Netvarp

R7 - Savn

Atlantic Mission

Atlantic Mission er ein trúboðarafelagsskapur, sum varð stovnaður í 2011. Tað var Svenning av Lofti, sum hevði upprunaliga hugskoti, ið hann legði fyri sínar nærmastu samverkabrøður. Longu sama ár varð missiónsferð gjørd til Hetlands. Missiónsferðir hava verið gjørdar á hvørjum ári til støð sum Hetland, Orknoyar, Hebridurnar, Íslands og Norra. Í 2014 var ferð gjørd sunnanfjørðs í Føroyum, tá vitjað varð í Nólsoy, Hestoy, Sandoy og Suðuroy.

Í upprunanevndini sótu Svenning av Lofti leiðari, Hjørleif Vang, Jógvan Páll Sevdal, Páll á Lakjuni og Poul Jóhan Djurhuus. Seinni er Ruth Gaardlykke komin við í nevndina. Í dag, 2020, sita í nevndini: Svenning av Lofti, leiðari, Jógvan Páll Sevdal, Poul Jóhan Djurhuus og Ruth Gaardlykke.

Tá vit hava valt at nýta navni ATLANTIC MISSION, so er tað tí, at endamálið er at náa grannalondini og grannaoyggjarnar í Norður Atlantshavi.    

Nevndin hevur notið rúma vælvild frá teimum, sum reiða skipið út, og hevur á hvørjum ári fingið frælsið at nýta skipið á várinum, tvær til tríggjar vikur, beint áðrenn skipið fer til Grønlands.

At evangelisera við einum skipi er nakað heilt serligt, sum man ikki upplivir á anna hátt. Tað er ein tættur felagsskapur umborð millum manningina. Skipið vekur ans, har tað kemur til bryggju, og stórir møguleikar at bjóða fólki umborð, har møguleiki er fyri andaligum virksemi bæði umborð og út frá skipinum. Skipið er ein tryggur og arbeiðsligur grundbasi, meðan tiltakið (verkætlanin) fer fram.

Hesi 10 árini, ið Atlantic Mission hevur virkað við Juvel II, hevur missiónin nátt ikki so lítlan part av sínum landafrøðiliga kalli, og mong menniskju eru nádd við orðinum bæði umborð og út frá skipinum. Eitt stórt tal av vaksnum og børnum hava stigið um lúnningina á Juvel II, sum hava fingið eitt gott orð, ein góðan drekkamunn og góðan felagsskap seinast 10 árini.

Samband:
atlanticmission@mail.fo

Ein av fráfaringarløtunum hjá Atlantic Mission við Vestaru Bryggju í Havn