Zarepta
Zarepta
FO-385 Vatnsoyrar
tel. (+298) 33 21 40 / 33 31 40
fax. (+298) 33 31 41
Teldupostur: zarepta@post.olivant.fo
Heimasíða: www.zarepta.fo
Endamál:
Høvuðsendamálið við barna- og ungdómslegunum er at vinna børn og ung fyri Kristus og at læra tey Orð Guds. Dentur verður eisini lagdur á at leggja støði undir ymiskar dagligar lívsmeginreglur, sum at vera ásettum reglum lýðin, at fremja siðiliga atferð og at virða náttúru-, mentanar- og tjóðskaparvirði. Eisini ynskja vit at geva børnunum og teimum ungu eina góða uppliving saman í einum tryggum umhvørvi við spæli og ymiskum frítíðarítrivi.
Navnið Zarepta
Navnið Zarepta er tikið úr 1. Kongabók 17: 7-24 og hevur ein serligan týdning. Hungursneyð var í Ísrael og var profeturin Elias sendur av Gudi til einkjuna í Zarepta. Hon átti einki eftir og var tí í ferð við at fyrireika seinastu máltíðina til seg og einasta son sín, tá gudsmaðurin Elias kom til hennara og bað hana gera sær eina máltíð til. Men hóast hon bert hevði ein neva av mjøli eftir í krukkuni og eitt sindur av olju í krússinum, so trúði hon lyftinum frá Harranum, at mjølkrukkan ikki skuldi verða tóm, og oljan ikki verða uppi í krússinum eftir orðinum, ið Harrin hevði talað við Eliasi. Upprunaliga rúmið, har matur var goymdur í Zarepta, var nevnt Krukkan. Eitt av goymslurúmunum í Zarepta ber enn í dag hetta navn júst fyri at minna á, at tað sum hendi einkjuni í Zarepta, eisini kann henda í dag.
1965
Í 1965 byrjaði Brynleif Hansen saman við øðrum verkið við barnalegum við Áir, har tær vóru hildnar í 2 ár, 1965 og 1966. Um somu tíð var farið at leita eftir øðrum hóskandi staði til legur, og opnaðist møguleikin í Vatnsoyrum, ið eru sera sera væl egnað til endamálið. Um heystið í 1965 var øki í Vatnsoyrum keypt og á sumri í 1967 var hús bygt liðugt til endamálið. Hesin bygningur er hin sunnari, ið eisini verður nevndur gamla hús.
1967
Síðan í 1967 hava legur verið í Zarepta í Vatnsoyrum uttan slit til í dag. Zarepta er síðan bygt út, bæði við bygningum og frítíðarmøguleikum.
1976
Í 1976 var norðara húsið bygt, sum vit nevna nýggja húsið. Staðið er sera væl egnað, og hava mong túsund føroysk børn og ung verið á legu hesi árini. Líka frá byrjan hevur alt arbeiði í Zarepta verið sjálvboðið og stuðlað við gávum, sum Harrin hevur lagt hvørjum einstøkum á hjarta. Dentur verður lagdur á, at hetta er Harrans verk og gjørt í áliti á Hann.
2012
Ein heildarætlan um nýbyggingar varð gjørd, og løgd fram í 2012. Í stuttum leggur heildarætlanin upp til, at svimjihøllin, vaskihúsið og útbygningurin í ovaru síðu av gamla gentuhúsinum verða niðurtikin fyri at gera pláss til ein ringveg, sum ætlanin er at gera kring allar bygningarnar.
Elsti bygningurin verður starvsfólkahús. Nýtt gentuhús við spæli/ítróttarhøll verður bygt. Nýggj svimjihøll við tveimum hyljum verður gjørd. Nýtt miðhús og nýggjur salur verður bygdur. Um leið 100 parkeringspláss verða inni á Zareptaøkinum. Miðøkið verður spælipláss burtur av við ongari bilferðslu.
Við nýggju heildarætlanini fer Zarepta ikki at rúma meira fólki, men umstøðurnar til leguluttakarar og starvsfólk verða nógv betur.
Heildarætlanin er góðkend av øllum myndugleikum. Nógv er eisini gjørt fyri at trygdin skal vera so góð sum tilber.
2013
Parkeringsøkið norðanfyri Zarepta varð gjørt. Nýggja gentuhúsið og svimjihøllin vórðu sett upp og innilokað. Ætlanin er so, við sjálvbodnari arbeiðsmegi, at fara undir at gera gentuhúsið liðug, at taka í brúk til summarlegurnar í 2014.