Netvarp

R7 - Savn

á TORGINUM týskvøldið

Á TORGINUM týskvøldið 1. desember kl. 21.00 á R7 – FM102 og FM107,1.

Gestir eru Gunnleyg og Victor Dánjalsson.

Hesi hjúnini eru sera vælkend á ymiskum økjum í Klaksvík. Eitt nú hevur Victor umboðað “Barnalegurnar” við Austjørn í Íslandi í mong ár.

Tey greiða frá ymiskum – eisini álvarsomum hendingum, sum hava verið á lívsleiðini; eitt nú tá ið skriðulopið av Kjølinum kom á hús teirra ár 2000 –
og hvussu Harrin hevur hjálpt og varðveitt tey og teirra gjøgnum lívið, líka til henda dag.

Ein sera góð og áhugaverd sending frá 2012, sum verður aftur at hoyra sunnudagin kl. 12.30.

Sangir í sendingini eru: “Nú hvítna tindar fjøllum á,” – (nr. 1468).
BROS syngur “Sum smádrongur lítil,”
Ólavur á Váli syngur “Sunnudagsskúlin”.
Finnur Hansen syngur “Av fjalsins brún, hann lítur yvir staðin,” – (nr. 45), Íslendsk upptøka: “Táið endar mítt stríð, og útrunnin mín tíð,” – (nr. 1354).
Triple Trio syngur “Tak mítt lív, og veri tað halgað, Harri, Tær hvønn dag.” – (nr. 932).

Kári Kjelnæs og Kári Vitalis hava gjørt sendingina.

Torgið verður endursent sunnudag kl. 12.30.

Aftur ein góð og gevandi sending frá Evangelisku Røddini.