Árligi aðalfundurin hjá OM-Føroyar 2024
Árligi aðalfundurin hjá OM-Føroyar varð hildin seinasta mánadag 22. apríl á gamla Spinnarínum í Klaksvík. Væl av fólki var møtt upp til fundin, sum var settur kl.19:00 av Jens Chr. Olsen, sum er nevndarformaður í OM-Føroyar.
Formaðurin Jens Chr. Olsen hevði árligu formansfrágreiðingina, har hann m.a. greiddi frá árligu Teen-Street leguni í Týskalandi, har 2.500 altjóða luttakarar vóru í alt, og av hesum vóru 250 føroyingar.
Eisini nevndi formaðurin í ársfrágreiðingini føroyskar trúboðarafamiljur, sum OM-Føroyar hevur í Japan, Suðurafrika, í Frankaríki og umborð á trúboðaraskipinum Logos Hope. Jóhannes Mortensen úr Klaksvík, sum er trúboðari í Frankaríki, greiddi frá á aðalfundinum um trúboðaraarbeiði í Frankaríki, sum m.a. fevnir um at stovna nýggjar samkomur.
Jóhannes býr í býnum Nantes í Norður-Fraklandi saman við konuni Cecilia og døtrunum Sarah, Lea og Abigail. Tey skriva í einum brævi til OM-Føroyar: “Tað er ein framíhjárættur at tæna Gudi! At gera lærisveinar, planta lokalar samkomur, evangelisera og byrja nýggj sambond, sum snúgva seg um Jesus!” skrivar familjan Mortensen úr Frankaríki.
Tá nevndarformaðurin var liðugur við ársfrágreiðingina, var árligi roknskapurin á skránni. Nevnt var m.a., at í fjørð vóru 2. milliónir krónur doneraðar úr Føroyum til oljunýtsluna umborð á Logos Hope (gamla Norrøna). Undir aðalfundinum varð ein videoheilsan frá Logos Hope sýnd á stórskýggja, har maskinstjórin umborð takkaði fyri stóru oljugávuna til skipi. Kristiliga Tiðindatænastan skilti boðskapin soleiðis, at hetta er størsta gáva av sínum slag, sum Logos Hope hevur móttikið.
OM stendur fyri Operation Mobilisation, sum er altjóða kristiligur trúboðarafelagsskapur. Felagsskapurin hevur havt danska undirdeild í Føroyum í fleiri ára tíggir, men í 2013 bleiv deildin í Føroyum ein føroysk deild burturav við føroyskari nevnd og føroyskum leiðara. Tað er Dánjal av Rana, sum er dagligur leiðari í dag.
Tað er eitt stórt tal av monnum og kvinnum, sum ígjøgnum fleiri ára tíggir, ið eru farin út í trúboðarvirki ígjøgnum OM (Operation Mobilsation), og í dag er framvegis eitt stórt tal av føroyingum, sum í OM-høpi, eru úti í missión og eru spjadd um allan heimin.
Hesi hava brúk fyri bønar- og praktiskum stuðuli frá samkomum/meinigheitum/kirkjum, einstaklingum og vinnulívinum á heimafrontinum. Kristiliga Tíðindatænastan heitir á øll at taka hesa áminningina í størsta álvara.
Ein segði einaferð: ”Okkara ogn er sum neytatøð – breiða vit tað út, so taðar tað jørðina, men goyma vit tað, so verður tað ein køstur!
Kristiliga Tíðindatænastan
v/ Poul J. Djurhuus, Glyvrar
Tlf: +298 228314
Skrivað: P.J.D Glyvrar 28.04.2024
___________________________