Tøkniligir trupuleikar við netvarpinum
Posted On 12. oktober 2020
Síðan 15. mars 2020, tá ið EvR sendi “Korona-netvarp” fyrstu ferð, hevur útgerðin virkað sum hon skal. Góðskan hevur verið góð, bæði myndin og ljóðið.
Knappliga, sunnumorgunin 11. oktober kl. 10.50, tá ið talan hjá Ingvardi Petersen skuldi sendast, virkaði netvarps-útgerðin ikki, og vónleyst var at fáa nakað út á netið.
Um Gud vil, so royna vit aftur komandi sunnumorgunin 18. okt. kl. 10.50, men sum er, so kunnu vit ikki siga við vissu um tilber at fáa útgerðina í lagi aftur.
Vit harmast um hesa keðiligu støðu.