Samfelagsstevnan 2025
Tíðindaskriv
Árliga samfelagsstevnan hjá Ebenezer verður í døgunum 5.-9. november.
Byrjað verður í Ebenezer mikukvøldið kl. 20, og møtini hósdag og fríggjadag verða í Ebenezer.
Fríggjakvøldið verður flutt niðan í høllina við Tjarnir.
Heitið fyri stevnuna er ‘Søkið fyrst ríki Guds!’
Í hesum ófriðarligu tíðum, har mong stúra, biður Jesus okkum søkja ríki Guds fyrst. Hesi orð Jesusar úr Matteus ev. 6:33 hugsavna vit okkum um hesar dagar.
Á skránni verða møtir, seminar um missión, ungdómsmøtir, sunnudagsskúli, drekkamunnur og nátturði, framsýningar, bókaborð, felagssangur, talur, vitnisburðar, læra og kórsangur.
Eisini hava vit felagsskap hvørt við annað og njóta máltíðir saman.
Teknmálstulking verður til møtini leygardag kl. 15.00 og kl. 19.00.
Vit gleða okkum at síggja børn, ung, vaksin og eldri á samfelagsstevnuni 2025.

