Minningarorð um Levi Joensen, Klaksvík
Beint undan jólum líkaði tað Harranum, at taka ein av verkamonnum sínum heim til sín, í teir ævigu bústaðir. Hann var ynsktur av 10 børnum hjá Dáva og Armgarð, nú eru øll flutt úr hesum foldar lívi, og hetta eru treytirnar vit fáa sigur Prædikarin. Lívið er ymiskt til longdar, tað mugu vit sanna. Tað var nógv jøriskt góðs á Vágsheygnum, bæði skip , bátar og nógv jørð, so tað var tíðiliga í lívinum, at man mátti kenna ábyrgd og verða uppií hesum ymiska, bæði til fjals og fjøru. Hann fór til skips við “Dragaberg” á fyrsta sinni, sum bróður hansara Jóannes førdi. Út við 40 ár baksaðist hann á sjónum, tey flestu árini sum skipari, eisini átti hann skip sjálvur. Hetta er ein stutt lýsing av Levi og hansara verðsliga lívið.
Tað sum hann var best kendur fyri, var á tí andaliga akrinum. Hvør mangan hoyrdu vit ikki søguna um, tá hann segði við Líggjas á Váli, steðga sunnudagsskúlanum, eg vil vitnað um mín Harra og Frelsara. Og tá hann og John Høj fóru norður til Jens Clæmint og bóðu um dóp, tað kundi verið nógv at tikið fram, eitt má sigast um Dávafólkini, tey eru frásøgufólk um ein háls. Nú ein tíð er fráliðin síðan hann flutti inn í staðin, har ongin kemur aftur, er tað eitt stórt tómrúm, eg haldi ikki eg taki munnin ov fullan, at tað var næstan ikki dagur at vit ikki tosaðu saman. Eg kann siga, at allar samtalur bóru brá av, at vit báðir væntaðu staðin sum Ábraham væntaði, sum hevur fastan grundvøll.
Fyrst í 1980 sigldi hann við Polaris, uppá Hirtshals, og har sá hann ein tørv á tí andaliga økinum. Heimaftur komin fór hann, at tosa við síni og samkomuna, hvat Harrin hevði lagt honum á hjarta. Tað gekk ikki long tíð til avgerðin varð tikin um, at fara niður til Danmarkar, og skjótt aftaná varð samkoman MALTA ein veruleiki. Hvønn týdning hon hevur havt, kemur ævinleikin at prógva. Tað eru nógvir føroyingar sum hava sitið væl inni á Malta, og hava fingið andaliga føði har og komin til trúgv har eisini. Eisini skipaði hann fyri tiltakinum “suður á land”, har nógvir føroyingar nutu gott av teimum túrunum, og høvdu samfelag við aðrar føroyingar og danir.
Eg veit, hevði hann verið á lívi, hevði hann givið Gretu tað størstu tøkkina. Hon fór á føtur økt fyri dag og seinast til songar. Hon helt um trægrirnar og hevði grýturnar á kók, tí tað kom nógv fólk á gátt. Hetta var tað sum kom at eyðkenna Levi fyri lívið. Ósmæðin av lyndi ferðaðist hann kring um í lítla landi okkara, saman við øðrum. Og gjørdi hann til motto fyri seg, tey orðini vit finna í Luk. 7.40, “Símun, eg havi nakað at siga við teg”. Vist er ein vandi við allari persónsdyrkan. Tó skal her verða nevnt tað, sum er ein sannroynd og sum vit ið umgingust hann gjøgnum nógv ár hava fingið av hansara egna munni. Eitt kunnu vit siga um Levi, at virkið hansara fyri Harran var gjørt av fullum og heilum hjartalagi.
Fjørðurin er rógvin og inn er lagt ankarið, sum hevur fingið fæst innanfyri forhangið, nú verður sum er, snørið er gjørt upp. Vit sum kendu hann væl og mangan sótu væl inni hjá teimum hava nógv, at takka teimum fyri. Og hava allar góðar grundir til, at meta tílíkar menn sum í dagligu roynd og veru síni – bæði á sjógvi og landi – hava eitt so opið eyga fyri tí sum ber upp um dagin og vegin. Tað eru slíkir menn, sum undir skiftandi umstøðum hava myndað og framvegis koma at mynda tjóðina og bera hana frameftir.
Tankarnir leita niðan á Karlsveg, góða Selma Margretha. Tað hevur mangan rikið hart á kýkin og tú hevur staðið sum ein drangur við liðina á manni tínum. Harrin gav tykkum 70 ár saman, tá má man siga at kvotan hevur verið stór, eisini gav hann tykkum 5 børn, sum eisini hava fingið børn. Tað eru ikki hissini signingar.
Landið liggur soleiðis at Levi og mamma vóru systkinabørn, so vinalagið er farið at eldast, hetta eru treytirnar.
Blíðar heilsanir til tykkum øll á Vágsheygnum.
Heini á Marknagili