Berøa
Tabor, Meron og partvíst Karmel. Fjøllini vestanfyri og Golan heyggjarnir eystanfyri liggja sum ein trivalig og hábær og vallað grótrond kring um Genesaret vatnið. Tey flestu, sum hava ferðast um hesar leiðir, hava helst fingið somu kensluna sum sálaði svenski forsætisráðharrin, Tage Erlander, ið eftir fyrstu vitjan sína í Ísrael helt fyri, at júst vitjanin við Vatnið hevði mestu ávirkanina á hann. At síggja Sunnudagsskúlasjógvin, – sum hann tók til. Har Jesus gekk á bylgjunum, í dølum og á kambum, sjálvur makaði vindin, og útróðrarmaðurin Pætur hevði góða fiskieydnu. Var har við einum ferðalagi við Svenningi á Lofti fyri nøkrum árum síðan – í 2009 – um jóltíðir – og var tikin av hesi somu kensluni. Tað viðraði væl hesar dagarnar, Vatnið var fyri tað nógva spegilsblankt, men ljóðmyndirnar úr sunnudagsskúlanum í gamla salinum í Syðrugøtu, Filadelfia, har Godtfred Thomsen var andaligur leiðtogari, runnu tá fram fyri meg aftur í visuellari sjón. At ganga framvið sjóvarmálanum, so ónomið av mannahond, óspilt, at lættligt var at flyta seg tvey millennium aftur í tíð, táið hetta var vøggan hjá einum guðbornum boðskapi, sum í stóran mun broytti heimin, ja, – tað tók fast í sálina.
Tað var um hesar leiðir, at tey stóru undrini hendu. Tað var um hesar leiðir, at apostlarnir løgdust til – ein fyri og annar eftir. Í Kapernaum sóu vit stóra útgrevsturin og ein illa trevsaðan bát grivnan úr móruni, sum kundi verið útróðrarbáturin hjá Pæturi. Tað var her, at Jesus hitti Matteus við tollbúðina, og heitti á hann um at fylgja sær, og hann so gjørdi. Í einari fjallalíð í økinum heldur Matteus fyri, at hin avgerandi og sæla fjallatalan varð hildin. Røðan, ið er eitt fullkomið paradigmuskifti í hugburði, hon, ið gjørdi upp við brutalu mannahugsanina og atferðina, ið hevði verið ráðandi frammanundan. Alt varð nú vent á høvdið. Kærleiki, umsorgan og samhaldsfesti tóku yvir á søguligu vaktini. – Táið hann sá mannamúgvurnar, fór hann niðan á fjallið; og táið hann var setstur niður, komu lærusveinar hansara til hansara. Tá byrjar ein nýggj tíð, eisini ein nýggj tíðarrokning, – við sælu, salti og ljósi.
Meðan smáu aldurnar skvatlaðu um beinklæði míni, her við sævarstrondina, kom spurningurin til mín, hvussu tað mundi bera til, at læran og boðskapurin um frelsu hjá einum fátækum timburmanni úr Nazareth kundi røkka úr hesi natúrligu grýtuni upp um hesar háu fjallatindar og út í allan heim. Var tað bara ein fantastur – ein sveimari – ið hevði havt tað sum dagdvølju at práta fólk upp í lag, fyri á leið tvey túsund árum síðan, tá hevði boðskapurin neyvan átt lív lagað, og var ikki komin okkum fyri oyru nakrantíð. Orsøkin er guðborna tærið í boðskapinum, sum Sonurin var settur í heimin at knæseta og bera menniskjum. Tað sum Menniskjusonurin ikki megnaði sjálvur, tóku apostlarnir á seg. Teir fóru um mong landamørk, vallaðu norður ímóti Moskvu, vestur til París, onkur eystur ímóti Ganges ánni, sigst, og øll kenna søguna hjá Pæturi í Roma.
Seinri rakk boðskapurin norðurhøvum og søga okkara er eisini søgan um skiftið frá heiðna brutalitetinum til kristnu læruna, sum vit øll onkursvegna gjørdust ein partur av, í hvussu er moralsku og etisku læruni, hóast onkur sigur seg vera guðleysan. Sum smádrongur lærdi tú at biðja og at signa teg. At ganga í sunnudagsskúla og í kirkju. Vit hoyrdu til kirkjuna, sum tikið var til, men hin fryntligi Godtfred var granni okkara í Gróartúni, og tá Salurin harumframt lá høgliga fyri, lærdi og skilti ein, at onkrir munir vóru á tulkingunum, hóast stórviðurin var og er hin sami. Líggjas bóndi á Húsgarði og abbi mín, Jóan Elias, vóru systkinabørn, og teir vóru soleiðis báðir trímenningar við Victor Danielsen. Nú var eg ikki meiri enn 5-6 ára gamal, táið Victor fór í annað ljós at vera, men eg minnist kortini, at hann hevði útimøtir í túninum í Grógv, og tá læt omma mín gluggarnar vera víðopnar. Ein bróðir hennara, sum doyði á skipi undir seinru heimsorrustuni, Óli, tók við læruni hjá brøðrasamkomuni, tí hevði hon í so máta eitt opnari sinni – ein víðari sjónarring – enn so mong onnur um ta tíðina, táið tað onkuntíð kundi kennast, sum at pansaramúrar stóðu ímillum fólk við hvør sínari fatan. Hóast andaliga reiðaríið var hitt sama, sum onkur plagdi taka til. Sagt varð, at Victor tíðum vitjaði Líggjas bónda í málsligum ørindum, táið hann flutti heilagu skriftirnar yvir á føroyska tungu, hóast bóndin var svorin fólkakirkjumaður. Sum kuriosum kann eg eisini nevna, at eg fekk eitt eintak av Songbók Guds Fólks frá ommu, sum Nýggja Forlagið í Fuglafirði gav út í 1952, hetta, saman við sunnudagsskúlanum í Filadelfia var helst orsøkin til, at vit báðir Bill onkuntíð hava verið at hoyrt í Útvarpinum við fræga sanginum “Eitt ævigt ríkidømi”, sum Petur Háberg týddi úr norskum.
Tað ber ikki til at tosa í einum sali hjá brøðrasamkomu í Føroyum, uttan at nevna tjóðskaparliga týdningin, sum samkoman hevur havt fyri megina í samleika okkara. Brøðurnir vóru ikki á sama hátt fjøtraðir av donskum lógum og ásetingum sum fólkakirkjan, ið formliga var undir útlendskum ræði. Av góðum grundum var anglisaksiska ávirkanin stór, Sloan kom haðani, og lættari var at fylgja kredduni hjá Lutheri, sum dugdi at síggja sjálvsagdu fyrimunirnar við at flyta gleðiboðskapin fram fyri fólki á teirra egna máli. Málsliga lá Victor ikki í sama andróðri sum Dahl próstur, ið fleiri ferðir fekk danskar lógligar togendar um skrúvuna, hóast hann var ein strembari av sama formati sum Victor. Saman við Viderø presti tvey óundansleppandi fenomen í føroyskari søgu, sum skiltu týdningin av at leggja hendan alt avgerandi infrastrukturin – at týða heilagu skriftirnar til okkara egna mál. Harvið vunnu vit tveir sigrar um somu tíð, samstundis, hin kristna og hin tjóðskaparliga, tá orðini, íblást av Guði, lógu á øllum náttborðum og undir koddanum í hvørjari koyggju umborð á føroyskum skipum. Størsta málsliga frambrotið nakrantíð – ei dáni í at teir allir tríggir vórðu settir á eitt og sama frímerki hjá Postverki Føroya í 2007.
Brøðrasamkoman var til, táið vit fluttu úr Gøtu út undir síðu at vera, sum gøtumenn tóku til. Salur var tó ongin, men sum skilst birtist ein ætlan longu í 1959 at flyta salin í høvuðsstaðnum inn higar. Ebenezer. Í 1963 fingu brøður um hesar leiðir at vita í brævi frá samkomuni í Ebenezer, at har var samtykt at lata teimum herinni salin uttan kostnað, treytin var, at teir sjálvir tóku hann niður og fluttu hann inn á fjørðin. Tað gjørdu teir í 1963, og í 1965 høvdu brøðurnir fingið sín egna sal í Heiðunum. Í Saltangará. Harvið hava salurin, sum nú verður avloystur, og eg sjálvur liva líka leingi í sama býi. Sum fólkakirkjumaður havi eg ikki havt mína dagligu gongd í Berøa, men eg kenni fólkini í samkomuni, spjalli javnan við tey, og løturnar í kjallaranum, táið miðnáttarsamkomurnar vóru eftir dansin í Glyvra Bio, har vit fingu nøkur góð orð við á vegnum og hin vældámdi Miðnáttarbólkurin spældi og sang fyri okkum, standa framvegis ljóslivandi fyri mær.
Paulus treivst betri í Berøa enn í Tessalóniku. Í samkomuhúsunum í Berøa vóru gýðingarnar meiri góðviljaðir, og teir tóku ímóti orðinum við sera góðum huga og rannsakaðu dagliga skriftirnar, um hetta var soleiðis. Mangir av teimum tóku tá við trúgv og ikki fá av hábornum grikskum kvinnum og monnum. Apostlasøgan sigur okkum, at Paulus boðaði Krist í Tessalóniku og Berøu, og góða ummælið hesin seinri býurin fær í skriftini sigur okkum, at brøðurnir um okkara leiðir hava rannsakað skriftirnar dúgliga, áðrenn teir gjørdu tað góða valið at nevna salin Berøa. Løtan í dag er prógv um, at andaliga virki tykkara vignaðist, við trúgv og egnari uppdrift, og ikki við at banka á dyrnar hjá kommunalum og heimastýrismyndugleikum.
Á ferðini í heilaga landinum fingu vit onkursvegna um endan á einum lívi, sum tvey túsund ár seinri framvegis er avgerandi fyri tey flestu okkara. Úr Nazareth løgdu vit leiðina til Betlehems jólaaftan. Á markinum til Vestara Áarbakkan er stikað upp við einum betongmúri, har víðgirdir hermenn ansa eftir, soleiðis, at onki skal henda okkum og øðrum ferðandi. Teir mynstra eisini umborð á strætisvagnin, og so hvørt sum vit aka inn í býin, síggjast teir framvið takrennunum á tøkunum og snýði á teimum undan hvørjum húsarhorni og á øllum trappusteinum. Her valdar ikki friður, her kollidera ymsar tvørgangandi fatanir, men um miðnáttarleitið er friður, táið vit standa undir trøunum á Betlehems fløtum og syngja føroyskar jólasálmar og lesa evangeliskan boðskap, honum til heiðurs, sum varð settur inn í hendan heimin okkum til bjargingar, meðan stjørnurnar glampa á himnahválvinum. Ein sæl løta.
Higani er teinurin ikki drúgvur oman til meginborgina – Jerusalem. Bráðpannan, sum hevur so stóran týdning fyri so mong. Av Oljufjallinum stinga moskur og tempul seg upp úr sjónini. Hagar gongur leiðin. Nú fylgja vit endanum av jarðiska lívi Frelsarans. Løgdu inn í Getsemane urtagarðin, oman í Kedron dalin, um ánna og niðan á borgina. Vitjaðu Templið og Grátimúrin. Og gingu líðingarvegin – Via Dolorosa – niðan á heyggin – Ennistaðin – á hebraiskum Golgata, har Jesus varð likvideraður av rómverska hersetingarvaldinum. Uppreistrarmenn, sum seta seg upp ímóti ótolandi viðurskiftum, mega fyribeinast, til tess at valdið framhaldandi kann liggja í hondunum á teimum, sum brúka tað sær, og bara sær, til fyrimunar. Tað sum avrættingarmenninir kortini ikki vistu, var, at júst hesin maðurin var meiri verdur deyður enn livandi. Teir kendu ikki millumrokningina, – uppreisnina. Har, undir Golgata heygnum, við grøvina, hildu vit heilagt, í minning um famøsa skírishósdagin, soleiðis sum tað sømir seg at fagna einum lívi, ið hevur verið so avgerandi fyri so mong kring allan heimin. Eisini her hjá okkum. Avrættingin stytti um eitt jarðiskt lív, men andin livir og fer at liva til ævigar tíðir.
Trúgvin vaks ikki úr marglæti og jarðiskum kørmum. Trúgvin er kvintessensurin, men karmurin kann húsa henni, sum í hesum førinum, táið samkoman í Berøa flytur inn í hendan stásiliga salin, lyftur úr svørðinum við kollektivum lógvatøkum trúgv okkara til gagns og fjálgan.
Ein borgarstjóri er borgarstjóri hjá øllum, líkamikið hvussu kumpasskósin liggur hjá hvørjum einstakum borgara. Eisini í átrúnaðarmálum. Sohvørt sum personasjan skiftir í tí sessinum skiftir litbrigdi, men tað eigur ongan mun at gera í samskiftinum millum borgaran og myndugleikan. Helst var tað meiri persónurin enn borgarstjórin, ið var hann sum var boðin, sum tosaði hesa løtuna, ikki tí at eg havi slitið gáttirnar upp í gamla salinum, men heldur tí at man í eitt langt lív hevur havt eitt vælsignað samskifti við fólk í brøðrasamkomuni, har virðingin fyri trúarstøðuni hjá hvørjum einstøkum ongantíð hevur verið hótt – vit hava ongantíð gjørt royndina, at kvetta skorðurnar undan hvørjum øðrum – hóast vit eisini hava viðgjørt spurningar úr tí sferuni. Tá nógv bøtta útgávan “Nýggja Sangbók Guds Fólks” var liðugt prentað í 2015, mundi eg vera ein tann fyrsti, sum fekk hana upp í hondina sum gávu frá einum vinmanni, sum skrivar soleiðis: “Takk fyri tín áhuga fyri sálmum og sangi og eisini fyri hesi bókini.”
Við hesum orðum fari eg vegna Runavíkar kommunu og meg sjálvan at ynskja samkomuni í Berøa hjartaliga til lukku við nýggja salinum og ynskja tykkum bestu eydna og Harrans signing við verkinum í tíðini, sum nú liggur okkum fyri framman.
Tórbjørn Jacobsen