Netvarp

R7 - Savn

Petur W. Háberg 100


Orð á 100-ára minnisdegi Petur Háberg (1914-1984)

31. august 2014
Zacharias Zachariasen skrivar:
    Eg stóð sum negldur til gólvið á leigukamari mínum í Dr. Jacobsensgøtu 11 eitt kvøldið seinast í fimmtiárunum, meðan eg lurtaði eftir fyrilestri, ið Petur Háberg hevði í útvarpi Føroya um Gamla Sloan. Eg var júst liðugur at læra, 22 ára gamal og var stórliga gripin av tí, sum Petur hevði sagt um merkisverda  lív og tænastu Gamla Sloans í Føroyum. Eg mátti kasta meg á knøini og biðja Harran nýta unga lív mítt onkusvegna og onkunstaðni í líknandi tænastu fyri Harran. Eg kendi enn einaferð kallið: “Hvør vil fara fyri Meg?” Kallið varð seinni staðfest og svarað.
    Petur elskaði okkum ungu og sum tann sjáldsami menniskjakennarin, hann var, hevði hann eitt vakið eyga og varnaðist skjótt, hvørjum Andi Harrans var farin at virka í. Eg fekk ein veldigan stuðul frá honum. Hann brendi fyri at fáa evangeliið út um landoddarnar. Petur hevði ein serstakan alsk, eitt brennandi hjarta fyri Íslandi og at fáa onkran úr Føroyum at fara yvir hagar við gleðiboðskapinum.
    Tá ið teir fimm auca-trúboðararnir vórðu dripnir í frumskóginum í Equador í 1956 og tíðindini seinni náddu Føroyar, gjørdu Petur og William Sloan eina myndarøð við frágreiðing, bakgrundstónleiki og affektum frá flogfarinum, ið auca-trúboðararnir nýttu. Við hesi frágreiðing um sorgartilburðin ferðaðust teir veturin 1958-59 til samkomurnar kring oyggjarnar og eggjaðu ungum at stíga í fótasporð teirra við at fara út í onnur lond, býir og ættarbólkar við  gleðiboðskapinum. Hetta hevði eina veldiga ávirkan á øll tey trúgvandi, serliga tey ungu. Tað var sum ein nýggjur kristniboðseldur varð birtur í samkomum okkara.
    Á sumri í 1962 fóru nakrir okkara eina ferð til Íslands við bátinum “Brestir” at hoyra kenda kristniboðsmannin, Oswald Smith, tala í Reykjavík. Við vóru Júst í Túni, Petur Háberg, Sigurd Berghamar, Jógvan Purkhús, Eyðun Elttør, eg sjálvur og onkrir aðrir. Hetta gjørdist ein minnilig ferð, serliga fyri Jógvan. Vit fóru tríggir til Akureyrar at vitja, og tá var tað, at Jógvan, sum tann fyrsti trúboðarin í nýggjari tíð, stutt eftir tók stigið at fara til Íslands at virka.
    Hetta var eitt beinleiðis úrslit av tí, sum Petur hevði skrivað um Ísland í blaðnum “Lívi og Læru” nr. 8-9 í 1962, og sum Jógvan hevði lisið. Har stóð:
“Harrin hevur signað Føroyar við eini veldigari signing. Útlendingar koma higar og undrast á teir stóru ungdómsflokkar, sum hava tikið støðu fyri Kristusi… Vit vita, at Harrin hevur boðið okkum at bera signingina víðari, ikki leggjast á gleðiboðini. Eisini ásanna vit, at ov lítil áhugi er sýndur tí stóra trúboðanarverki, sum samkomur Guds aðrastaðni kenna ábyrgd av bæði at seta á stovn og uppihalda… vit líka sum gloyma at fara eitt sindur niðaná og hyggja út yvir markirnar, sum standa hvítar. Vit ásanna hetta og biðja Gud fyrigeva okkum gáloysni okkara…
    Fyri durum okkara liggur Ísland. Har eru so fáir í verki Harrans… Hetta er næsti granni okkara. Føroyingar fara til Íslands at spæla bólt, at spæla kort, at sportast, flogið verður millum londini, og teir koma higar at sýna fimleik, at spæla til dans. Hvussu nógvir fara fyri Harran? Kennir eingin seg kallaðan av Gudi at fara við hinum signaðu tíðindunum til jøklanna og eldfjallanna land at leita upp sálarsjúk menniskju í býi og sveit við grøðing? Onkur, sum lesur hetta, er nomin av Gudi. Onkur kennir á sær: Eg átti at farið! Hvat gjørdi tað, um tað var ein timburmaður, ein skrivari, ein smiður, ein fiskimaður, ein rokskipari minni í Føroyum – bert tað var ein víngarðsmaður meir í Íslandi? Kennir tú Guds rødd tala til tín, ver ikki kallinum ólýðin! “Reis teg! Tað er jú tú, sum mást fáa hetta í lag! Og vit skulu hjálpa tær – ver hugreystur og far undir tað!”
    Árið eftir – 1963 – komu tríggir klaksvíkskingar inn á skrivstovuna hjá Peturi Háberg í gamla Føroya Banka. Teir vóru Óli á Grømma Jacobsen, Páll Poulsen og Hans Sivertsen. Teir ætlaðu sær til Íslands at arbeiða vanligt arbeiði og bíta út traktatir. Vit kenna søgu teirra og hvat spurdist burturúr!
Petur plagdi at peika á íslandskortið, hann hevði á vegginum á skrivstovu síni og siga við vitjandi: “Gloymið ikki Ísland!”
Í 1965 kom Brynleif Hansen til Føroya, og stovnaði seinni barnalegurnar við Áir og Zarepta. Har var stóri denturin millum børnini og tey ungu altíð lagdur á kristniboðsvirki. Úrslitið síggja vit í dag!
    Síðani fór bólturin á rull og stórt tal av trúboðarum úr Føroyum eru farin út at virka fyri Harran nær og fjar kring allan heimin! Ein av fyrstu slóðarunum og stuðulsmonnunum í hesi stóru uppgávu var Petur Háberg! Ærað veri minnið um hann! Lovað veri navn Harrans! Hann eigur allan heiðurin!
Z.Z.