið høgt eru sett – fyri at vit kunnu liva stilt og friðarligt lív í øllum gudsótta og siðprýði. Hetta er Gudi, Frelsara okkara, gott og tekkiligt, Honum, sum vil, at øll menniskju skulu verða frelst og koma at kenna sannleikan.” Fyrra Timoteusbræv 2:1-4

Við heilsan
Elisabet og Hanna

Frá Dirk Müller altjóða leiðara í TWR. Áheitan um bøn fyri Ukraina og Russlandi:
Tit hava ivaleyst frætt, hvat íð er hent í Ukraina í dag. Gerið so væl at lyfta upp í bøn alla hesa íkomnu støðuna og fólkini, sum eru rakt av henni, í báðum hesum stríðandi londunum. Teimum tørvar Jesus – fyrst av øllum – men eisini okkara bønir og ítøkiliga stuðul.Vit royna at finna út av, hvussu hetta kann fara fram. – Vit hava dagligt samband við okkara samstarvsfelaga í Ukraina og DIMA í Russlandi. (DIMA t.e. Developing Innovative Multiproxy Analyses – in Siberia and the Russian Far East).
Góðu tit biðið.
Við heilsan
Dirk
TWR talar um vón fyri heiminum