Bíbliu- og tónleikatúrur við Norrønu
BÍBLIU- OG TÓNLEIKA-CRUISE
– túrur nr. 11
Aftur í ár fyriskipað vit eina Bíbliu- og Tónleikaferð við Norrønu til Hirtshals. Tað verður farið av Havnini hóskvøldið 24. oktobur kl.20:00 og tað verður komið aftur á Havnina mánamorgunin 28. oktobur kl.07:30 – einans 2.195 krónur.
Talan er um eitt trivaligt vikuskifti, har tú/tit hava møguleika at njóta nakrar hvíludagar umborð á okkara snotuliga ferðamannaskipi, meðan onnur skipað fyri bíbliutímum og andaligum tónleiki, sum kann verða við til at gera ferðina eitt minniríkt momentum fyri júst teg.
Vit hava bjóða Svenning av Lofti, Rógva Joensen, Klaksvík, Sámal Mikkelsen, Klaksvík og Senøvu av Rana, Tórshavn at hava hvør sín bíbliutíma, meðan siglt verður millum Havnina og Hirtshals. Eisini kemur Dánjal av Rana, Tórshavn at hava fyrlestur um Operation Mobilisation (OM).
Eisini hava vit hugsað um tónleikin, og tí hava vit boðið tónleikarum sum Oasubrøðrunum, Dia Hvannastein og Jóannes S. Hansen at taka sær av sanginum umborð. Vit koma at hava felagssang úr sanghefti við nógvum góðum sangum. Eisini koma Oasubrøðurnir og Eyðun Jacobsen at hava eina tónleikaframførslu. Ein løta verður eisini við søgum um sangir.
GONGUGØTAN
Vitjað verður í gongugøtuni í Hirtshals. Fyristøðufólkini í føroyska húsinum Malta, sum liggur beint við gongugøtuna, siga, at húsið er opið og at øll eru vælkomin at njóta ein ókeypis drekkamunn. Bussar eru settir at flyta fólkið millum Norrrønu og gongugøtuna, sum er íroknað ferðagjaldið.
ÍROKNAÐ FERÐASEÐILIN
Fyriskipararnir gleða seg at møta luttakarunum umborð á Norrønu. Vit vóna, at tað verður væl av fólki, sum melda seg til túrin, sum má sigast at vera eitt lagaligt vikuskiftið, tá hugsað verður um ferðaseðilin, sum einans ljóðar at vera 2.195 krónur. Tá er íroknað morgunbúffé og kvøldbúffé fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin.