Netvarp

R7 - Savn

Bíblian 75 ár – søgan og handverkið

Á mentanardøgunum í Fuglafirði, sum er hesa vikuna, er serliga nógv á skránni nú um vikuskiftið 6. – 8. setepmbur.

Í samband við at 75 ár eru liðin, síðani Bíblian á fyrsta sinni kom út á føroyskum, hin 19. mars 1949, verður áhugaverdur fyrilestur á bókasavninum í Fuglafirði.

Sunnudagin 8. septembur kl. 16 fer Jógvan á Lakjuni at hava áhugaverda framløgu um Victor og serliga um arbeiði hansara við at týða Bíbliuna til føroyskt.

Á bókasavninum er harumframt framsýning, sum í orðum og myndum lýsir lív og arbeiði Victors bæði sum rithøvund, týðara, yrkjara og trúðboðara. Eisini eru bíbliuhadrit, skrivimaskina o.a. áhugavert at síggja.