Netvarp

R7 - Savn

Samfelagsstevnan 2024

Vit eru Harranum takksom fyri, at vit aftur í ár kunnu bjóða tykkum til samfelagsstevnu íEbenezer.Um Gud vil, verður byrjað við bønamøti mikukvøldið 6. november kl. 20, og møtini halda sofram til sunnukvøldið 10. november. Heitið á samfelagsstevnuni í ár er: ”Kristus í mær” Eg eri krossfestur við Kristusi,...
Read More

M. C. Restorff og Nikodemussangbólkurin nú á talgildu tónleikatænastunum

Í eina tíð hevur verið arbeitt við at talgilda eldru útgávurnar hjá M. C. Restorff og Nikodemussangbólkinum fyri síðani at leggja tær atkomiligar á talgildu tónleikatænastunum á alnótnini. Nú er loksins komið á mál. Nýggjaru útgávurnar, frá 1991 og fram, hava verið tøkar á netinum í nøkur ár. M....
Read More

Siloa 100 ár

Jógvan á Lakjuni skrivar: SILOA 100 ÁR Í hesum mánaðinum hevur missiónshúsið, Thabor, í Fuglafirði hildið sín 100 ára dag, og somuleiðis hátíðarheldur Frelsunarherurin í hesum døgum, at 100 ár eru liðin, síðani virksemi teirra byrjaði í Føroyum. Vit ynskja Thabor og Frelsunarherinum hjartaliga til lukku við 100 ára...
Read More

Betesda: Kunning um trúboðan í Grønlandi

Í Betesda mikukvøldið kl. 20 verður høvi at hoyra Filip og Ane Sivertsen, sum búgva í Nuuk, og Niels og Miriam Vang, sum búgva í Eysturgrønlandi, greiða frá teirra trúboðanararbeiði har. Í 1970 fóru hjúnini Jonna og Hans Sivertsen til Grønlands, har tey virkaðu saman sum trúboðarar, bæði í...
Read More

Frásøgn Bømlo 2024

Atlantic mission á Bømlo í Norra – oktober 2024 Aftur einaferð hevur Atlantic mission verið á ferð, og leiðin gekk aftur til Bømlo í Norra. Farið var úr Føroyum fríggjadagin 11. oktober, og vitjanin endaði fríggjakvøldið 18. oktober.  Hesuferð varð ikki farið við Juvél 2, sum  vanligt hevur verið,...
Read More

Tíðindi frá Atlantic mission

Síðan 2011 hevur evangeliski felagsskapurin, Atlantic mission, skipað fyri ferðum til grannalond okkara og í Føroyum. Ferð til Randers frá 22. mars til 7 apríl Aftur í ár varð ein ferð gjørd – og hesa ferð til Danmarkar, har Atlantic Mission ikki fyrr hevur verið á ferð. Ferðin var...
Read More

Bíbliu- og tónleikatúrur við Norrønu

Aftur í ár fyriskipað vit eina Bíbliu- og Tónleikaferð við Norrønu til Hirtshals. Tað verður farið av Havnini hóskvøldið 24. oktobur kl.20:00 og tað verður komið aftur á Havnina mánamorgunin 28. oktobur kl.07:30 – einans 2.195 krónur....
Read More

Barnalegur í Ukraina

Ungarsku hjúnini, Sebastian og Georgina Edelmann vitja í hesum døgum í Føroyum og greiða tey frá eini barnalegu í Bereg í vestur Ukraina, sum føroyingar hava stuðlað í mong ár. Í sambandi við vitjanina, hava fleiri spurt, hvussu tey kunnu stuðla hesari barnalegu. Tað er dýrt fyri hvønn einstakan...
Read More